Valdar rættarloysi í landsstýrinum?

Eftir at sannleikin kemur fram um Strandferðsluflytingina, spyrji eg meg sjálvan, um vit við "breiðu samgonguni" í veruleikanum hava fingið einaræði í Føroyum. Har allar reglur, avtalur og mannagongdir verða settar til viks, og menniskjur ongan týdning hava. Alt ber til, tí "hatta orðna ogur bara"

Høgni Hoydal??So vóru øll aftur tikin á bóli. Fyrst kemur ein útmelding frá landsstýrinum um, at avgerð er tikin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar. Ein ætlan, sum Tjóðveldisflokkurin fleiri ferðir hevur skotið upp á tingi, og sum vit stuðla - eisini vit, ið eru vald í Suðurstreymi. Vit hava fleiri ferðir spurt og fingið at vita frá landsstýrismanninum, at ein arbeiðsbólkur hevur sitið og arbeitt við framtíðar bygnaðinum hjá Strandferðsluni – við luttøku frá fólki á stovninum sjálvum.? ?Og nú mundi so vera komið á mál. ? ?Allar avtalur og reglur settar til viks?Men gakk! Eftir at tíðindini eru komin út, ganga nakrir tímar. So er greitt, at her er ongin fyrireiking gjørd. Starvsfólkini eru hvørki kunnað ella hava verið við at leggja til rættis. Ja, eru ikki so frægt sum hoyrd. Og hóast tað eru landsstýrisins egnu reglur og undirskrivaðir sáttmálar, ið verða brotin, so verja løgmaður og landsstýrismenn seg við, at “tað hevur ongan týdning” og hetta er bara ein lítil “svipsari”. ? ?Ikki einstakur svipsari?Eg átti at havt grunað, at hetta var veruleikin. Men hevði hóast alt vónina um, at Jacob Vestergaard sum nýggjur landsstýrismaður, ikki var dottin í somu gravir, sum hetta landsstýrið støðugt hevur sitið so djúpt í. ??Framferðin í hesum máli minnir óhugnaliga nógv um pedagog-málið á Tvøroyri. Flytingina av Miðnámsskúlanum í Vági. Uppsagnirnar á Matrikulstovuni. Uppsagnirnar í miðfyrisitingini í 2004. Undirskrivingarnar av sáttmálum við Danmark, sum seta alt til viks, sum vunnið er – “overnight”. Undirskrivingina av avtalu um Flogvøllin, har vit geva burtur 800 mió. afturfyri at taka ábyrgd av 30 ára forsømilsi. Alt lunnar á einum drátti, har alt rennur á sjógv og onki verður drigið upp: Ongin samráðing. Ongin fyrireiking. Ongin viðgerð. Onki atlit til rættindi og skyldur og fólkaræðisligar siðvenjur. Ella til, hvussu vit fáa eina væl virkandi almenna fyrisiting.??Kollegiala landsstýrið sett í verk aftur?Vit eru fleiri, ið veruliga hava hildið, at rættartrygdin í Føroyum og fyrisitingarliga ábyrgdin var fyri bata eftir nýggju stýrisskipanarlógina, har løgmaður og landsstýrisfólk fingu rættarliga og politiska ábyrgd. Og nógvar avleiðingar hava verið tiknar í árunum frá 1995 og frameftir av skeivari fyrisiting.? ?Hetta í mun til ruðulleikan áður, har landsstýrið tók "kollegialar" avgerðir og hevði kollektiva ábyrgd - og tingfólk rótaðu inni í fyrisitingini og viðgjørdu mál.? ?Men vit hava eisini her spolað langt aftur í fortíðina. Onki fær avleiðingar. Ongin ábyrgdast fyri nakað. Alt verður avtalað handan stongdar dyr millum landsstýrisfólk og tilvildarlig umboð úr samgonguni í útvaldum rossahandlum. Og síðani kunngjørt fólkinum.? ?Og - uttan nakran spurning frá fjølmiðlafólki - verður dagliga kunngjørt, at "landsstýrið er samt" um ymsar avgerðir, ella at nú skulu stórar avgerðir leggjast fyri landsstýrisfund. Altso: Landsstýrið er aftur vorðið kollegialt - og ábyrgdin og avleiðingarnar sum áliggja hvørjum landsstýrisfólki sær av sínum málsøki, er burturfjarað.? ?Onki skilmark millum partapolitikk og fyrisiting?Afturat hesum eru aðalstjórnarnir settir at orða politikk og visjónir fyri eina samgongu og ein løgmann, sum ongan politikk og onga visjón hava. Aðalstjórarnir sita sum formenn í embætisbólkum, sum framleiða tilfar og hugskot, ið bert skal nýtast í einum valstríði og sendast í hvørt hús til ábót og vónar fyri tað, ið landsstýrisflokkarnar ikki hava framt í valskeiðnum. Og hvussu skulu nú aðalstjórarnir tryggja fakligt mótspæl og vísa á rætta framferð, tá tað eftir ætlan verða teirra egnu uppskot og hugskot, ið politiskir flokkar fara til val uppá? Hvør kann nú skyna á partapolitikki og fyrisiting?? ?Neyðugt er, at bæði fjølmiðlar og fólk, ið vara av politiskum flokkum ella av fyrisitingini tora at krevja eitt minstamark av rættartrygd og rættarverju frá sitandi stýri. Í løtuni valdar rættarloysi. Samgongan er so breið, at ávis samgongufólk sleppa at spæla fríspæl og spæla at vera í andstøðu til tær avgerðir, tey sjálv eru stuðulin hjá. Og tað er sum oftast besta trygdin fyri, at onki hendir.??Tað ringasta er, at skilagóðar ætlanir á henda hátt ístaðin bert elva til, at undirtøkan millum fólk svinnur burtur, og kílar verða settir inn millum samfelagsbólkar.  ??