Fyri tí tú veitst er rætt

Fakdagur hjá Føroya Pedagogfelag er í dag og hevur tað vakra navnið: "Fakdagur um sálarligt arbeiðsumhvørvi".

 

Eg hoyri ofta, kanska serliga, konufólk siga, at orð skapa veruleika, og her eri eg samdur. Og akkurát tí skulu vit royna at verða neyv í okkara orðavali.

Tá forkvinnan í Føroya Pedagogfelag varð gjørd vitandi um, at tann galdandi sáttmálin fyri hjálparfólk ikki megnar at rúma øllum hjálparfólkum, sum arbeiða á økinum, valdi hon at brúka orð sum sáttmálaspurningur og biðja um eyka lønarstig fyri broytingum. Hon sigur, at galdandi sáttmálin er bara fyri limir í Føroya Pedagogfelag.

Okkara kæra land hevur givið einum fulltrúa fulltrú til at umsita hetta fyri landið gjøgnum Fíggjarmálaráðið. Hesin almentsetti fulltrúin við sínum útbúgvingum innan fyri bæði námsfrøði & løgfrøði, hevur nú somu áskoðan, at galdandi sáttmálin, ella tann orðaða akademiska konstruktionin, sum hann, sum fulltrúi fyri okkara kæra land, og saman við øðrum, hava megnað at skapt við orðum út frá teirra fatanarevnum og teirra nærlagni, er bert galdandi fyri limir í Føroya Pedagogfelag.

Hendan tulkingin er so tann veruleikin og tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, sum tey alment settu hjálparfólkini, sum ynskja at verða limir í fakfelagnum Hjálparfólkafelagnum arbeiða undir í dag.

Tann sama forkvinnan rópar Hjálparfólkafelagið fyri eitt sokallað fakfelag. Og hugsandi er nokk, at teir av hennara limum, sum eisini eru leiðarar og álitisfólk fortelja somu søgu um tað ordiliga fakfelagið og eitt sokallaða fakfelagið.

Eg hugsi:

At tað er lætt fyri tey flestu at síggja fiskin í einum fisk & chips.

Kann man hava fakdag um sálarligt umhvørvi, tá man tilvitað velur at hava nógv starvsfólk hjá tí almenna uttan fyri tann galdandi sáttmálan á økinum?

Kann man sum land og kommuna góðtaka eina slíka atferð mótvegis sínum egnu starvsfólk á sínum egnu stovnum?

Kann man sum land og kommuna gera sáttmálar við slíkt fakfelag?

Um orð skapa veruleika: Hvat merkir so orðið fulltrúi, og hvat fyri fulltrúar hevur okkara kæra land?

Eg kann nevna út frá KAF, at 58,8% av ársverkunum á dagstovnaøkinum eru mannaði av hjálparfólkum.

Føroya Pedagogfelag vil ikki upplýsa meg um teirra limalutfall. Men eg kann lesa teirra virðir á teirra heimasíðu: Dirvi, álit, Trúvirði, Fakligheit & Samanhald.

Eg havi sæð eitt gamalt brot frá KVF/Degi & Viku, sum nevnir ein limalutfall við 57% av hjálparfólkum.

Kanska hevur hetta høga limalutfallið av hjálparfólkum nakað at gera við núverandi sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tí, um mann hyggur eftir lønartalvunum, hvussu lønarkarmurin er deildur út, er trupult at finna grundgevingar fyri hesum høga limalutfallið á hjálparfólkum.

Kanska søgan um tað ordiliga fakfelagið og tað sokallaða fakfelagið eisini spælir inn.

Eg hugsi, at eitt ordiligt fakfelag, hvørs limir eiga felagið, vildi deilt lønarkarmin út meira rættvíst fyri allar sínar limir.

Alt sum eg sigi her, havi eg digtalt prógv fyri. Tey komi eg at vísa, um tað er brúk fyri tí.

Alt undir sólini hevur sína livitíð. Galdandi sáttmálin gongur út 31. mars 2026. Og vónandi megnar man sum land og kommuna at implementara starvsfólkarøkt og fakfelagsfrælsi inn í komandi sáttmálar og soleiðis skapa eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi fyri øll síni hjálparfólk og ikki bara fyri limir hjá Føroya Pedagogfelag.

Rætt skal vera rætt, eg veit ikki, um forkvinnan hevur eina samda nevnd aftan fyri sær hesum viðvíkjandi. Tað fari eg at spyrja tey um.

 

Eg síggi hjálparfólk sum eina gávu til dagstovnaøkið og eg hugsi, at man skal brúka námsfrøði til at møta teimum og til at menna tey til frama fyri alt Føroya land. Eg síggi fakligheit ella tað føroyska orðið “yrkiføri”, sum samansett av bókligum og praktiskum vitan og royndum.

Um orð skapa veruleika, so vil eg ynskja øllum, óansæð hvat fyri fakfelagi tú er limur í ella, um tú hevur valt tað frá, ein góðan fakdag um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

Eg fari at enda við orðunum frá einum borgarstjóra, sum gjøgnum KAF og saman við Fíggjarmálaráðnum ger sáttmálan fyri hjálparfólk. Eg dugi ikki ordiliga at síggja, at hesin buldribassin, mentamaður og borgarstjóri verða neyðtiknan av einum fakfelagið í allar ævir.

“Fyri tí tú veitst er rætt”.

 

Vinarliga

Hans á Lag

 

Pápi at børnum á dagstovni og formaður í Hjálparfólkafelagnum.