vísti løgtingsforkvinnan á, at føroyskir myndugleikar søguliga hava sent nógv fólk, sum bera brek, av landinum, og at hesi viðurskifti eiga at verða kannað nærri. Sum meginfelag hjá fólki, ið bera brek [...] verða sett í gongd at greina og kanna nærri tey viðurskifti, sum hava gjørt, at føroyingar við breki eru sendir av landinum, umframt hvørja ábyrgd føroyskir myndugleikar møguliga hava havt. Hetta arbeiði [...] eisini verið týdningarmikið fyri nútíðina, og hvørjar avbjóðingar vit framvegis hava í mun til at senda fólk við breki av landinum, og fyri framtíðina at styrkja fakliga og menniskjasliga grundarlagið at menna
Kompositiónirnar hjá honum eru 80arasligar, klassiskar, syrutar og topp modernaðar, alt í senn. Framførslurnar hjá honum eru altíð stuttligar at hyggja at, tí tær ongantíð eru líka, men altíð útviklast [...] hvussu høgum støði føroyskir sniðgevar eru á, og eg haldi, at tað er heilt merkverdugt, at eg ikki havi fingið hetta við fyrr. Eg kann bara gita meg til, at tað eru snævru karmarnir her í landinum, sum gera [...] progressivt og so feitt at síggja føroyskan klædnamóta so up to date. At tað ikki bara eru klæðir, men at tað eru klæðir í einum samanhangi. At tónleikur, umstøður, hár, andlit, rørslur og úttrykk eisini
nýta ein bensin bil kontra ein el bil. Hvør fer tá at velja at skifta yvir til ein el bil? SEV sigur í tíðindaskrivið 22. September at: “Almennu løðistøðirnar eru ikki ætlaðar at vera fremsta val til løðing [...] løðistøðirnar oftani, ikki kunnu fáa sær el bil. Hetta eru flestu teirra sum búgva til leigu og ella koyra nógv. Heimaløðing er tað sum SEV vil hava fólk at nýta. Lagt er upp til at tað ber til at keypa bíligari [...] prís ásetingina til at løða el bilar, bæði heima, og á almennu løðistøðunum. Soleiðis sum gjøldini nú eru ásett, er hetta eitt stórt afturstig í at fáa Føroyingar at gera lopið frá bensin og diesel, yvir til
búplássi knappliga er voksið. Tað man heldur vera, at har eru onkur, sum áður ikki eru roknað uppí, men sum nú eru farin at gera vart við seg og sum eru komin á bíðilistan eisini. Her sakna vit almenn hagtøl [...] Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek, eins og onnur, hava møguleika at velja, hvar og saman við hvørjum tey vilja búgva. Her hava Bústaðir verið við, har 5. hvør íbúð, teir byggja, er rørsluvinarlig [...] almenna arbeiðir við fleiri bústaðarverkætlanum í senn. Tóra við Keldu vísir á, at seinastu fýra árini eru 62 búpláss komin aftrat, men at sjálvt tilgongdin til búplássini ofta er longri enn fýra árini. Tilgongdin
men tær kunnu í veruleikanum siga heilt nógv um teg, sum persón. Vit í vesturheiminum eru heppin í somáta, at vit eru vard av lógum um, hvussu persónsupplýsingar skulu verjast, í Føroyum við Persónsupplý [...] r upplýsingar skulu handfarast, greiðir Ingunn Eiriksdóttir frá. Børn eru í vandabólkinum Í dagsins elektroniska heimi verða fólk støðugt meira varug við, hvørjar upplýsingar tey leggja eftir sær. Men [...] lítið um, áðrenn vit leggja myndir og aðrar upplýsingar út. Men ikki øll eru líka umhugsin, áðrenn tey trýsta á send, og serliga børn eru í einum vandabólki - Børn í aldrinum 9 til 10 ár hava so øgiliga lætt
