Húsar: Klokkan er ikki meiri enn farin stórt av hálvgum níggju, tá teir fyrstu næmingarnir koma inn í einastu stovuna her í Húsa skúla.
Tveir smádreingir kaga innar, og spyrja um lærarin er komin aftur. Teir hava helst ikki gáað um klokkuna, men vóru í aðrar mátar fyrireikaðir og spentir uppá fyrsta skúladag eftir summarsteðgin.
Teir høvdu, fyri løtu síðani, sæð lærara teirra, Sáru Mikladal fara út úr skúlanum eini ørindi, men vildu bara kanna eftir, um teir skuldu koma inn nú, ella um teir kundu spæla uttandura eina løtu aftrat.
Nei, tað er góð tíð enn til næmingarnir skulu møta. Skjótir fóru teir til dørs aftur.
Tað gekk ikki long løta aftrat, fyrrenn málageipan hoyrast í gongini. Hesaferð eru tað tvey foreldur, sum koma við yngsta næmingi teirra, og sum í dag fer undir skúlatíðina – hvat hon so man fara at menna seg til.
Í gongdini dagar nú ein smágenta fram. Hárið er purlut, klæðini eru rein og fín, og á rygginum ber hon eina skúlatasku, ið til høvið er keypt heilt úti í Runavík.
Nú byrjar álvarin í hennara barnalívi, og nú verða tað teir tríggir lærararnir við skúlan sum fara at fáa eitt avgerandi orð at siga og læra.
Júst hetta tykist kortini ikki nerva ta ungu og lívsfrísku Rebekku. Stillisliga setir hon seg undir liðini á Ásu á fremsta beinki, vinstrumegin læraran.
- Tað er gott at hava eina gentu at spæla við, sigur Rebekka.
Alt hetta við spælinum má kortini bíða til í morgin. Hesin skúladagurin verður stuttur og konsentreraður, neyvan stórt longur enn ein tími.
Telefonboð
Tað hevur verið spenningur í luftini hesar seinastu dagarnar á Húsum. Teir níggju næmingarnir í Húsa skúla hava veruliga sæð fram til henda mánadagin 18. august.
Eftir eina drúgva summarferiu rann dagurin umsíður upp, tá skúlagongdin skuldi byrja aftur: Nú skal skil koma á gerandisdagin, songartíðin fáast uppá pláss og skúlin gerast hann, ið fær størstu tíðina í gerandisdegnum.
Í bløðum og útvarpi hava lýsingar hesa seinastu tíðina verið at hoyrt frá teimum ymisku og størru skúlunum um, nær næmingarnir í teimum ymisku flokkunum skuldu møta aftur.
Lítil ivi man hava verið um, at børn og foreldur teirra hava sitið við spenningi frammanfyri útvarpstólið og lurtað eftir, nær teirra skúli skuldi byrja.
Soleiðis var kortini ikki á Húsum, tí her sótu børnini ístaðin og bíðaðu eftir at telefonin skuldi ringja heima við hús.
Her á Kalsoynni eru umstøðurnar av heilt øðrum slagi enn í einum av størru býunum ella bygdunum kring landið: Her er talan um ein lítlan bygdarskúla, næmingarnir eru fáir og øll vita tí, hvør fer í skúla og hvør eigur hvønn.
Hjá Sáru Mikladal var tí ikki neyðugt at gera annað, enn at ringja boðini runt. So vistu øll, nær skúlin skuldi byrja.
Boðini ljóðaðu nøkurlunda soleiðis: “Skúlagongdin byrjar aftur mánamorgunin. Allir teir 9 næmingarnir møta klokkan 9!”
Lærarin kann skúlatingini
Í góðveðrinum í morgun møttu so allir tann káti skúlaungdómurin á Húsum til sín fyrsta skúladag í bygdarskúlanum frá 1888.
