Grønland vil hava øll heim

Eftir at hava stongt landið fyri allari ferðafólkaflúgving til Grønlands fram til 12. januar, hevur grønlendska sjálvstýri nú hálsað um og vil hava øll heim sum skjótast.

 

Herfyri kunngjørdi grønlendska sjálvstýri, at eingin flúgving við ferðafólki verður til Grønlands fram til 12. januar. Hinvegin kundu fólk flúgva úr Grønlandi, men upp á egna rokning, um tey ikki sluppu heimaftur. Orsøkin til, at myndugleikarnir í Grønlandi tóku avgerð um at steðga allari ferðafólkaflúgving til Grønlands, var vandin fyri, at nýggi varianturin av koronu skal koma til Grønlands.

Eisini varð sagt, at danska sjúkrahúsverkið nú er so spert, at um Grønland fær fleiri koronu-sjúklingar, eru smá útlit fyri, at sjúklingarnir kunnu sendast á sjúkrahús í Danmark, um tað skuldi verið neyðugt.

Men, nú hevur so grønlendska sjálvstýri hálsað um og hevur broytt sína avgerð. Myndugleikarnir halda, at støðan við koronu í Evropa nú er so álvarslig, at tað, sum er mest umráðandi, er, at fáa øll fastbúgvandi í Grønlandi, sum eitt nú hava verið burtur og hildið jólafrí, heim aftur sum skjótast.

Sermitsiaq hevur í vikuni víst á, at talan er um eini 1000 fólk við bústaði í Grønlandi, sum hava bíðað eftir at sleppa heim aftur. Tá fólk eru komin heim, verður ferðafólkaflúgvingin til Grønlands aftur steðgað, og ætlanin er, at stongsulin tá skal vara til endan av februar.

Nýggja avgerðin hjá grønlendsku myndugleikunum merkir, at nógvar fráferðir verða úr Danmark til Grønlands við ferðafólki teir næstu dagarnar - ella neyvari sagt er ætlanin, at ellivu fráferðir skulu verða úr Danmark til Grønlands næstu tvær vikurnar.

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at myndugleikarnir í Danmark rokna við veksandi smittutrýsti í endanum av februar orsakað av nýggja koronu-variantinum úr Stórabretlandi, sum smittar sera illa.

Fólk, sum koma úr útlandinum til Grønlands skulu hava við sær eina negativa koronuroynd, og royndin skal í mesta lagi vera tríggjar dagar gomul. Fólk, sum koma úr útlandinum, skulu eisini vera í sóttarhaldi í Grønlandi í fimm dagar, eins og tey eisini skulu taka nýggja koronu-roynd, áðrenn tey kunnu fara út aftur millum fólk.

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, heitir á grønlendingar, sum eru í Danmark og sum ætla sær heim aftur til Grønlands, um at halda seg mest møguligt fyri seg sjálvar fyri at umgangast at bera smittu heim við sær. Eisini verður heitt á fólk, sum teir næstu dagarnar koma heim aftur til Grønlands, um at halda seg til reglurnar um sóttarhald.