Sigast má, at vit hava ein demokratiskan trupulleika, tá vit longu nú kunna ásanna, at vit við einum minnilutalandsstýri høvdu fingið eina fíggjarlóg við størri politiskari og fólksligari undirtøku, enn tann undirtøka, sum hetta uppskotið fer at fáa. Hetta átti at givið øllum ábyrgdarfullum politikkarum nakað at hugsa um, kanska serliga meirilutanum í fíggjarnevndini. So kanska leggjast teir ikki á tilboðið frá framsøgumanni Javnaðarfloksins.
Hvat er tað, sum politikkur skal snúgva seg um? Alt eftir hvønn tú spyr, fært tú svar. Men fyri okkum í Javnaðarflokkinum er svarið tað einfalda, at politikkur snýr seg um menniskjur. Politikkur er ikki háfloygd og veruleikafjar projekt, sum skulu føra politikkarar í søgubøkurnar, men eitt dagligt stríð fyri livikorum hjá tí fólki, sum búleikast her. Tað er okkara uppgáva sum politakkarar at syrgja fyri, at okkara medborgarar fáa eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tað eru ikki kanningar, álit og løgfrøðiligir orðastreymar, sum tey hungra eftir og enn minni tað, at vit í politiskari fáfongd fyribeina tí vælferð, sum flest øll hóast alt eru glað fyri.
Og hvussu er so trivnaðurin í føroyska gerandisdegnum uttan fyri Tinghúsið? Hvussu er trivnaðurin í heimarøktini, heilsurøktini, hjá teimum eldru, í nýføroyska skúlanum, hjá ungum barnafamiljum, hjá støkum uppihaldarum, hjá teimum sinnisbrekaðu og so mongum øðrum? Hava hesi í glæsiligastu búskapartíð, vit vita um, fingið teirra part av ágóðanum? Hava tey merkt, at nú fløddi inn aftur í almennu kassarnar? Og hvat kunnu tey so vænta sær, tá tað fer aftur at fjara? Fóru nú pengarnir til tey, sum høvdu fyrsta rætt til hann - snúði politikkurin seg um tey, hann átti at snúgva seg um?
Ikki tí pengar eru brúktir seinastu 5 árini, og tað við lít. Eina heila milliard hevur samgongan økt um almennu útreiðslurnar. Og lætt var tað at fíggja hesa risameirnýtslu, tí methøgi búskaparvøksturin tók sakina í egnar hendur. Men nú er vent í holuni.
Bert byrjanin
Eg tosaði við ein mann undan seinasta løgtingsval, sum segði, at tað einasta rættvísa, sum nú var, var at sama samgonga slapp at sita og kenna sviðan av, at ríkisstuðulin varð skerdur vitleysa nógv. "Lat teir nú sleppa at steikja í egna feitti, tí aftur um brekku kemur hetta so ella so", vóru orðini, hann segði. Og hann fekk ivaleyst rætt, vit fingu somu samgongu við einum eykaklípi, og aftur um brekku kemur stóri niðurskurðurin í ríkisveitingini, og enn hava vit bert merkt byrjanina.
Men minkingin av ríkisveitingini er ein veruleiki, og tí mugu vit so royna uppaftur betur enn fyrr at bera so í bandi, at vælferðarsamfelagið Føroyar, soleiðis sum mong okkara vilja hava tað at eita, hórar víðari. Merkist ein millión í niðurskurði um dagin væl í góðum tíðum, so fer hon at merkjast uppaftur meira, tá rákið veruliga vendur og andróður verður aftur, soleiðis sum vit so mangan hava upplivað tað. Og sárbarir eru vit sum ongantíð fyrr, ja kanksa meira nú enn áður.
Hugsið tykkum til, um øll tann fíggjarliga orkan, øll tann umsitingarliga orkan og øll tann skapandi orkan í okkara samfelag seinastu 5 árini, sum hevur verið brúkt upp á fullveldisætlanina, hevði verið brúkt til at fingið okkara samfelag vinnuliga útbygt. Enn eru vit eitt samfelag við tí einsamalla beininum at standa á. Vit høvdu so dánt fingið annað bein við alingini, men hetta bein er ikki serliga støðufast í løtuni. Og mangt bendur á, at vit aftur eru vorðnir rávøruútflytarar.
Men um øll henda hugsandi orkan og ikki at tala um allar hesar milliónirnar, sum vórðu brúktar til hetta projektið um fullveldi, í staðin vórðu brúktir til vinnuliga nýhugsan, so eri eg sannførdur um, at vit høvdu bæði ein robustari búskap, umframt at vit ivaleyst høvdu verið munandi meira sjálvbjargnir. Øll henda orka var betur farin til at givið búskapinum og samfelagnum andevni til komandi hóttafall, sum vit vita koma, tá tilfeingið er so óvist, sum tað er.
