Vælkomin til Havnar

Tað gleðir meg at bjóða øllum luttakarum og vitjandi vælkomnum til Havnar og til North Atlantic Fish Fair 2005, størstu fiskamessu í Norður Atlantshavi.
Tórshavn er miðdepilin í Føroyum, og Føroyar eru miðdepil í Norðanlondum, so hóast Føroyar kanska tykjast fjarskotnar, so eru vit mest náttúrliga landið at skipa eina tílíka messu.
Okkara samfelag er bygt á fiskivinnu, og gestir og luttakarar á messuni hava møguleika at uppliva fiskivinnuna, ikki bert í framsýningarhølinum, men eisini í gerandisdegnum. Júst eins og vit føroyingar uppliva hana hvønn dag.
Tá fyrireikararnir vendu sær til okkum fyri at kanna møguleikan at flyta messuna til Havnar, vóru vit ongantíð í iva. Sum miðdepil í Føroyum eru atkomumøguleikarnir avbera góðir, og býurin hevur góðar karmar fyri slíkum messum.
Havnin sameinir gamalt og nýtt. Eldru býarpartarnir, við sínum serligu húsum, og nýggju útstykkingarnar, við modernaðari sethúsabygging, geva eina mynd av einum samfelagi í vøkstri og einum samfelagi við eini ríkari søgu. Handilslívið, matstovur, barrir, diskotek og gistingarhús nøkta flestu tørvir hjá teimum vitjandi.

Mentanin er í blóma í býnum. Við framsýningarhølum, konsertum og nógvum øðrum, er ein mentanaruppliving altíð beint hinumegin hornið.
Eg vóni at North Atlantic Fish Fair verður ein góð uppliving, og at Tórshavn gevur messuni teir best møguligu karmarnar.
????
Heðin Mortensen
borgarstjóri