Sum ung fór hon at arbeiða í fiski í Vági. Seinni fór hon til Havnar at tæna hjá Hans og Estu í Funningsstovu, har hon treivst væl og tænti hjá teimum í 6 ár.
Síðani fór hon til Hósvíkar at halda hús hjá Poul í Toftum bónda, har hitti hon Jens Poulsen, sum seinni tók við garðinum eftir Poul. Jens og Karolina giftust í 1941, og gjørdist hon síðani bóndakona í Heimistovu í Hósvík. Saman fingu tey fýra børn.
Karolina hevur altíð verið arbeiðssom og løtt av lyndi. Sum bóndakona tá á døgum var lívið ikki altíð so lætt sammett við í dag, hon syrgdi fyri, at alt bleiv gagnnýtt og einki fór fyri skeyti. Altíð hevur hon verði til reiðar at hjálpa, sjálvt um heilsan ikki altíð hevur verði so góð. Karolina situr altíð við stokkunum, og hvørt ár fáa børn og ommubørn eitt hvørt bundið plagg til jóla og føðingardagar.
Síðan maðurin andaðist í 2001, og heilsan versnaði, flutti hon stutt eftir til sambýli í Kollafirði at búgva, har hon hevur verið tey seinastu árini og trívist væl.
Vit vilja nýta høvið at ynskja okkara kæru mammu, ommu, langommu og oldurommu, hjartaliga tillukku við 90 ára degnum.
Dagurin verður hildin saman við børnum og familju.
Børnini við familju










