Tað var kki bara í Føroyum, at fólk - høg sum lág, ung sum eldri - vórðu "nominerað" til at leypa á bláman innan eina ávísa klokkutíð, um tey skuldu sleppa undan at lata eitt atgongumerki til biograf, sjónleik, bjóða út til ein døgurða - ella hvat tað nú kundi vera.
Dillan at leypa á bláman fór víða um okkara part av heiminum, og tað var ikki tí, at fólk ikki vildu lata vini ella kenningi eina lítla gávu, at tey lupu á bláman. Nei, hetta gjørdist meira eitt "bólkatrýst", har fáur vildi vera verri - ella ræddari - enn annar.
Klipp lógu á facebook av bæði kendum og minni kendum fólkum, sum lupu á bláman, og hvør minnist ikki klippið, tá landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, tók stigið og leyp?
Um 21-tíðina í kvøld lupu fleiri ung aftur á bláman í Nólsoy. Hetta vóru ikki endiliga svimjikvinnurnar, sum regluliga plaga at svimja á Malarenda, men fleiri onnur - mest ungdómar - ið tóku sær ein túr í kalda sjónum.
Um hetta kann gerast startskotið til, at dillan at leypa á bláman kanska fer at taka seg uppaftur, nú summarið nærkast, skulu vit ikki meta um, men vegna mong kunnu vit ivaleyst siga, at vónandi doyr dillan hesaferð í "føðingini".
Myndirnar, sum eru tiknar í Nólsoy í kvøld, eru av facebook-síðuni - Nólsoy Nú & Tá.