Veðrið var av tí allar fagrasta, og tað var tí neyvan uttan orsøk at hugsanin hjá næmingunum eisini var vend ímóti fótbóltsvøllinum beint við skúlan. Ein slíkur dagur má ikki fara aftur við borðinum uttan nøkur skot á grøna undirlagnum.
Alt meðan hugsanin leitar oman á vøllin, kemur Sára inn í skúlastovuna og brýtur líkasum hesa hugsan av, tí nú skal álvarin á tímatalvuna. Fyrsti skúladagur er nú einaferð fyrsti skúladagur.
Teir sjey dreingirnir hava brúkt hesa løtuna at gera sínar viðmerkingar til tað at fara í skúla. Onkur teirra gleðir seg at byrja aftur, meðan onkur annar – tja, hatar skúlan og heldur tað ikki vera “skeg” at byrja aftur. Orsøkin til at tað ikki er skeg at fara í skúla er hin einfalda, at tað er bara ikki skeg!
Teir eru eisini vitandi um, at ein nýggjur lærari skal koma í skúlan. Sára verður ikki einsamøll, men fær felagsskap frá Olafi á Grønastøð og Hannebeth Garðalíð. Hetta vistu teir sjey frammanundan, og hetta hava teir eisini gjørt sær sínar hugsanir um:
- Tú, Hannebeth. Passar tað at tú fert at koma heim til okkum at vita, um vit gera skúlating?, vil ein teirra hava at vita.
Hannebeth svarar ikki beinleiðis uppá spurningin, men tann eini næmingurin ger helst sítt til at hesin óroyndi møguleiki – ella hóttanin – neyvan gerst veruleiki.
Honum dámar nevniliga best at gera skúlating heilt tíðliga uppá dagin!
- Eg elski teldur
Klokkan er ikki farin nógvar minuttir yvir 9, tá Sára Mikladal biður børnini seta seg stillisliga við borðini.
Hon bjóðar teimum vælkomnum aftur í skúlan, og hevur eina serliga heilsan til tann yngsta næmingin, Rebekku.
- Í dag gera vit skjótt av, men tá tit møta klokkan 8 í morgin, so byrja vit álvara at hava skúla, greiðir hon spentu næmingunum frá.
Rebekka sigur við spenningi og lurtar eftir læraranum, og letur ikki við seg koma, at skúlafelagi hennara, Sára roynir at siga okkurt við hana. Her ræður um at fáa alt við, hóast alt er nýtt og kanska trupult og óskiljandi henda fyrsta skúladagin.
Hon hevur taskuna fulla av øllum tí, sum krevst til ein slíkan dag, og gleði seg av álvara at sleppa í gongd við tann veruliga skúlan.
Hvussu verður við lesingini og rokningini, dugur hon ikki til fulnar at ímynda sær, ella hvat ein ger í skúlanum. Okkurt man hon kortini hava hoyrt frá eldru brøðrum sínum – Pæturi og Dávur – tí hon veit longu nú at siga, hvørja lærugrein henni dámar best: Teldur!
- Eg elski teldur, slær hon fast, nú hon bert hevur verið í skúlanum í nakrar heilt fáar minuttir.
Hvør veit, - kanska fer Rebekka einaferð at hava eina framtíð sum teldusnillingur. Áðrenn tað mugu tann grundleggjandi kunnleikin kortini fáast í hús og festa seg í heilanum.
- Eg veit væl, hvat 2 + 2 er, sigur hon. – Tað er fýra!
Jú, Rebekka hevur longu tikið tey fyrstu stigini á skúlaleið. Nú er upp til hana, lærarar hennara og foreldrini at tryggja, at henda leiðin verður væl gongd!
Svimja í Klaksvík
Hesin fyrsti skúladagurin í bygdini H er skjótt avgreiddur. Longu tá klokkan er farin at nærkast 10 er alt tað praktiska fingið frá hond og allir neyðugir upplýsingar givnir víðari.
Hesar fyrstu tvær vikurnar fara hon og Olaf á Grønastøð at taka sær av næmingunum, men fyrst í september fer Hannebeth Garðalíð at verða tann triði lærarin í skúlanum.
