sum hevur verið brúkt upp á fullveldisætlanina, hevði verið brúkt til at fingið okkara samfelag vinnuliga útbygt. Enn eru vit eitt samfelag við tí einsamalla beininum at standa á. Vit høvdu so dánt fingið [...] politikkarum nakað at hugsa um, kanska serliga meirilutanum í fíggjarnevndini. So kanska leggjast teir ikki á tilboðið frá framsøgumanni Javnaðarfloksins. Hvat er tað, sum politikkur skal snúgva seg um? Alt eftir [...] fingið annað bein við alingini, men hetta bein er ikki serliga støðufast í løtuni. Og mangt bendur á, at vit aftur eru vorðnir rávøruútflytarar. Men um øll henda hugsandi orkan og ikki at tala um allar hesar
ábyrgd fyri sær sjálvum Hann heldur at einastu ráðini um heilsan skal varðveitast er, at fólk taka ábyrgd fyri sær sjálvum, og ikki bert líta á heilsuverkið. ? Um vit sammeta heilsuverkið við aðrar stovnar [...] konufólkunum vísti kanningina, at 55 pst. vigaðu ov nógv og 16 pst. vóru feit. Heðin Thomsen, yvirlækni á medisinsku deild og serkønur í hjartasjúkum, hevur staðið fyri kanningini. Spurdur um ein tilvildarligur [...] hjartasjúkur ? Eru fólk við likamligum krevjandi arbeiði meira útsett fyri sjúkum enn tey, sum sita á skrivstovu? ? Vit hava ongantíð talt sjúklingar upp í sosialar bólkar, men eg haldi, at fólk við hægri
fyri fleiri flakavirkjum her á leið. Virkið á Glyvrum fór av knóranum. Róland keypti bygningin aftur frá Sjóvinnubankanum nakað seinni. Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik, pápi [...] tó trupult at fáa hendur á smolti, einans Fiskaaling framleiddi smolt, og var hetta meir á vísindaligum støði heldur enn sum ein framleiðsla. Fyrstu árini fekst einans hendur á umleið 15-25.000 smoltum [...] vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt. Liðugur við barnaskúlan fór Hans í 1953 á Háskúla í Hornabø, har Marius Johannesen
teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur og framvið Nova Skotia strondini, ja, so vestarliga helt onkur skemtandi fyri, at teir einaferð sóðu glæmuna fra gøtuljósunum á Manhattan. Á tunfiskaveiði [...] strendurnar har suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi [...] partur av tí merkiliga hugaliga og positiva huglagi, sum kann vera á einum havnarlagi, har driftað verður stútt og støðugt. Á nátt sum á degi. Aftanvert hóvligu medferðina hjá hesum monnum lógu heilt serliga
fylgja við hesum streymi. Á ytstu útskerum kunnu vit síggja fólk draga upp á kroppin eftirgjørdar mótabúnar. Danski fornfrøðingurin Poul Nørlund var í fer við at grava fyrst í 20. øld á Herjólvsnesi sunnanvert [...] n, men seta hesar alheims gummiskógvar rað á rað í tann føroyska durin á ein skynsaman hátt, so teir hava sítt pláss í duraalheimsgerðini í Klaksvík og her á landi. - Vit eru bygdafólk, hóast Fuglafjørður [...] vakrari. Løtan endaði við felagssangi, har fólk munda halda á at syngja í ein góðan tíma ella meir. Við tað gamla og tó Í so máta var alt við tað gamla á Norðoyastevnu. Og tó. Eftir midnáttarsamkomuna var tað
bangin hon var. Tey sótu úti á dekkinum á hesum lítla báti, sjógvarnir brutu í bæði borð. Tað var óhugnaligt hjá teimum, sum ikki vóru von at sigla. Tey komu heilt fremmand upp á Skopunarkai. Tey fóru úr Skopun [...] sakk á Kappanum og “Coralia” tók fólki í ódnarveðri. Jógvan var kokkur á “Coraliu”, ein sera róligur maður. Mortan í Hvannasundi, sum var giftur við systkinnabarni ommu míni Sannu, var skipari á “Bleiston” [...] teir róðu á Genesaretsvatninum. Jú Óli kundi siga frá, tá vóru armarnir á lofti. Armarnir vóru sum bummar. Eg kundi nevnt so nógv annað og só nógv onnur, sum eg minnist, men tað verður ikki á hesum sinni
Færø, men arbeiddi eisini eitt tíðarskeið í Kósabúðini. Ella, sum var von at ganga á møti í Mizpa á Eiði, gekk eisini á møti tá hon búði í Klaksvík. Hon kom regluliga í Betesda, har hon eisini gjørdist [...] ikki á tann hátt sum Ella hevði hugsað sær! Andakt á Malta Tað var eingin ivi hjá Virgari og familjuni, at konan og mamman skuldi jarðast í barndómsbygdini. Fríggjadagin var ein andakt hildin á Malta [...] ynski frammi, at Betesdakórið luttók á jarðarferðini. 15 fólk úr kórinum, við Árna Jacobsen á odda, myndaðu Betesdakórið undir jarðarferðini, sum setti sín dám á løtuna, við trimum sangframførslum
enskt og kundi fortelja krønikur og søgur á enskum. Aftaná at Herluf andaðist hevur hann fingið ein hóp av heilsanum á heimasíðuni hjá Heepvention08 og eisini á Youtube. Herluf keypti sær í juni, ella 3 [...] Vit høvdu vant eitt programm í fleiri mánaðir, sum vit skuldu framføra saman við John Lawton á Jóansøku á Tvøroyri. Herluf gleddi seg sera nógv til hesa konsertina og livdi við lív og sál inn í trummuspæli [...] og spældi við í eini tvey ár. M.a. var hann við til at spæla inn lagið ”Tillukku” á Amnesty Tónum. Seinni fór hann niður á tónlistaháskúla og spældi við fleiri donskum tónleikabólkum. Herluf var ein sera
1908 noyddi Leopold frá valdinum. - Á henda hátt hevði Dollin beinleiðis ávirkan á heimssøguna. Men hóast nógv er skrivað um Congo og Leopold, so er Dollin ikki tikin upp á tungu. Men nú fær eisini hann sítt [...] Søgurnar um menn, ið eru farnir á sjónum, og søgurnar hjá teimum, ið eftir sita. Sum dømi nevnir Óli Jacobsen árið 1920, tá 60 mans fórust á sjónum. - Ein kann undrast á, hvussu føroyska samfelagið hevur [...] at teirra luksuslív er ikki nøkur sjálvfylgja. Hann steðgar á. Tekur fram eitt brot úr einari av mongu vanlukku frásøgnunum. Vanlukkan umborð á Acorn undir Íslandi í 1928, tá sjey menn brendu til deyða.
við borðinum uttan nøkur skot á grøna undirlagnum. Alt meðan hugsanin leitar oman á vøllin, kemur Sára inn í skúlastovuna og brýtur líkasum hesa hugsan av, tí nú skal álvarin á tímatalvuna. Fyrsti skúladagur [...] tykist kortini ikki nerva ta ungu og lívsfrísku Rebekku. Stillisliga setir hon seg undir liðini á Ásu á fremsta beinki, vinstrumegin læraran. - Tað er gott at hava eina gentu at spæla við, sigur Rebekka [...] teirra skúli skuldi byrja. Soleiðis var kortini ikki á Húsum, tí her sótu børnini ístaðin og bíðaðu eftir at telefonin skuldi ringja heima við hús. Her á Kalsoynni eru umstøðurnar av heilt øðrum slagi enn