Samgongan er langt frá samd um, hvussu og nær teir ymsu tunlarnir skulu gerast Tað kann blíva rættiliga tórført hjá samgonguni at finna semju um teir nógvu tunlarnir, sum skulu gerast.
Tað er greitt, nú samgongan hevur viðgjørt fíggjarlógina.
Í sambandi við undirsjóvartunlarnar, hevur ein spurningur verið um Eysturoyartunnilin skal varðveitast á teimum privatum hondunum, sum tóku stig til verkætlanina, ella um landið skal yvirtaka hann.
Í hesum sambandi staðfestu teir báðir miðfloksmenninir, Jenis av Rana og Tordur Niclasen, at Miðflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at Skálafjarðartunnilin skal varðveitast á privatum hondum og at teir privatu skulu eisini gera vegirnar, sum eru neyðugur í sambandi við tunnilin og sum eru mettir at kosta 200-300 milliónir.
- So fær landskassin ráð til at gera Sandoyartunnilin, sigur Jenis av Rana. Og so kann Sandoyartunnilin koma á fíggjarlógina, skoytti Tordur Niclasen upp í.
Eisini teir báðir samgongumenninir av Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, hava nevnt, at teimum hóvar betri, at Eysturoyartunnilin verður verandi á privatum hondum, so at tað almenna fær ráð til at fara undir Sandoyartunnilin beinanvegin, tí teir síggja fyri sær, at skal tað almenna gera báðar tunlarnar, verður ikki ráð til at fara undir báðar undirsjóvartunlarnar í senn og teir góðtaka ikki, at Sandoyartunnilin verður útsettur til Eysturoynartunnilin er liðugur.
Hinvegin eru tað fleiri onnur í samgonguni, sum halda, at tað almenna skal gera báðar tunlarnar og at teir báðir skulu í ein langtíðarraðfesting, saman við øllum øðrum tunlum og útbyggingum annars.
Somuleiðis hevur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, boðað frá, at samgongan sum heild hellir mest til at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á teimum privatu og at leggja hann undir landið.