Hans Fróði kennir seg púra útbrendan

Fótbóltur: Royndirnar í Skotlandi hava sannført landsliðsmannin um, at akkurát nú skal hann ikki hugsa um yrkisfótbólt í útlondum

Í gjár kom Hans Fróði Hansen ? leirvíkingurin, sum í ár hevur verið so sannførandi í HB miðverjuni, at Allan Simonsen eftir summarsteðgin gav honum fast pláss á landsliðnum ? aftur til Føroyar, eftir at hann fyrrapartin av hesari vikuni royndi seg í skotska felagnum Motherwell.

Tá landsliðið var í Skotlandi var ætlanin, at Hans Fróði skuldi til royndarvenjingar í Motherwell. Tað frætti tíðindamaðurin hjá Sky Sport, tá hann var og fylgdi venjingini hjá føroyska landsliðnum í Aberdeen, og hann legðist ikki á boðini. Allan mikudagin í síðstu viku, tá væl umtókta sjónvarpsrásin kyndi uppundir dystin, sum teir seinni um kvøldið skuldu senda beinleiðis frá, spældu teir aftur og aftur eina samrøðu við Hans Fróða, har hann segði, at hann var sera spentur uppá at royna seg í Motherwell, og landsliðsmaðurin dugdi eisini at sjarmera seg inn í hjørtuni á fótbóltshugaðu skotunum, tá hann segði, at hann helt landið vera vakurt og fólkið vera blítt, og at millum annað hetta vóru orsøkir til, at hann fegin vildi spæla í skotsku landskappingini.


Illa fyri

Í gjár var Hans Fróði Hansen aftur í Havnini, og hann staðfestir, at tað gekk ikki akkurát soleiðis í Skotlandi, sum hann hevði vónað.

Hans Fróði vandi við skotska felagnum, og fyrr í vikuni slapp hann eisini at royna seg í dysti fyri U-21 liðið hjá felagnum. Hetta var kortini einki at rópa hurrá fyri, og um talan var um nakra próvtøku, so endaði hon á hálvari leið, tí Hans Fróði kom ikki á vøllin aftur eftir steðgin. Hann kendi seg vera eitt sindur skaddan, og sá onga orsøk at halda fram í ikki serliga góðu líkindunum.

? Besta liðið hjá felagnum liggur illa fyri í botninum í bestu deildini í Skotlandi, og tað var heilt týðuligt, at talan var um eitt botnlið. Lagið var einki serligt á spælarunum, og tað var ikki frítt, at tú fekst eina kenslu av, at her var so at siga talan um eina søkkandi skútu, sum rotturnar umhugsaðu at fara frá. Og til eitt felag, sum er í sovornum standi, er tað lítið hugaligt at koma til sum nýggjur, staðfestir Hans Fróði Hansen.


Treingir til hvíld

Í hesari vikuni hevur ljóðað, at ætlanin var, at Hans Fróði Hansen skuldi royna seg í onkrum øðrum felagi, og Tottenham hevur verið nevnt í práti millum manna. Jógvan Páll Lassen, sum røkir áhugamálini hjá HB, tá tað snýr seg um sølu av spælarum úr felagnum, sigur, at møguleikarnir at koma til onnur feløg í Onglandi vóru fleiri, men at bæði hann og spælarin vóru samdir í, at tað var best at bíða við hesum. Og Hans Fróði Hansen er so sera samdur í hesum:

? Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so kenni eg meg í løtuni púra slitnan, tá tað hevur við fótbólt at gera. Eg fór at venja í januar, og síðani tá havi eg havt við fótbólt at gera so at siga hvønn einasta dag. Hinir í HB høvdu frí nakrar dagar mitt í summar, men tá var eg í danska superligu felagnum AB, og har vandu vit uppaftur harðari, enn vit hava gjørt í HB. Tað, sum eg treingi mest til av øllum akkurát nú er púrasta at halda frí frá fótbóltinum, og tað ætli eg mær at gera í minsta lagið í fjúrtan dagar og helst í tríggjar vikur.


Lærdómurin

Men Hans Fróði Hansen heldur ikki, at tað hevur verið burturspilt, at hann hevur verið eina lítla viku í Motherwell, og hann hevur avgjørt ikki slept ætlanunum um at gera fótbótin til fulltíðar vinnuveg.

? Eg havi fingið nakrar royndir, sum eg vónandi kann brúka í framtíðini.

Hvørjar eru tær, og hvat kanst tú brúka tær til?

? At tað ikki er serliga heppið at fara til eitt felag, sum er í svárari kreppu, og at tú skalt ansa tær, tá tú fert út at selja teg sjálvan, at tú ert væl fyri. Ert tú ikki tað, so gerst tú verri at fara avstað enn at vera heima, og tað var kenslan, sum eg hevði nú, og tí var best at koma heim.

Tá Hans Fróði Hansen sammetir ferðina til Skotlands við hana til AB, sum nú er topplið í donsku superliguni, so heldur hann ógvuliga stóran mun vera á:

? Í summar var eg væl fyri, og eg hevði ikki trupulleikar at fylgja hørðu venjingini hjá Christian Andersen. Í Skotlandi hevði eg eina kenslu av, at eg var slitin, og tá umstøðurnar so heldur ikki vóru serliga hugaligar, so var tað eyðsýnt, at einki gott fót at spyrjast burturúr.

Nær ætlar tú tær av aftur landinum?

? Tað fara vit at finna útav. Eg fari at fyrireika meg um nakrar vikur, og tá okkurt høvi býðst eftir ársskiftið, so fari eg at taka støðu til, um tað er vert at royna.