Føroysk kór á vitjan í Hetlandi

Bæði Rútmiska kórið í Hoydølum og Havnarkórið fara í næstum á vitjan í Hetlandi.

Tað er vorðið alsamt meiri vanligt, at føroysk kór fara á konsertferð í okkara grannalondum. Næsta mánaðin fáa hetlendingar vitjan av tveimum føroyskum kórum.

Økt mentanarsamstarv
Síðst í hesi vikuni hevur Rútmiska Kórið í Hoydølum tvær ferðir konsert í Hetlandi. Fyrra konsertin verður fríggjakvøldið í Yell, og á hesi konsertini luttekur eisini ein violinbólkur og eitt kór, ið nevnist Mid Yell Choir.
Leygarkvøldið hevur kórið konsert í Lerwick. Hesaferð verður framførslan í einari kirkju, Lerwick Methodist Church, og eisini á hesari konsertini fara lokalar tónleikakreftur at luttaka. Millum annað verður eitt hetlendskt ungdómskór við á konsertini.
Í komandi mánað fer Havnarkórið eisini at leggja leiðina til Hetlands, har kórið fer at hava eina konsert. Hon verður í Lerwick á einum stað, ið verður nevnt Lerwick's Islesburgh Community Centre.
Hesar báðar konsertferðirnar eru ein partur av økta mentanarsamstarvinum millum Føroyar og Hetland. Davie Gardner, ið umsitur tónleikamál í Hetlandi, sigur við blaðið Shetland News, at tað er ein náttúrlig gongd, tá ið búskaparliga samstarvið millum londini er vaksandi, at mentanarsamstarvið eisini verður økt. Hann vísir á, at føroysk kór eru á sera høgum støði, og tí kunnu hetlendsku áhoyrararnir vænta sær eina ógloymandi tónleikauppliving, sum hann málber seg í Shetland News.