fólk inn, og tá eg so sá, at prestur eisini kom at vitja, hevði eg bestan hugin at læsa hurðina fyri honum. Ikki tí at eg havi nakað sum helst ímóti presti, men eg havði hug at læsa hendan ræðuleikan úti [...] onkusvegna, at um hon kundi læsa hurðina, helt alt fram soleiðis, sum tað átti at vera. - Hetta er ringasta náttin, eg havi upplivað. At sita og bíða og desperat lurta eftir telefonini og vóna at hon fór at ringja [...] mans, og tí vildi eg hava hann at vera heima ein túr aftrtat, sigur Sóleyg á Fríðriksmørk. Einki serligt veður Hon sigur, at maðurin kendi seg sum eina ónyttu at blíva við at liggja heima. - Men tað helt
regluliga plaga at svimja á Malarenda, men fleiri onnur - mest ungdómar - ið tóku sær ein túr í kalda sjónum. Um hetta kann gerast startskotið til, at dillan at leypa á bláman kanska fer at taka seg uppaftur [...] Tað var kki bara í Føroyum, at fólk - høg sum lág, ung sum eldri - vórðu "nominerað" til at leypa á bláman innan eina ávísa klokkutíð, um tey skuldu sleppa undan at lata eitt atgongumerki til biograf, [...] hvat tað nú kundi vera. Dillan at leypa á bláman fór víða um okkara part av heiminum, og tað var ikki tí, at fólk ikki vildu lata vini ella kenningi eina lítla gávu, at tey lupu á bláman. Nei, hetta gjørdist
Johan so illur um, at hann straks eftir kallaði tað ”moralskt streymslit”, ”dalandi samvitsku” og ”feikleika”. Logikkurin hjá honum var, at tað, at fólk átalaðu ótangarnar, merkti, at tey hildu tann ”blóðuga [...] juni sigur hann, at føroyingar áttu at lært seg at skyna á hvussu tingini hanga saman og síggja tann samansetta veruleikan, tí ”fólkaræðið skal ikki alt vera á útsíðuni og bert duga til at umbera fordómar [...] tað: ”Í Várharrasa navni tey vilja, / At vørpini fara at skilja, / hvussu fimta boð ger, / tann forstýraða mer, / at friður skal ongantíð valda.”. Fimta boð sigur, at ”tú mást ikki sláa í hel”. Tað er ikki
og Kjølbro bað hann geva sær stundir at hugsa seg um. - Satt at siga, so átti eg ikki nógvan pening eftir árini við lestri í Keypmannahavn, so tað var freistandi at taka av hesum tilboði, har lønin var [...] Spurd, um hon hevur saknað at arbeitt úti, sigur hon: - Eg kundi ikki hugsað mær at arbeitt úti, eg havi havt nóg mikið at tikist við heima. Og nóg mikið man hava verið at tikist við, tí til fyri fáum [...] trúboðarum at skriva í. Í henni sæst, at um 50 ymiskir trúboðarar hava búð hjá teimum. Ein av teimum, Robert McLuckie, hevur gist hjá teimum heilar 22 ferðir. Alexandra sigur, at hon hevur notið at havt gestir
broytt, siga tey, sum við vóru frá byrjan. Eitt nú er luttakaratalið hækkað nakað. Men eisini skapið á sjálvari stevnuni er broytt nógv, siga fyrireikararnir. Tá byrjað varð, var tað soleiðis, at hvørt felag [...] tað so fram á aðalfundinum hjá dansifeløgunum. Men at skipa fyri eini so stórari stevnu í Vágum fyri 21 árum síðan, var heldur ikki bara sum at siga tað. Tí tá varð stevnan hildin í tríggjar dagar, og [...] skuldu hava at eta. Men tá var einki høli til at hýsa teimum øllum í senn. Bygdarhúsið í Miðvági virkaði so sum ein miðstøð, hóast einki var liðugt har. Bara nakrir ráir betongveggir, minnist Jónvør Petersen