Sára hevur gjørt tímatalvuna til allar næmingarnar og fer nú runt til hvønn einstakan teirra at býta hana út. Spenningur er í luftini, hóast talvan neyvan brýtur alt ov nógv av frá tímatalvuni í fjør.
- Sum tit síggja, so fara vit framvegis til Klaksvíkar at svimja mánamorgun, sigur hon út í stovuna.
Henda útsagnin dámar børnunum væl, og tað er ikki frít at jubil-róp hoyrast frá nøkrum at eldru næmingunum.
Tímatalvan er kortini ikki heilt liðug enn, tí óhugsandi er ikki at hon verður broytt um ikki so langa tíð.
Hetta leggja børnini neyvan so nógv í. Fyri tey hevur tað helst størri týdning at nú er skúlaárið 2008/09 umsíðir upprunnið.
Skúlin ER byrjaður!
- - - -
646 næmingar fyrstu ferð í skúla
Sambært einum yvirliti frá Mentamálaráðnum fara 646 næmingar í 1. flokk í ár. Av hesum var Rebekka Syderbø á Húsum ein teirra. Av øðrum skúlum kring landið, har bert ein næmingur fer í 1. flokk er talan um hesar: Mykines, Kunoy, Leyvar/Válir, Tjørnuvík, Húsavík/Dalur, Skálavík, Fámjin og Hov. Í Hesti, Kirkju/Hattarvík, Sandvík, Funningsfirði, Mikladali/Trøllanesi, Haraldsundi og í Haldórsvík fer eingin næmingur í 1. flokk í ár.
Framhaldsdeild á Húsum
Skúlin á Húsum er skipaður soleiðis, at tilboð er til næmingarnar frá 1. flokki og allan vegin upp til og við 9. flokk. Tað seinasta skúlaárið kunnu børnini taka í næsta stórbýi, Klaksvík. Hóast skúlin hevur síni 120 ár á baki stendur hann einki aftanfyri aðrar skúlar í útgerð og lærdómi. Við so fáum næmingum ber betur til hjá lærarunum at veita hvørjum einstøkum næmingi júst ta undirvísingina, sum teimum er tørvur á. Gongdin og royndirnar hjá næmingunum og lærarum teirra vísa, at teir, tá á stendur, standa einki aftanfyri skúlafelagar sínar í teimum størru framhaldsdeildunum. Í skúlanum er eingin næmingur í 2. og 6. flokki, tríggir næmingar í 5. flokki og ein næmingur í 1., 3., 4., 7., 8. og 9. flokki.
Spennandi ætlan í Hoyvík
Í longri tíð hevur verið arbeitt bæði tíðliga og síðla viðat gera nýggja skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík lidnan til skúlaársbyrjanina. Í dag er so henda ætlanin vorðin veruleiki, og í morgun fóru 42 næmingar á fyrsta sinni í skúla og á fyrsta sinni í tann nýggjasta føroyska skúlan. Saman við teimum fara 48 næmingar í 2. flokk og 21 í 3. flokk. Komandi skúlaárið verður skúlatilboðið víðkað til at umfata allar 10 flokkarnar.
Kommunuskúlin er tann størsti
Yvirlitið frá Mentamálaráðnum vísir, at Tórshavnar Kommunuskúli (myndin) er størsti einstaki skúlin kring landið. Í skúlanum fara hetta skúlaárið at ganga 507 næmingar og eru tað 8 fleiri enn í næststørsta skúlanum, Eysturskúlanum í Havn. Triðstørsti skúlin við 438 næmingum er Venjingarskúlan, men størsti skúlin uttanfyri høvuðsstaðin er Runavíkar skúli við samanlagt 436 skúlum. Hinvegin eru fleiri skúlar við bert einum einstøkum næmingi. Hesir skúlarnir eru í Skúvoy, Funningi, Kirkju/Hattarvík og í Hesti.