Eftir at tíðindini eru komin út, ganga nakrir tímar. So er greitt, at her er ongin fyrireiking gjørd. Starvsfólkini eru hvørki kunnað ella hava verið við at leggja til rættis. Ja, eru ikki so frægt sum [...] uppskot og hugskot, ið politiskir flokkar fara til val uppá? Hvør kann nú skyna á partapolitikki og fyrisiting?? ?Neyðugt er, at bæði fjølmiðlar og fólk, ið vara av politiskum flokkum ella av fyrisitingini tora [...] avgerðir, tey sjálv eru stuðulin hjá. Og tað er sum oftast besta trygdin fyri, at onki hendir.??Tað ringasta er, at skilagóðar ætlanir á henda hátt ístaðin bert elva til, at undirtøkan millum fólk svinnur burtur
fýra upprunabygningar, ið vóru bygdir til hvør sítt endamál, men sum nú eru samanbundnir til eina eind. Samlaða talið av rúmum í hesum bygningunum er 76, harav 42 eru skrivstovur. Nógv er gjørt burtur úr [...] vera hjartaliga vælkomin, og hann segði m.a. "Vit eru fegin um at hetta drúgvføra umvælingararbeiði nú er at enda komið, og úrslitið sum tit síggja í dag, eru vit eisini sera fegin um. Hesir bygningar vera [...] Sannur veitslurómur var hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni hósdagin. Nógv fólk komu á gátt, og nógvar ymiskar tónleikaframførslur vóru á skránni, m.a. spældu Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen
landinum. Vit eru so heppin av hava íverksetarar og vinnulívsfólk, sum ongantíð hevur óttast at gera íløgur. Fakfeløg sum hava skilt hvussu umráðandi tað er at samstarva við vinnuna, og at hesi hava sett á [...] Tilreiðar til avbjóðingina Til seinast vil eg nevna, at tað eru ikki so nógv ár síðani, at á stovnum hjá Klaksvíkar Kommunu bert vóru umleið 40 fólk í starvi, afturímóti ídag 200. Hetta er hent ígjøgnum árini [...] at vera lægst í landinum, skattinntøkan er hækkað, fólkatalið økist, stórar kommunalar útbyggingar eru og verða framdar uttan lántøku. Tað var eitt risatak, at fáa kommunubúskapin aftur á rættkjøl eftir
uppskotið um játtanarkarmar, Løgtingið skal arbeiða undir hesi næstu árini. Men hinvegin eru ongar avtalur um fleiri stórmál, sum floksformenninir sostatt eru samdir um at offra. Eitt tað størsta av hesum er [...] Føroyar, og harafturat er avtalað at avgreiða málið um at gera húsarhaldsskúla í Klaksvík. Øll hesi málini eru frá samgonguni, men annars er eisini avtalað at avgreiða málið hjá Sambandsflokkinum um at gera [...] afturat - so dettur restin burtur. Og tað er eisini greitt, at summi av málunum, sum skulu avgreiðast, eru smámál í tí stóra samanhanginum, tó at tey hava stóran týdning fyri ymisk pláss í landinum, og fyri
Hansen ------ Nú eru nógv sum kóka súpan av skattauppskoti Fólkafloksins. Lætti til tey vælbjargaðu verður dúgliga róð frammundur, at hetta skal verða. Tað passar nokk eisini, at tað eru tær stórstu lønirnar [...] Vit gremja okkum ofta um, at fólk flytir av landinum og serliga er tað av tí útbúna slagnum. Læknarnir støðast ikki, ella fáast ikki til sjúkrahúsverkið. Eingir akademikarar eru í vinnulívinum. Eingir granskarar [...] lønirnar sum fáa mest. Men tað skal bara mangla. Tað eru eisini tær sum betala so nógv tann mesta skattin frammanundan. Og tað verða framvegis tær størstu lønirnar sum koma at gjalda so nógv tann stórsta