So hugnaligt og so fagurt er

Tey vóru bara 16 ára gomul, tá tey gjørdu av, at tað skuldi vera tey bæði. Og enn, nú bæði hava fylt 86 ár, eru tey eins góð við hvørt annað, sum tá tey fyrst hittust. Hóast sjúku og høga aldurin eru Alexandra og Páll á Dul tvey virkin fólk. Minnið er gott; tey fylgja væl við og hava stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum.
- Nú eru vit gomul, men vit eru meiri bundin at hvørjum øðrum enn nakrantíð. Vit styðja okkum til hvørt annað, og vit kunnu siga, at vit hóska væl saman og hava somu áhugamál, siga Alexandra og Páll

Alexandra fylti 13 ár tann dagin, Páll sá hana fyrstu ferð. Hann varð sendur í barnaheimið hjá henni við einum pakka, og tey bjóðaðu honum inn til ein drekkamunn.
Páll minnist einki til nakað forelskilsi tá, men hann var eisini bara 13 ár sjálvur, so tankar hansara hava helst snúð seg um onnur ting.
Góð trý ár seinni kom Páll til Klaksvíkar at arbeiða á posthúsinum. Tá var hann blivin 16 ára gamal. Ikki gekk long tíð, so rann saman millum tey bæði, sum tá stóðu í ungdómsins fagrasta blóma.
Í 1939 fóru tey bæði til Danmarkar; Alexandra fór á húsarhaldsskúla og Páll at lesa løgfrøði. Alexandra og Páll vóru millum tey mongu, ið ikki sluppu heimaftur, tá kríggið brast á. Tey giftust 24. september 1941 í Keypmannahavn og vórðu búgvandi niðri í 10 ár.
- Tá kríggið brast á, vóru vit mong, ið royndu at sleppa til Føroyar um Háland. Men Háland var eisini hersett, so har var einki at gera. Vit máttu pent verða verandi í Danmark, greiða tey bæði frá.
- Men hóast kríggj var, so vóru vit ongantíð svong. Danmark mundi helst vera tað landið, sum var frægast fyri undir krígnum, sigur Páll.
Eftir at hann hevði tikið prógv sum løgfrøðingur, fluttu tey heimaftur til Føroya.
Ein dagin hann var í Klaksvík, hevði hann eini ørindi á skrivstovuni hjá Kjølbro. Tá spurdi Kjølbro hann, um hann vildi koma í starv har. Páll visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi svara, og Kjølbro bað hann geva sær stundir at hugsa seg um.
- Satt at siga, so átti eg ikki nógvan pening eftir árini við lestri í Keypmannahavn, so tað var freistandi at taka av hesum tilboði, har lønin var góð, og vit fingu frían bústað, sigur Páll.
- Eftir at eg hevði tosað við Alexandru, gjørdi eg av at taka av tilboðnum, og vit búsettu okkum í Klaksvík.
Í 1965 bygdu tey egnu hús síni, sum liggja nær samkomuni í Betesda, har tey øll árini hava havt sína dagligu gongd.
Trúfastir samkomustuðlar
Vit sita í hugnaligu stovuni í heimi teirra á Biskupstøð. Tað er fyri tað mesta Páll, sum førir orðið. Tá eg komi inn, sigur Páll skemtandi.
- Tú, eg veit ikki, um Alexandra skal vera hjá.
At Páll hevur mest at fortelja, er kanska ikki so løgið, tí hann er tann, sum hevur arbeitt úti, meðan Alexandra øll árini hevur tikið sær av húsi og heimi.
Tó, eitt skifti meðan tey búðu niðri, seymaði Alexandra fyri ein klædnahandil í Keypmannahavn.
Spurd, um hon hevur saknað at arbeitt úti, sigur hon:
- Eg kundi ikki hugsað mær at arbeitt úti, eg havi havt nóg mikið at tikist við heima.
Og nóg mikið man hava verið at tikist við, tí til fyri fáum árum síðani hýstu tey nærum øllum útlendingum, ið komu til Klaksvíkar at halda møtir í samkomuni í Betesda.
Teir eru ikki so fáir enskir trúboðarar, ið hava gist hjá teimum gjøgnum árini.
