So fróur eg ríði mín fljóta hest

75 ÁR. Ferðirnar á rossabaki eru sum heiligvágur fyri bæði likam og sál. Tá tú hevur brúk fyri hvíld, fæst einki betri enn at seta seg á rossið og so ríða út í sjálvan lekidómin, sigur reiðmaðurin, havnarmaðurin, Viljormur Tórsheim, sum fylti 75 ár sunnudagin

Teir síggjast víða um í landinum, tó kanska eina mest í meginøkinum. Rossamenninir, ella fólkini, tí tað eru so sanniliga eisini konufólk við. Ferðandi í bólki, hógliga fram eftir gomlum gøtum ella sitandi hvílandi í einhvørji lagd, har læligt er.

Hetta at ríða er ein lívsstílur, sum rossafólkið ikki kann vera fyri uttan. Ein av pionerunum, Viljormur Tórsheim, lýsir tað við at citera yrkingina »Hagin og kirkjan« hjá Hans Andr. Djurhuus:


Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi,

meðan sólin í várgleði fjøllunum kíndi;

kennir tú meg rætt, so veitst tú væl at eg

má leita mær burtur hagar, himinin er høgur,

hagar, lotið og fuglurin eitt várkvæði kvøður;

tí er hagin nógv betri enn kirkjan fyri meg.


Jú, ríðingin gevur góðar løtur, sigur Viljormur. Løtur, sum ríka bæði likam og sál.


Føðingardagar í røttum umhvørvi

Tá Viljormur seinasta sunnudag fylti 75 ár, helt hann føðingardag í umhvørvinum, rossafólkið kennir. Hann helt dagin í fjósinum saman við familju, vinum og kenningum í Føroya Ríðingarfelag.

Viljormur greiðir frá degnum, meðan vit sita í stovuni við Dungagøtu, har alt ber brá av, at her býr fólk, sum hevur áhuga í og kennskap til ross. Tað verið seg myndir, figurar ella hvat nú alt er. Rossið hevur heiðurspláss.

Tað er soleiðis, sigur Viljormur, at tá rossamenn fylla runt, plaga reiðfólk at fara í skrúðgongu at heilsa uppá. Er tað arbeiðsdagur, koma tey um kvøldið, men er tað frídagur, koma tey fyrrapartin.

Tá Aksel Hansen, sum forrestin var tann, sum tók stig til at stovna Ríðingarfelagið, fylti 75 ár herfyri, fekk hann tað geniala hugskotið at halda dagin saman við rossunum so at siga.

Aksel lat leka út, at hann tók í móti úti í fjósi sínum í Havnardali. Kalt var í veðrinum, og har stóð ein maður við eini stórari grýtu og beyð heitan puns. Okkurt fekst upp í munnin aftrat, og síðan varð tosað og reypað, greiður Viljormur frá.

»Og so bjóðaði hann bara heila bandanum niðan í Ríðifelagshúsið til morgunmat«.

Hetta helt Viljormur vera so óført, at hann avgjørdi, nú hann sjálvur fylti trýfjórðingsøld, at gera tað sama. Og tað eydnaðist avbera væl, gleðist hann um.


Meira enn eitt kríatúr

Eingin ivi er um hjá Viljormi, at hesturin er meira enn eitt kríatúr. Hann er ein vinur, sum tú hevur virðing fyri.

Og teir flestu reiðmenninir hava tað soleiðis, sigur Viljormur, hóast okkurt undantak kortini er.

Viljormur sigur, at hann varð so rørdur av einum sangblaði, sum abbasonurin hevði gjørt til føðingardagin.

Á forsíðuni var mynd av hestum og eitt citat frá einum amerikanskum hestamanni, sum ljóðar soleiðis:

»Fyri mær er hesturin meira enn ein vakur kroppur... Fyri mær er hesturin eins og ein andi, líkur Guði. Hevur nógv andlit, nógvar myndir, nógvar áskoðanir.«

Eins og hjá menniskjanum er eisini lyndið í hestinum ójavnt, greiðir Viljormur frá. Teir eru líka ymiskir, sum teir eru nógvir. Summir friðaligir, aðrir meira bræsnir. Onkur hevur góðan staðsans, meðan ein annar kanska hevur lyndi til at eldast skjótari enn aðrir.

Men har er eisini ymiskt, sum spælir inn. Alt eftir um hesturin verður nýttur sum ferðingarhestur ella kappingarhestur. Nú er alt so »uppgearað«, og tað merkir eisini hestarnar.

