Dátueftirlit
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tú velur sjálvur hvønn tú ringir ella SMSar til og nær tú ringir ella skrivar. Men fjarskiftisveitarin skrásetur tað. Tú velur hvar tú nýtir gjaldskortið og hvat tú nýtir tað til. Men bankin skrásetur tað. Tú velur hvørji leitiorð tú nýtir á Google. Men leitimaskinan skrásetur tað.
Ein tilvildarligan hósdag seinnapart í øllum meldrinum leitar tú tær kanska inn í Rúsuna, keypir tær eitthvørt, og skundar tær útaftur. Tú heldur at tú ert ósæddur. Eingin legði merki til at tú fór inn, tú kendi ongan inni, og eingin sá teg koma útaftur. Men er eisini rætt, men tú ert í roynd og veru skrásettur upp til fleiri ferðir hesa lítlu løtuna.
Tað er sannlíkt at tú ert bandaður av einum vakmyndatóli á veg inn ella á veg út. Er tú sum tey flestu, velur tú at gjalda við gjaldskorti, og í teirri løtu tú dregur gjaldskortið gjøgnum terminalin, er títt innkeyp eisini skrásett.
- Gjøgnum ein heilt vanligan dag leggja vit ótrúliga nógvar upplýsingar eftir okkum. Tað staðfestir Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum, tá Dátueftirlitið í dag hevði skeið við teimum læraranæmingum, ið eru lidnir nú, um persónsupplýsingar, ferðing á alnetinum og at kunna børn og ung um hetta.
Kann siga alt um tín persón
Fer tú ein túr á bókasavnið og lænir nakrar bøkur, verður tað skrásett hvør lænir bøkurnar og hvørjar bøkur talan er um. Hesar skrásetingar kunnu eisini tykjast sera meinaleysar, men tær kunnu í veruleikanum siga heilt nógv um teg, sum persón.
Vit í vesturheiminum eru heppin í somáta, at vit eru vard av lógum um, hvussu persónsupplýsingar skulu verjast, í Føroyum við Persónsupplýsingarlógini. Men síðan yvirgangsatsóknina í New York tann 11. September 2001, er eftirlitið við persónum vaksið munandi.
- Tað er tín rættur at vera í friði. Hann er staðfestur í evropiska mannarættindasáttmálanum. Men samfelagið vil hinvegin sleppa at skráseta allar upplýsingar, og við trygd fyri eyga eru vit blivin alsamt meira tolin við hvørjar upplýsingar vit lata frá okkum, greiðir Rannvá Sólheim úr Dátueftirlitinum frá.
Hugsa vit okkum til eysturevropisku londini og aftur til Kalda Kríggið, er tað kanska lættari at seta í samanhang, hvat hesar allar skrásetingarnar kunnu nýtast til, um illa vil til.
- Men tað er so okkara uppgáva at ansa eftir at persónsupplýsignarlógin verður fylgd, og tað er henda lógin, sum er karmur um, hvussu persónligar upplýsingar skulu handfarast, greiðir Ingunn Eiriksdóttir frá.
Børn eru í vandabólkinum
Í dagsins elektroniska heimi verða fólk støðugt meira varug við, hvørjar upplýsingar tey leggja eftir sær. Men serlig tá talan er um sosialar netsíður so sum Facebook, Arto, Myspace og so framvegis, hugsa vit okkum ofta ov lítið um, áðrenn vit leggja myndir og aðrar upplýsingar út.
Men ikki øll eru líka umhugsin, áðrenn tey trýsta á send, og serliga børn eru í einum vandabólki
- Børn í aldrinum 9 til 10 ár hava so øgiliga lætt við at bara skriva eitthvørt ella leggja onkra mynd út, uttan at hugsa so nógv um tað veruliga. Men man kann heldur ikki krevja at tey duga tað bara soleiðis, greiðir Rannvá Sólheim frá.
Og júst hetta seinasta er orsøkin til at Dátueftirlitið í dag hevði skeið fyri komandi lærarunum, soleiðis at tey eru betri búgvin til at taka móti teimum avbjóðingum, tey kunnu møta tá tey skulu út millum børnini at arbeiða, og soleiðis at tey kunnu kunna børnini um vandarnar við at ferðast á alnetinum.
- Boðskapurin er, at tú í høvuðsheitum ikki eigur at gera nakað í elektroniska heiminum, sum tú ikki vildi gjørt alment, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri á Dátueftirlitinum.
Myndartekstur: Síðan yvirgangsatsóknina í New York tann 11. September 2001, er eftirlitið við persónum vaksið munandi, og samfelagið vil hava alsamt fleiri upplýsingar um fólk. Men vit lata eisini nógv fleiri upplýsingar frá okkum í dag, uttan at vit vita tað, staðfestir Dátueftirlitið