Japan fær onga umbering

Kinesiska stjórnin vil ikki biðja japanar um umbering fyri, at kinesisk mótmælisfólk hava gjørt seg inn á japanskar ognir í Kina

Japanski uttanríkisráðharrin, Nobutaka Machimura, kom aftur sum av torvheiðum, eftir at hann um vikuskiftið var í Beijing og bað kinesisku stjórnina um umbering fyri, at kinesisk mótmælisfólk hava lopið á japanskar umboðsstovur og handlar í fleiri kinesiskum býum í seinastuni.
? Okkara stjórn hevur einki gjørt, sum gevur japanum nakra orsøk til at biðja hana um umbering, var svarið frá kinesiska uttanríkisráðharranum, Li Zhaoxing.
Tey kinesisku mótmælisfólkini eru í øðini, tí ein nýggj søgubók, sum verður brúkt í teimum japansku skúlunum, fer alt ov lætt um sannleikan, tá Japan hersetti Kina stutt undan seinna heimsbardaga. Tað er alment kent, at japanski herurin fór sera harðliga fram, og at bara í tí eina álopinum gjørdu japanar av við meiri enn 100.000 kinesisk sivilfólk.
Eygleiðarar siga, at tann nýggja søgubókin er bara ein partur av stríðnum ímillum tey bæði londini. Japan og Kina eru ósamd um rættindini til nakrar smáar oyggjar, tey eru ósamd um eina havleið, har olja kan vera í undirgrundini, og so eru tey eisini ósamd um Taiwan. Harafturat kemur, at aftan á stóran búskaparvøkstur í fleiri ár hevur Kina yvirtikið plássið sum tað leiðandi landið í Fjareystri - eitt pláss, sum Japan hevur havt í mong ár.