Skuggaboksing
Eg kann ikki gera annað enn standa við einari kenslu av, at henda viðgerðin mest er álik skuggaboksing. Vit hava eitt uppskot, sum samd samgonga leggur fram, og tað er í sjálvum sær gleðiligt, men royndin fjør vísti, at fíggarnevndarmeirilutin fult og heilt tekur ikki bara minnilutan, men eisini landsstýrismannin av ræði, tí álitið, ið kemur fram afur úr nevnd, er mest líkt einum heilt nýggjum uppskoti. So vit viðgera tøl og játtanir, sum flestøll bert liva til uppskotið kemur í nevnd. Tað kundi kanska givið okkum eina vón um, at uppskotið kundi blivið munandi betri, og tað tolir tað so sanniliga, men ivaleyst vil borgarliga elitan í fíggjarnevdini bert snara enn meira til høgru. Men løgið má tað kennast fyri landsstýrismannin, sum hóast alt brúkar ótrúliga orku upp á hetta uppskotið, so totalt at verða settur undir umsiting av sínum egna meiriluta.
"Tann, sum ikki sparir, tá ein hevur, hann einki eigur, tá tað krevur", er gamalt at taka til. Eins og seinast í áttatiárunum hevur Tjóðveldisflokkinum reypa óført av nógvu pengunum, sum vórðu lagdir til síðis. Vit brúka bert 10 % av blokkinum, sigur Tjóðveldisflokkurin. Eg setti floksformanninum spurning hesum viðvíkjandi, men sum vænta var, so var svarið eitt svar út í tóman heim. Tí hóast blokkurin hevur verið eitt stað millum 4 og 5 milliardir seinastu 5 árini, so er innistandandi í Landsbankanum bert øktir við einari milliard. Nú ljóðar, at eykaavdráttir upp á 1,7 mia. kr, skulu gjaldast av landskassans skuld til ríkiskassan. 500 mió. kr. skulu takast av innistandandi í Landsbankanum, meðan restin skal fíggjast við nýggjum brævalánum.
Eg haldi, tað er skilagott at kanna møguleikarnar fyri at sleppa bíligari í rentu, sjálvandi tað. Og hevur man ráð, so er tað esini skilagott at gjalda skuldina skjótari niður. Men tá 500 mió. kr. verða tiknir úr Landsbankanum til eykavdráttir, og árligi avdrátturin eisini verður tikin úr Landsbankanum, so eru vit, eisini sambært landsbankastjóranum í bløðunum nú um dagarnar, komnir niður á minstainnlánið, ið til eina og hvørja tíð skal standa í Landsbankanum. V.ø.o. brenna vit reservan, vit áttu at brúkt til at kunna standa ímóti við, av í einum til eykaavdráttir.
Um vit tá fáa likviditetstrupulleikar, sum vit ivaleyst ikki sleppa undan, so noyðast vit nú út at lána pengar. Tí eri eg als ikki samdur við landsstýrið, at tað er rætt at brenna alt yvirskotið í Landsbankanum av í einum. Og tíverri var søgan, um at vit bert brúka tey 10% av ríkisstuðulinum als ikki sonn, tí tá hevði staðið so mikið nógv í Landsbanknaum, at hasar 500 mió. kr. ikki høvdu nervað tað stóra.
Í staðin vildi eg mælt til, at landsstýrið tók upp samráðingar við donsku stjórnina um eina umfígging, har rentustøðið kom munandi longur niður. Sjálvt um tað kanska dámar tykkum illa, so hevði tað avgjørt verið royndina vert, tí heilt at brúka reservan, nú búskaparligu útlitini ikki eru tey bestu, er ikki skilagóður búskaparpolitikkur.
Tað er mang í hesum uppskoti, sum týðir upp á, at reservar verður tað brúk fyri. Hygg bara eftir, hvussu landsstýrið við ljós og lykt er farin til verka fyri at finna nýggja rinntøkur - ikki støðugar inntøkur, men eingangsinntøkur. Sum í einum endaútsølubresti verða almennir bygningar upp á strípu bodnir til sølu. Enntá ætlar landsstýrið at endurtaka brølaran hjá Sjálvstýrisflokkinum við at selja Smyril fyri lítið og lætt. Og har, sum pengar ikki verða funnir, har fer man út eftir borgaranum serliga barnafamiljunum við einari røð av nýggjum avgjøldum. Nú eitur tað so fínt, at tað er heilsan, man skal bjarga, men samstundis syrgir man fyri, at mjólkaprísirnir skulu hækka. Hvar er logikkurin? Minkaði rentustuðulin til sehúsalán er annað dømi. Og hvar er logikkurin, tá man lættir í landsskattinum, meðan man samstundis leggur fíggjarligar byrðar út á kommunrnar uttan endurgjald, soleiðis at hesar í fleiri førum verða noyddar at hækka kommunuskattin. Og sparimøguleikar, sum hvør mansbarn í Føroyum sær, teir rørir man ikki - serliga talið av aðalráðum.
Hongur ikki saman
Hvat sigur tann frælslynti vinnulívsflokkurin til hesi politisku inntrivini í almenn partafeløg? At man í besta gamal kommusitiskan stíl dikterar Føroya Tele til at gjalda 17 mió. kr. í vinningsbýti, enntá áðrenn roknskaparárið er liðugt? Og hvat sigur sami flokkur, at handverkaravinnan, sum m.a. Javnaðarflokkurin í síni tíð tók stig til at stuðla, nú aftur verður munandi skorin í stulinum til handverkaralærlingar?
Her hongur als ikki saman. Í pørtum av fíggjarlógaruppskotinum hóreiggjar samgongan sær, sum um einki er óført, meðan man í teimum týðandi pørtunum, sum hava við vælferð og trivnað at gera, nóg illa kann halda støðið, sum øll frammanundan vita er ov vánaligt.