kostar 3.250 krónur at luttaka íroknað tilfar og mat. Limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag rinda 3.000 krónur. Pláss er fyri 20 luttakarum. Tað ber til at melda seg á www.industry.fo ella við at senda teldupost [...] skipar Arbeiðsgevarafelagið fyri skeið í nevndararbeiði, upplýsir Vinnuhúsið. Endamálið við skeiðnum er at viðgera grundleggjandi viðurskifti í sambandi við nevndar arbeiði. Hvussu skipar eitt felag seg á bestan [...] kemur til arbeiðsháttin hjá nevnd og stjórn? Evnið var frammi á Vinnudegnum í fjør, og sum íblástur til at viðgera evnið nærri gav Føroya Arbeiðsgevarafelag út ein bókling um virkisleiðslu við serligum denti
er eisini fyrstu ferð í søguni, at Ráðið fyri Ferðslutrygd í Føroyum skipar fyri eini ráðstevnu. Vegna Ferðslutrygd beyð Rúna Sivertsen, formaður í Ferðslutrygd, øllum at verða hjartaliga vælkomin til [...] Tað var við bjartskygni og góðum vónum tey tíðliga í fjør fóru undir at leggja hendan dagin til rættis. Vit hava lagt okkum eftir at gera ráðstevnuna so viðkomandi og fjølbroytta sum møguligt. Framvegis [...] við okkara grannalond. Tað er ikki av tilvild at vit hava hægri ferðsluvanlukkutøl enn grannalond okkara. Tað er ikki bara her og í grannalondum okkara at miðað verður ímóti Nullhugsjónini. Við slagorðunum
Sum ung fór hon at arbeiða í fiski í Vági. Seinni fór hon til Havnar at tæna hjá Hans og Estu í Funningsstovu, har hon treivst væl og tænti hjá teimum í 6 ár. Síðani fór hon til Hósvíkar at halda hús hjá [...] lívið ikki altíð so lætt sammett við í dag, hon syrgdi fyri, at alt bleiv gagnnýtt og einki fór fyri skeyti. Altíð hevur hon verði til reiðar at hjálpa, sjálvt um heilsan ikki altíð hevur verði so góð. Karolina [...] versnaði, flutti hon stutt eftir til sambýli í Kollafirði at búgva, har hon hevur verið tey seinastu árini og trívist væl. Vit vilja nýta høvið at ynskja okkara kæru mammu, ommu, langommu og oldurommu,
í dag metir Petur Holm, stjóri, at felagið hevur eini 15% av føroysku vinnulívsfíggingini. Á deildini í Føroyum starvast frá 1. januar 2006 at rokna 14 fólk. Vit fara at venda aftur til Kaupthing í komandi [...] fyrsta lagi hevur við sær, at viðskiftafólk fáa eina uppaftur betri tænastu frá einum av teimum stóru evropeisku bankunum, sum Kaupthing Bank nú er vorðin. Petur Holm, stjóri, sigur, at íslendski bankin við [...] Føroyar og Ísland kemur í gildi til várs, verður virksemið hjá Kaupthing í Føroyum umskipað, soleiðis at felagið verður ein deild hjá Kaupthing Bank hf. í Íslandi. Sum er, er Kauphting í Føroyum eitt dóttirfelag
lokalar tónleikakreftur at luttaka. Millum annað verður eitt hetlendskt ungdómskór við á konsertini. Í komandi mánað fer Havnarkórið eisini at leggja leiðina til Hetlands, har kórið fer at hava eina konsert [...] sigur við blaðið Shetland News, at tað er ein náttúrlig gongd, tá ið búskaparliga samstarvið millum londini er vaksandi, at mentanarsamstarvið eisini verður økt. Hann vísir á, at føroysk kór eru á sera høgum [...] Tað er vorðið alsamt meiri vanligt, at føroysk kór fara á konsertferð í okkara grannalondum. Næsta mánaðin fáa hetlendingar vitjan av tveimum føroyskum kórum. Økt mentanarsamstarv Síðst í hesi vikuni hevur
