ikki er satt. Hann segði, at hann var ikki førur fyri at prógva heimkomu sína á aðrar hættir. Hetta kann hann ikki, tí hann búleikast einsamallur, og tískil er eingin, ið kann vátta, at hann var heima uml [...] segði, at hann altíð hevði havt lyklar til Marco Polo. Hetta hevði hann, orsaka av at hann var partaeigari og eisini hevði arbeitt har. Men hann segði eisini, at høvuðseigarin hevði kunnað hann um, at lásini [...] leggja leiðina heim. Hann gekk niðan gjøgnum Tórsgøtu, framvið bakarínum hjá Restorff og matstovuni City. Tá ið hann var komin niðan í Steinatún, tá tók hann ein hýruvogn, ið koyrdi hann beinleiðis til hús
skulu fara hagar, har besta hjálpin fæst, sigur Eliesar Olsen.Hann er skurðlækni og hevur við krabbameinssjúklingar at gera. Á fundinum greiddi hann frá, hvussu t.d. kvinnur kundu fáa nýtt bróst, ístaðin fyri [...] Olsen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, er nevndarlimur í Krabbameinsfelagnum. í Hansara starvi hevur hann eisini við krabbameinssjúklingar at gera: Vit halda tað eisini vera umráðandi at tosa um hesi v [...] fyri at nýta bróstprotesur. Kvinnur fáa nýtt bróst og betri lívsvirði Hann hevur gjørt slíkar viðgerðir í Svøríki, og veit, at tað hevur nógv at týða fyri lívsvvirðið hjá kvinnum, at tær hava fingið hetta
ærin rættiliga skuffaði hann í vár, tí hon kom ikki við nøkrum lambi. Annars hevur hon vanliga lembt tvey ella trý góð lomb. Men vónbrotið var stórt, tá einki lamb var komið í mei, men somikið størri er gleðin [...] Dagfinn Olsen Hans Jacob Hjelm í Vági visti ikki hvat hann skuldi halda, tá ær hansara umleið 10. oktober gekk við lambi við sína lið. Vanliga hoyrir slík sjón várinum til, men í Vági hevur henda ær gjørt [...] gjørt mangan mann bilsnan, nú hon hevur lamb við lið í oktobermánað, Menn siga seg skula sera langt aftur í tíðina fyri at minnast, nær slíkt er hent seinast. Skuffaði í vár Hans Jacob Hjelm sigur, at ærin
nógv ár. Síðani 1986 hevur hon við jøvnum millumbilum skrivað og givið út bøkur, ið greiða frá nútíðarstøðuni hjá kvinnuni m.a. lýst við støði í málinum. Sum tann einasta hevur hon givið føroysku kvinnuni [...] henni eitt virðiligt pláss í søgu okkara. Síðani 1994 hevur hon starvast sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í Gøteborg, og nú er hon farin undir eina størri ritgerð um mál og kyn, ein ritgerð [...] Ein ógvuliga primitiv mynd av, hvat eitt menniskja er vert. Mamma segði ongantíð nakað ímóti hesum. Hon hevði eina útbúgving og var dugnalig til sítt starv. Har sótu teir uttan nakra mentan, drukku hennara
nógv ár. Síðani 1986 hevur hon við jøvnum millumbilum skrivað og givið út bøkur, ið greiða frá nútíðarstøðuni hjá kvinnuni m.a. lýst við støði í málinum. Sum tann einasta hevur hon givið føroysku kvinnuni [...] henni eitt virðiligt pláss í søgu okkara. Síðani 1994 hevur hon starvast sum norðurlendskur lektari við lærda háskúlan í Gøteborg, og nú er hon farin undir eina størri ritgerð um mál og kyn, ein ritgerð [...] Ein ógvuliga primitiv mynd av, hvat eitt menniskja er vert. Mamma segði ongantíð nakað ímóti hesum. Hon hevði eina útbúgving og var dugnalig til sítt starv. Har sótu teir uttan nakra mentan, drukku hennara