hann. Nú er tað meira vanligt ,at fólk keypa ross. Mestsum at keypa bil, heldur Viljormur. Og uttan at hann sigur tað, liggur tað líkasum í luftini, at hann ikki heldur, at øll hugsa seg nóg væl um, tá tey [...] tað kemur fyri, at ross verða seld, og at tey samstundis skifta navn. Viljormur Tórsheim dugir ikki rættiliga at skilja, at fólk kunnu gera so móti rossinum. Tí tað hendir meira enn so, at rossið kennist [...] Ríðingarfelagið, fylti 75 ár herfyri, fekk hann tað geniala hugskotið at halda dagin saman við rossunum so at siga. Aksel lat leka út, at hann tók í móti úti í fjósi sínum í Havnardali. Kalt var í veðrinum
mundi vera stórt, tá tað frættist, at Todi Jónsson ikki fór at verða tøkur til dystin. Skaðin í lærinum argar framvegis ov nógv, men hóast hetta, so er einki at ivast í, at talan var um eina risa uppliving [...] endatribununa, og teir royndu sjálvsagt eisini at seta dám á. FCK sat á øllum Tað tóktist tó hampuliga skjótt greitt, at FCK hevði greiða yvirvág á vøllinum. Við at seta leikferðina langt upp og ikki geva m [...] so sanniliga fáa at vita, hvør var best í býnum, og fram til steðgin dundu sangir av alskyns slag oman yvir vøllin. Fantastiskt av Zuma Hevði onkur roknað við, at heimaliðið kanska fór at vera varnari í
so hevði mær dámt væl at havt ein bát, soleiðis at eg kundi farið út at fiska, til dømis seið. Eg veit ikki, tað fer kanska at koma, sigur Gunnvá. Tað segði bara pling Eftir at hava lært til sjónleikara [...] líðandi vann tann hugsanin fram, um at fáa sær ein meiri varandi bústað. Tað stóð henni greitt, at tað illa loysti seg at halda fram við at leiga, tí tað var nærum sum at tveita peningin út gjøgnum vindeygað [...] av tí sum onnur siga, og eg hoyrdi eisini nógv fyri tað, tá eg so flutti norður. Men satt at siga, so innstillar man seg uppá tað. Soleiðis er tað bara, - eg meini so við: Hvat er tað at koyra 20 minuttir
friðsælt at sita, og í øðrum lagi sær eru nógv kend andlit at síggja. - Ja, her vóru vóru nógv kend fólk, sum altíð heilsa mær vælkomnum, - ja, tú kundi sagt “vælkomnan heim”, tó at tað er ov sjáldan, at eg [...] virðing fyri sangum og sálmum, og soleiðis skapa størri sanggleði. Í Fuglafirði kann ein av sonnum siga, at sangur og tónleikur hevur serliga góðar umstøður og stóran áhuga manna millum. Hetta sæst eisini [...] er so kendur fyri, at eg vildi royna tað. Og so var tað sera hugnaligt og avslappað, greiðir hann frá. GAMLIR DAGAR Dávur Winther er væl kendur í Fuglafirði, og tí kendist tað gott at vera aftur her. -
óttast, at hetta aftur fór at gerast gongdin í ár, tó at kollfirðingar um vikuskiftið sýndu, at teir als ikki eru samdir í hesum. Í leikskránni til dystin mikukvøldið varð eisini nevnt í faldaranum, at soleiðis [...] flestu eru úr 25 árum og niðureftir, og megna teir at halda fast um hesar, er væl hugsandi, at H71 innan alt ov langa tíð aftur fer at hava eitt orð at siga í toppinum. Í ár verður tað neyvan, men grundarsteinurin [...] teirra fór niður, og satt at siga, so komu teir ongantíð fyri seg eftir hetta. Hoyvíkingar ótu spakuliga burturav neistaleiðsluni, og við hesum gjørdust teir alsamt grammari. Teir fóru at virka meira sum eitt