So føgur tá falla mær rím

Umleið hálvtsættahundrað dansarar úr øllum landinum, umframt eisini nakrar uttaneftir, seta um vikuskiftið hvørjum øðrum stevnu á Giljanesi, har regluliga landsdansistevnan verður hildin

Afturvendandi landsdansistevnan fyri dansifeløgini, ið dansa føroyskan dans, verður hildin í Vágum um vikuskiftið. Umleið hálvtsættahundrað fólk fara at luttaka.
Tað er Vága Dansifelag, sum í ár er vertur fyri landsdansistevnuni, ið verður hildin triðjahvørt ár. Fyrsta stevnan av hesum slagi varð hildin í Vágum í 1983, og nú hevur hon verið runt hjá feløgum í øllum landinum og er afturkomin til upprunan.
Tó er stevnan nakað væl broytt, siga tey, sum við vóru frá byrjan. Eitt nú er luttakaratalið hækkað nakað. Men eisini skapið á sjálvari stevnuni er broytt nógv, siga fyrireikararnir.
Tá byrjað varð, var tað soleiðis, at hvørt felag sær sýndi fram tað, tey hvødu vant, meðan hini so vóru ákoðarar og -hoyrarar.
Í dag er stevnan skipað heilt øðrvísi. Í grundini sum ein stór landsumfatandi veitsla, har stevnan fyrst verður sett alment. Síðan verður eitt stórt felagsborðhald, og eftir tað verður farið upp á gólv.
Men her skipar hvørt felag sær eftir tørni sína vísu ella kvæði. Tá tað er liðugt einaferð út móti morgni, verður so vanligur føroyskur dansur, har hvør sum hug og hegni hevur, skipar tað, honum lystir.

Huskot úr Vágum
Hugskotið til landsdansistevnuna kom úr Vágum, og fyrsta stevnan varð eisin hildin í Vágum fyri 21 árum síðan. So sigast kann, at nú er hon komin heimaftur.
Tað var táveransi formaðurin í Vága Dansifelag, Jónvør Petersen í Bø, sum kom við hugskotinum á einum aðalfundi hjá landsfelag dansifelaganna, Sláið Ring.
Jónvør Petersen sigur, at hon helt tað vera løgið, um ikki skuldi borið til at skipað fyri eini slíkari stevnu í Føroyum, har øll føroysku feløgini luttóku. Sjálv hevði hon sæð, tá dansiferðir høvdu verið gjørdar uttanlands, at tað bar væl til at savna nógv feløg til slíkar stevnur.
Hon bar tankan fram í Vága Dansifelag, og við fullum stuðuli frá felagnum, legði hon tað so fram á aðalfundinum hjá dansifeløgunum.
Men at skipa fyri eini so stórari stevnu í Vágum fyri 21 árum síðan, var heldur ikki bara sum at siga tað. Tí tá varð stevnan hildin í tríggjar dagar, og øll tey 300 fólkini, sum luttóku stevnuni, skuldu hava innivist í oynni, greiðir Jónvør Petersen frá.
Men eisini tað bar til við hjálp frá fólki í Vágum. Eisini fólki, sum annars einki hevði við Dansifelagið at gera yvirhøvur.

Spjatt um alla oynna
Nú verður stevnan hildin á einum stað. Við hvuðssæti í ítróttarhølini á Giljanesi, har tann stóri aktiviteturin verður. Eina nátt.
Annað var, tá dansað var kring oynna alt vikuskiftið. Og øll hesi 300 fólkini skuldu hava at eta. Men tá var einki høli til at hýsa teimum øllum í senn. Bygdarhúsið í Miðvági virkaði so sum ein miðstøð, hóast einki var liðugt har. Bara nakrir ráir betongveggir, minnist Jónvør Petersen.
Veitsla var eingin av slíkum slag, sum í dag verður hildin, tá landsdansistevnan er. Hon kom tó í rættiliga skjótt, sigur Jónvør Petersen. Longu á aðru stevnuni, sum hildin varð í Suðuroy, varð gjørd stór veitsla.
Í byrjanini varð avmarkað, hvussu nógv fólk sluppu við á dansistevnu. Mark varð sett við 30 frá hvørjum felag. Og tíggju vóru tá feløgini.
Í dag er eingin avmarking, og feløgini eru eisini fleiri. Tó er talið kortini undir 40 í meðal.
Ein stórur munur í dag í mun til seinast, tá landsdansistevnan varð hildin í Vágum, er sjálvandi Vágatunnilin, sum ger tað møguligt hjá nógvum fólki at sleppa heimaftur beinanveg, liðugt er. Og tað merkist eisini væl á gistingunum.
?Í dag er tað ikki meira enn umleið ein tjúgundapartur av teimum, sum fyrstu ferð vórðu hýst í Vágum, sum hava biðið um hús í samband við stevnuna, sigur Jónvør Petersen í Bø, ið sum formaður Vága Dansifelags í 1983 »uppfann« landsdansistevnuna, har øll føroysku dansifeløgini hittast.