Prixið størri týdning enn áður

Samskiparin av Prix Føroyum staðfestir áðrenn finaluna leygarkvøldið, at Prix Føroyar hevur fingið størri týdning fyri føroyingar enn nakrantíð áður

Prix Føroyar tónleikakappingin hevur í ár fingið meira umrøðu enn nakrantíð áður. Fólk hava verið ill um dømingina, kjakast hevur verið um endamálið við kappingini, og nógvar meiningar hava verið frami.
? Tað er langt frá líkamikið fyri fólk, hvat hendir í Prix Føroyum, og hvørjir bólkar koma víðari. Fólk hava verið gosi, og kjakið hevur verið nógv. Hetta hevur verið við til at seta rættiligt fokus á føroyskan tónleik, heldur Fróði Vestergaard, sum er samskipari av Prix Føroyum.
? Stutt eftir at føroyingar høvdu gjørt eina nýggja yvirtøkulóg við danir, snúði Fimmarin í Útvarpinum seg um Prix Føroyar og ikki um yvirtøkulógina. Tað vísir bara, hvussu stórur áhugin fyri kappingini er blivin.

Útselt til kappingar
Fróði Vestergaard heldur, at tað er gott fyri føroyskan tónleikin, at áhugin fyri Prix Føroyum og tónleiki sum heild er blivin so stórur og víðfevndur.
? Áhugin sæst eisini aftur í, at sera nógv fólk eru til kappingarnar og lurta. Til trý av tiltøkunum í Fuglafirði var útselt, og til tað fjórða var mest sum fult eisini, sigur Fróði Vestergaard.
Og til tiltakið leygarkvøldið verður eisini roknað við, at tað verður útselt, og harafturat fáa túsundtals føroyingar eisini møguleikan at fylgja tiltakinum gjøgnum beinleiðis útvarps- og sjónvarpssending.