Nú Løgtingið fer í summarfrí, er tað greitt, at fleiri stórmál detta burtur, men hinvegin er ætlanin at avgreiða nøkur smámál.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur boðað frá, at Løgtingið skal í summarfrí nú fríggjadagin, tann 3. mai, og hann hevur endurtikið, at tað heldur hann fast við.
Tí hava formenninir í teimum ymsu flokkunum nú avtalað sínamillum, hvørji mál skulu avgreiðast fyri summarsteðgim, og úrslitið er, at eini 10 mál skulu avgreiðast afturat - so dettur restin burtur.
Og tað er eisini greitt, at summi av málunum, sum skulu avgreiðast, eru smámál í tí stóra samanhanginum, tó at tey hava stóran týdning fyri ymisk pláss í landinum, og fyri einstøk tingfólk.
Men bæði Jenis av Rana, floksformaður í Miðflokkinum og Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, staðfesta, at hóast semja er um at avgreiða ávís mál, eru ongar avtalur yvirhøvur, um, at tey skulu samtykkjast.
– Tað einasta, vit hava avtalað, er, at tey verða avgreidd, men tað er eingin avtala um, at samgongan atkvøðir fyri uppskotum hjá andstøðuni, ella øvugt, siga teir báðir.
Tey størstu málini, sum avtalað er um at avgreiða, er eykajáttanin til Landssjúkrahúsið, soleiðis at tey sleppa undan at skerja virksemið, umframt eykajáttanin til Glasir, soleiðis at tað fæst ein endi á byggingini.
Somuleiðis er avtalað um at avgreiða málið um at halda fram við verkætlanini um talgildu Føroyar, og harafturat er avtalað at avgreiða málið um at gera húsarhaldsskúla í Klaksvík.
Øll hesi málini eru frá samgonguni, men annars er eisini avtalað at avgreiða málið hjá Sambandsflokkinum um at gera eina menningarætlan fyri endurvenjing í Føroyum.
Haraftururat er avtala gjørd um at avgreiða uppskotið hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin um at hava ein almennan dag í Føroyum at minnast offrini fyri jødatýningini, og onnur fólkadráp, og at avgreiða uppskotið frá Jenisi av Rana úr Miðflokkinum um at gera tað lagaligari hjá sjúklingum í Føroyum at fáa heilivág við Kannabis.
Og harafturat er semja um at avgreiða málini frá Bill Justinussen úr Miðflokkinum. Magnusi Rasmussen úr Sambandsflokkinum, og Kári P Højgaard úr Sjálvstýri, um at gera ábøtur á vegin Oyndafjarðar og Hellurnar, og at breiðka vegin til Funningsfjarðar.
Men afturat hesum er eisini ætlanin at avgreiða uppskotið um játtanarkarmar, Løgtingið skal arbeiða undir hesi næstu árini.
Men hinvegin eru ongar avtalur um fleiri stórmál, sum floksformenninir sostatt eru samdir um at offra.
Eitt tað størsta av hesum er vælferðarlógin, sum eitt av teimum heilt drúgvu lógunum, og sum Eyðgunn Samuelsen, landssstýriskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið við tí endamáli at nýskipa almannaøki og at tryggja øllum borgarum eina góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum.
Uppskotið um at byggja eitt sambýli í Havn til fólk við menningartarni og fjølbreki, dettur eisini niðurfyri.
Tað ger uppskotið um at byggja nýtt barnaheim, eisini, men tað hevði tað helst gjørt kortini, tí har manglar ein ætlan fyri, hvussu byggingin skal skipast og hon verður ikki liðug fyrr enn í summar.
Uppskotini um at gera vegirnir í sambandi við Eysturoyartunnilin, bæði runavíkarmegin og Havnarmegin, fella eisini burtur, hóast politikarar javnan hava tosað um, hvussu átrokandi tað er at teir verða gjørdir.
Eitt annað stórmál, sum floksformenninir ikki hava gjørt nakra avtalu um, er náttúrumargfeldislógin, sum nógv løgtingsfólk annars hava sóknast eftir í fleiri ár, men nú er eisini líkt til, at tað dettur niðurfyri.










