Dagfinn Olsen
Hans Jacob Hjelm í Vági visti ikki hvat hann skuldi halda, tá ær hansara umleið 10. oktober gekk við lambi við sína lið. Vanliga hoyrir slík sjón várinum til, men í Vági hevur henda ær gjørt mangan mann bilsnan, nú hon hevur lamb við lið í oktobermánað,
Menn siga seg skula sera langt aftur í tíðina fyri at minnast, nær slíkt er hent seinast.
Skuffaði í vár
Hans Jacob Hjelm sigur, at ærin rættiliga skuffaði hann í vár, tí hon kom ikki við nøkrum lambi. Annars hevur hon vanliga lembt tvey ella trý góð lomb. Men vónbrotið var stórt, tá einki lamb var komið í mei, men somikið størri er gleðin og bilsnið nú, ærin í oktoberkuldanum hevur lembt eitt vælskapt lamb.
Trívist væl
Hóast kuldin er komin og fjallatindarnir hvítna, so tykist lambið at trívast. Hans Jacob Hjelm heldur ikki kuldan gera nakran skaða, tí seyðurin gongur inn og út sum hann vil og etur bæði hoyggj og kraftfóður. Eisini lambið etur kraftfóður og trívist væl.
Ærin er 7 ára gomul og er av góðum slag og vónirnar fyri, at alt gongst væl hjá lambi og ær eru góðar, sigur Hans Jacob Hjelm ikki sørt bilsin, men errin.