a. Tað er alment kent, at japanski herurin fór sera harðliga fram, og at bara í tí eina álopinum gjørdu japanar av við meiri enn 100.000 kinesisk sivilfólk. Eygleiðarar siga, at tann nýggja søgubókin er [...] n, Nobutaka Machimura, kom aftur sum av torvheiðum, eftir at hann um vikuskiftið var í Beijing og bað kinesisku stjórnina um umbering fyri, at kinesisk mótmælisfólk hava lopið á japanskar umboðsstovur [...] kinesiskum býum í seinastuni. ? Okkara stjórn hevur einki gjørt, sum gevur japanum nakra orsøk til at biðja hana um umbering, var svarið frá kinesiska uttanríkisráðharranum, Li Zhaoxing. Tey kinesisku
sum dansarar. "Lív hótti við at rýma, tí alt var kaos". Dansararnir hava gingið til fimleik og hip hop, og tað sást á teimum, tær dugdu ordiliga væl at dansa. Jón elskaði at standa á pallinum, hann hevur [...] mundu ikki steðga at hoppa av gleði, tá dómararnir høvdu tikið sína avgerð og valt tey bæði sum finalistar í Barnaprixnum 2005. Jón sum gjørdist nummar tvey, kláraði slettis ikki at standa stillur: "Mega [...] dansin. Men so segði systir mín, at dansurin og sangurin ikki riggaðu saman, so máttu vit finna uppá okkurt nýtt." Eini 150 fólk vóru komin saman í Mentanarhúsinum at lurta eftir teimum 10 sangarunum,
fjarskotnar, so eru vit mest náttúrliga landið at skipa eina tílíka messu. Okkara samfelag er bygt á fiskivinnu, og gestir og luttakarar á messuni hava møguleika at uppliva fiskivinnuna, ikki bert í framsýn [...] eins og vit føroyingar uppliva hana hvønn dag. Tá fyrireikararnir vendu sær til okkum fyri at kanna møguleikan at flyta messuna til Havnar, vóru vit ongantíð í iva. Sum miðdepil í Føroyum eru atkomumøguleikarnir [...] øðrum, er ein mentanaruppliving altíð beint hinumegin hornið. Eg vóni at North Atlantic Fish Fair verður ein góð uppliving, og at Tórshavn gevur messuni teir best møguligu karmarnar. ???? Heðin Mortensen
Fróði Vestergaard heldur, at tað er gott fyri føroyskan tónleikin, at áhugin fyri Prix Føroyum og tónleiki sum heild er blivin so stórur og víðfevndur. ? Áhugin sæst eisini aftur í, at sera nógv fólk eru til [...] hevur verið nógv. Hetta hevur verið við til at seta rættiligt fokus á føroyskan tónleik, heldur Fróði Vestergaard, sum er samskipari av Prix Føroyum. ? Stutt eftir at føroyingar høvdu gjørt eina nýggja yvirtøkulóg [...] d. Og til tiltakið leygarkvøldið verður eisini roknað við, at tað verður útselt, og harafturat fáa túsundtals føroyingar eisini møguleikan at fylgja tiltakinum gjøgnum beinleiðis útvarps- og sjónvarpssending
hava biðið um, at tað verður býtt um upp á dystirnar. Orsøkin er tann, at tað á hvítusunnu verður Hvalbiar lega, sum tað verður nevnt, í leguhúsinum í Nesvík. Tí hava hvalbingar hildið, at tað hevði verið [...] takast í Hvalba hvítusunnuaftan ella nú leygardagin. Men nú er hetta broytt, soleiðis at tað í staðin fyri í Hvalba fer at verða spælt á Toftum. Dysturin millum B68 og Royn í 13. umfari, sum sambært skipanini [...] tan. Nú verður dysturin á Toftum, og so verður tað ivaleyst soleiðis, at hvalbingar fara mannsterkir úr Nesvík og á Svangaskarð at taka á við sínum monnum. Bestu liðini hjá B68 og Royn hava ikki spælt