Eiga at kanna fortíðina

Í tíðindunum fyrrapartin vísti løgtingsforkvinnan á, at føroyskir myndugleikar søguliga hava sent nógv fólk, sum bera brek, av landinum, og at hesi viðurskifti eiga at verða kannað nærri. Sum meginfelag hjá fólki, ið bera brek, í Føroyum, tekur MEGD fult undir við hesum.

 

Hetta kemur fram í ljósinum av, at bæði danski forsætisráðharrin og formaðurin í grønlendska landsstýrinum í gjár bóðu um umbering í grønlendska snyrilsmálinum. Danski staturin bar í 2023 eisini um umbering fyri tann tvingsil, ágang og svik, sum danska ser- og andveikraforsorgini framdi móti fólki við breki, undir hesum føroyingar, ið vórðu heimansett ella send av landinum í tíðarskeiðnum 1933-1980.

 

Danska umbering byggir á greiningina, ið nevnist “Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980”, sum snýr seg um teir stovnar, sum hava hýst fólki við eitt nú menningartarni, epilepsi, niðursettari hoyrn og deyvum, talitarni og fjølbreki.

 

Hendan søguliga greiningin fevnir tó ikki um føroyingar ella grønlendingar, men føroyingar innganga eftir øllum at døma í greiningini sum danir. Tað er tó als ongin orsøk at halda, at føroyingar ikki hava verið fyri somu viðferð sum danir, men, uttan at tað framgongur í greiningini, er rættiliga sannlíkt, at føroyingar hava verið fyri enn størri líðing.

 

Føroyar yvirtók málsøkið almannamál hin 1. apríl í 1975 og hevði tí formliga ábyrgd í síðstu fimm árini, ið nevnda greining fevnir um.

 

Av millum annað hesum orsøkum, og fyri at læra av hesum týdningarmikla parti av Føroya søgu, eigur eitt arbeiði at verða sett í gongd at greina og kanna nærri tey viðurskifti, sum hava gjørt, at føroyingar við breki eru sendir av landinum, umframt hvørja ábyrgd føroyskir myndugleikar møguliga hava havt.

 

Hetta arbeiði hevði eisini verið týdningarmikið fyri nútíðina, og hvørjar avbjóðingar vit framvegis hava í mun til at senda fólk við breki av landinum, og fyri framtíðina at styrkja fakliga og menniskjasliga grundarlagið at menna føroyska vælferðarsamfelagið enn longur fram á leið.