Hendrik Samuelsen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3475 gr. 10. okt. fingu Christian og Josvør Reinert, Jerslev Sj., eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3720 gr. 12. okt [...] Sigurdson og Benny Sevdal, Horsens, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4600 gr. 12. okt. fingu Vilde Bech og Thomas Baadsgaard, Keypmannahavn, ein son. hann var 54 cm. langur og vigaði 3040 gr. 14. [...] Anita og Tróndur Niclasen, Bøur, eina dóttur. Hon var 45 cm. long og vigaði 2155 gr. 15. okt. fingu Anita Ryggshamar og Johannes Nysted, Vágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 2970 gr. 16. okt
samrøðu við Hans Fróða, har hann segði, at hann var sera spentur uppá at royna seg í Motherwell, og landsliðsmaðurin dugdi eisini at sjarmera seg inn í hjørtuni á fótbóltshugaðu skotunum, tá hann segði, at [...] Havnini, og hann staðfestir, at tað gekk ikki akkurát soleiðis í Skotlandi, sum hann hevði vónað. Hans Fróði vandi við skotska felagnum, og fyrr í vikuni slapp hann eisini at royna seg í dysti fyri U-21 liðið [...] at hann helt landið vera vakurt og fólkið vera blítt, og at millum annað hetta vóru orsøkir til, at hann fegin vildi spæla í skotsku landskappingini. Illa fyri Í gjár var Hans Fróði Hansen aftur í Havnini
framferðin tykist margháttlig. Als ikki vanlig fyri tey sum halda seg hava eina góða sak og trúgva at hon fer at vinna. Heldur øvugt. Soleiðis plagar heldur tann at leika í, sum óttast fyri at tap er í hendi [...] loyvt mær at vísa á, at onki búskaparligt grundarlag er undir fullveldisætlanini. Búskaparliga byggir hon á eina illusjón um, at tá fullveldið er proklamerað, fer vinnuliga orkan at spríkja fram allastaðni [...] niðarliga, at eg leggi ikki í at svara teimum aftur. Skommin fellir aftur á tey. Vestmanna, 22.10.1998, Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður
hondina at spæla sær við. Dúgliga hevur hann roynt at senda hann víðari. Sitandi á hesum eyka vaglinum, sum hann fekk í Landsstýrinum, hevur hann yrkt og yrkt, men fær hann ikki frá sær. (Tað er síða eitt). [...] Álvaratos. So mikið av veiggi haldi eg, er í hesum manni, at hann best fær vart seg sjálvan. Alt annað er pínligt. Í løtuni er hann Tjóðveldisflokkurin. Hann er fullveldið! Í samgonguskjalinum stakk Fólkaflokkurin [...] støðutakan fyri ella ímóti fullveldinum. Heldur er hetta ein roynd at lýsa veruleikan, sum hann sum fakmaður sær hann. Hetta haldi eg, at vit politikarar áttu at tikið til okkara og viðgjørt sum tað fyrsta
ikki nýkomin. Hon hevur siglt tað hon kann minnast. Hon hevur fingið rullið við móðurmjólkini. Durita er dóttir Tórstein Holm, tann?lækna á Sandi og hann hev?ur stóran áhuga í bátum. Hann eigur part í Salku [...] eitur Durita Holm, hon er 23 ára gomul og hon kolleveltir full?komiliga tí vanligu ímynd?ini av, hvussu ein skipari eigur at vera. Hon er ikki grov og veðurbard við al?skyns tatoveringum. Hon hevur ikki fingið [...] ella ovurnýttum innantómum orðafell?um. Hon er høg og vøkur við nýlitaðum hárið, hon er sterk og kimlig og hon er áhugaverd og stuttlig at práta við. Og so er hon so deiliga føroysk. Heiman?sandsgentan