Trygd
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í dag grætur eingin um hana.
Sunnukvøldið bórust tíðindi um at ein ung genta var yvirkoyrd við tunnilsmunnan í Kollafirði.
13 ára gamla Maria Ronnadóttir úr Havn er henda góðveðursdagin farin ein túr á súkklu úr Havn inn móti Sundi, og víðari móti Kollafirði. Komin út úr tunlinum, ætlar hon sær yvir um vegin, har vinkonan stendur og bíðar eftir henni við busssteðgistaðið. Hon snarar út á vegin, men so brestur brádliga.
Maria verður slongd av súkkluni, upp á motorhjálmin. Ryggurin brestur móti forrútinum, sum knasar undan trýstinum, høvdið brestur niður í kantin á biltekjuni, har hon er harðast, hjálmurin á høvdinum fer í sor, og Maria verður slongd í luftini aftur um bilin, har hon lendir á vegnum.
Maria minnist einki frá hendingini. Tá hon kemur til vit aftur, liggur hon á vegnum og nógv fólk standa um hana. Vinkonan stóð hinumegin vegin og sá alla hendingina. Tær hava tosað saman um hendingina, og vinkonan sigur, at tað sá út júst sum tú sær í filmunum.
Lítil avgerð – stórur munur
At Maria og vinkonan í dag kunnu tosa um hendingina er helst bert hjálminum at takka. Læknar og løgregla eru sannførd um, at var Maria ikki í súkkluhjálmi henda dagin, hevði hon við vissu verið deyð. Hjálmurin vardi høvdið, tá hon langaði tað í kantin á biltekjuni.
Rúna á Heygum, mamma Mariu, greiðir frá, at hon javnan hevur mint Mariu á at nýta hjálmin, tá hon fer upp á súkkluna, men at tað er ofta so sum so, við hvussu væl lurtað verður eftir boðunum. Hetta er ein kendur trupulleiki, serliga millum tannáringar.
- Henda dagin súkklaðu vinkonan og Maria ein longri túr, og helt vinkonan kanska tað vera best, at tær lótu seg í hjálmin, greiðir Rúna frá.
Slapp við smærri snuddum
Sjálv minnist Maria einki frá hendingini. Tey, ið komu á staðið hava greitt frá, at hon sjálv gekk yvir til bussteðgistaðið, áðrenn hon small um. Hon varð flutt á sjúkrahúsið, men eftir at hon var kannað væl og virðiliga, kundu læknarnir staðfesta at hon einki hevði brotið, og at hon var sloppin við einum heilaskjálvta og smærri snuddum.
Súkkluhjálmin hjá Mariu hava tey nú heima, har tey kunnu varðveita hann sum áminning um, hvat kundi verið hent, um Maria ikki mintist til at spenna hjálmin um høvdið.
Hjálmurin hjá Mariu er eitt gott prógv um, hvønn mun ein slíkur hjálmur kann gera, hóast hann er lítil, lættur og kann tykjast alt annað enn robustur.
Maria kann, takkað verið hjálminum, skjótt aftur fara aftur til vanliga gerandisdagin uttan varandi mein, og í dag grætur eingin um hana.