Johanna og Jón eru Barnaprix finalistar

Johanna Niklasen og Jón á Steig mundu ikki steðga at hoppa av gleði, tá dómararnir høvdu tikið sína avgerð og valt tey bæði sum finalistar í Barnaprixnum 2005.
Jón sum gjørdist nummar tvey, kláraði slettis ikki at standa stillur: "Mega gott, vit hava bara vant í 2 dagar, alt var fullkomiliga kaos", segði Jón, sum hevði tær tríggjar Lív, Mariu og Olgu Mariu við sum dansarar. "Lív hótti við at rýma, tí alt var kaos".
Dansararnir hava gingið til fimleik og hip hop, og tað sást á teimum, tær dugdu ordiliga væl at dansa. Jón elskaði at standa á pallinum, hann hevur annars ikki verið á palli í fleiri ár, seinast var, tá hann framførdi í forskúlanum, tá hann búði niðri.

Johanna vann undanumfarið og ordiliga glað, men samstundis eisini móð, hon hevði júst verið á pallinum aftur og sungið vinnara sangin, tá vit hittu hana. Hon segði, "Hetta er ræðuliga gott, vit hava vant ordiliga leingi. Fyrst lærdi eg meg sangin, og so vandu vit dansin. Men so segði systir mín, at dansurin og sangurin ikki riggaðu saman, so máttu vit finna uppá okkurt nýtt."
Eini 150 fólk vóru komin saman í Mentanarhúsinum at lurta eftir teimum 10 sangarunum, sum vóru úr Havn, Klaksvík, Kollafirði, Runavík og Hvalba.