Viljormur sigur, at tú saktans kanst hava ein ferðingarhest eini 15-17 ár. Men tað velst sjálvandi eisini um, hvussu hesturin verður røktur og passaður. Tó sigur Viljormur seg einki vita um, at rossini hjá teimum í Ríðifelagnum ikki eru væl viðfarnir. Tað man vera rárasta hending, um tað ikki er so, sigur hann.


Tað liggur í

Ríðing var líkasum ein eitt sindur »familjubetónað« fyrr, greiðir Viljormur frá. Tað vil siga, at tað vóru ávísar familjur, kanska serliga úr Havn, sum høvdu ross at ríða á.

Serliga vóru tað dreingir og menn, sum riðu í gomlum døgum. Men tað hava so sanniliga eisini verið kvinnur, sum hava sett allar upp á pláss, greiðir Viljormur frá. Hann nevnir serliga Magnhild í Horni úr Havn, sum vann fleiri ríðikappingar í fyrra parti av seinasta hundraðáraskeiði. Hon stóð ikki aftan fyri nakran mann á rossabaki.

Men hetta er broytt seinnu árini, sigur hann. Nú er tað meira vanligt ,at fólk keypa ross. Mestsum at keypa bil, heldur Viljormur. Og uttan at hann sigur tað, liggur tað líkasum í luftini, at hann ikki heldur, at øll hugsa seg nóg væl um, tá tey keypa ross, eitt nú til børnini.

Og honum dámar avgjørt ikki, um so skuldi verið, at rossið ikki fær tað gott.

Tað kemur meira enn so fyri, at ungar gentur fáa ross og ríða dúgliga í byrjanini. Tað er líkasum ein móti, sum sæst um alt Europa, sigur Viljormur. Men fleiri verða líka knappliga burtur aftur, sum tær vaksa til. So verða rossini oftast seld øðrum.

Øll ross hava navn, eins og hundar og fyri tann skuld eisini fólk. Og rossamenninir kenna flestu rossini í landinum. Men tað kemur fyri, at ross verða seld, og at tey samstundis skifta navn. Viljormur Tórsheim dugir ikki rættiliga at skilja, at fólk kunnu gera so móti rossinum. Tí tað hendir meira enn so, at rossið kennist við navnið, og tí gerst heldur ørkymlað, tá tað knappliga verður nevnt okkurt heilt annað. Tí býtt er tað ikki, alt annað.

Viljormur sigur, at tað er ikki við løttum sinni, ein veruligur rossamaður letur rossið frá sær.

Eitt við natúruna

Tú fellur natúrliga inn í natúruna, tá tú fert ein túr á rossabaki langt frá vanligari mannagongd. Einki er, sum minnir um sivilisatiónina. Burtur er allur larmur av bilum, útvarpslurtum, tosandi fólki, og hvat nú býurin hevur at bjóða.

Saðiltaskan er fylt við mati og drekka. Vinmenninir stíga á bak, og so verður bara farið. Suður ella norður. Í ella úr oyggj. Alt eftir ætt og veðurlíkindum.

Onkur ungur er kanska við, sum fær vegleiðing um, hvar ríðast skal, so ikki verður skatt ella oyðilagt nakað. Tí rossafólkini eru natúrelskarar, sum gleðast yvir tað, sum vakurt er í skapanarverkinum. Staðarnøvnini verður prátað um. Tey kenna tey flestu. Fuglar, sum síggjast og hoyrast, verða viðgjørdir. Dagsins mál verða tikin upp. Tí her er mentað fólk, sum ferðast. Einki tvætl og fjas, hóast gavstrikkar eru, sum ikki fara av vegnum fyri at spæla hvørjum øðrum eitt puss, flennir Viljormur.

Riðið verður at einumhvørjum staði, har hvílt verður. Helst skal lívd vera, so matpakkin kann etast. Og avgjørt skal gras og vatn vera, so rossini fáa sítt, meðan reiðfólkið hugnar sær.

Hetta eru tær løturnar, sum einhvør hevur brúk fyri og sum eru nógv betri lekidómur enn allir læknar og sálarfrøðingar tilsamans, halda fleiri teirra, sum hoyra til selskapið.

Viljormur sigur, at tað eru tvey fólkasløg, hann sammetir í hesi støðu, Tað eru rossafólkini og sílaveiðufólkini. Tey fara út fyri at fáa frið.

»Jú víst er tað gevandi at ríða við góðum vinum«, sigur tann 75 ára gamli Viljormur Tórsheim, sum ikki ætlar at saðla av fyribils.