Gestabók til trúboðarar
Einaferð gav Fía, kona Eliesar Poulsen - tað vóru tey, ið høvdu Thule bókhandilin - teimum eina gestabók, bara ætlað útlendskum trúboðarum at skriva í.
Í henni sæst, at um 50 ymiskir trúboðarar hava búð hjá teimum. Ein av teimum, Robert McLuckie, hevur gist hjá teimum heilar 22 ferðir.
Alexandra sigur, at hon hevur notið at havt gestir, og at hon var von frá barni av at hava enskar trúboðarar búgvandi.
- Eg dugi so mikið av enskum, at tað kann brúkast til húsbrúk, sigur hon flennandi.
- Vit høvdu góðar umstøður at hava útlendskar trúboðarar búgvandi, tí vit dugdu enskt og nakað av týskum eisini, leggur Páll aftrat.
Tá Páll var um 35 ára gamal, byrjaði hann at tulka, tá enskir trúboðarar komu at halda møtir.
- Eg kendi ongantíð talurnar frammanundan, tí eg vildi ikki binda talaran, sigur hann.
Hann sigur, at hann bara visti, hvat evnið var og hvørji bíbliuørindi, talarin ynskti at lesa.
Gentan metti Páll sum ein prest
Páll hevur alt sítt lív verið sera virkin í samkomuni. Sjálvur sigur hann, at sunnudagsskúlaarbeiðið hevði hansara stóra áhuga. Í samkomuni í Betesda hava Alexandra og Páll havt sítt fasta pláss á fremsta bonki.
At Páll hevur havt stóran týdning fyri samkomuna, er henda fitta søgan, sum er um 30 ára gomul, eitt dømi um:
Ungur vikarur hevði ein av smærru flokkunum í føroyskum. Hann segði tá við eina av smágentunum, sum dugdi sera væl at lesa: "Tú lesur sum ein prestur". Tá var gentan kvik at svara: "Nei, eg eri babtist, so tað má heldur sum vera Páll á Dul".
Í útvið 40 ár var Páll sunnudagsskúlalærari, fyrst í Havn og síðani í samkomuni, har tey savnaðust, meðan tey búðu niðri. Tá tey í 1949 fluttu heim til Føroyar aftur, fall tað heilt náttúrligt hjá Páll at hjálpa til við sunnudagsskúlanum í heimasamkomuni.
Vuksu upp undir ólíkum umstøðum
Alexandra og Páll vuksu upp undir ólíkum umstøðum. Meðan hon vaks upp í einum keypmans- og reiðaraheimi, vaks hann upp í einum heimi, har eingin pápi var at breyðføða familjuni.
Páll var bert 7 ára gamal, tá hann misti pápa sín.
- Vit vóru 9 systkin, og vit sluppu ikki at liggja á tí løtu síðuni, sigur hann.
Hann sigur, at tey máttu øll arbeiða fyri at lívbjarga familjuni.
- Tá eg gjørdist vaksin, ynskti eg at sleppa til skips, men tað vildi mamma mín ikki, sigur hann.
Hóast mamma teirra gjørdist einkja við so stórum húsi, eydnaðist øllum systkjunum hjá Páll at fáa góðar útbúgvingar.
Mamma Páll var útbúgvin lærari, men tá sluppu tey, sum hoyrdu til frísamkomurnar, ikki at undirvísa.
Páll var millum tey fyrstu, sum tóku studentsprógv í Føroyum. Áðrenn tað, hevði bert verið latínskúli her.
Alexandra er fødd 5. august 1916, dóttir Sáru og Jens Clæmint Isaksen í Klaksvík. Páll er føddur 25. apríl sama ár og er sonur Agnas og Jógvan Jensen. Alexandra og Páll eiga trý børn; Sáru, Agnar og Maritu. Agnar býr í Klaksvík. Sára og Marita eru búsettar í Danmark. Og familjan øktist í hvørjum. Barnabørnini, sum eru 9 í tali, hava nú sjálvi fingið tilsamans 14 børn.
- Jú, vit hava sanniliga nógv at vera takksom fyri, siga tey bæði at enda.