Grønland var ikki ein útjaðari hjá grønlendingum. Grønland var Kallaalit Nunaat – landið hjá menniskjunum. Tað var miðdepilin. Eins og Ísland var miðdepilin hjá Bjarta í Ljósagerði, høvuðspersóni í megnarverkinum [...] føroyingar eru fluttir úr útjaðaranu í Danmark til sentrum í Føroyum. Skulu vit yvirliva her á 62 norður, so mugu vit seta okkum sjálv í sentrum. Taka útgangsstøði í okkum sjálvum, definera okkum sjálv [...] lítli eykasetningur gjørdi, at so bleiv ikki. Orsøkin var ikki, at danir settu føtur í spenni fyri at varðveita londini í Norðuratlantshavinum. Orsøkin var – i hvussu er sambært nøkrum søgufrøðingum – at tann
er tað vert at taka við, at toskurin á túrinum var býttur upp soleiðis: 2% var toskur I, 10% var toskur II, 30% var toskur III, 47% var toskur IV og 11% var toskur V. 50 sentrimetrar er markið fyri stødd [...] høvdu góð 15 tons av toski umframt annan fisk, men tað var toskurin, ið Fiskiveiðieftirlitið var áhugað í. Toskurin varð ísaður í 60 kilo kassum, og eftirlitið tók tríggjar ferðir 10 kassar. Hesar stakroyndir [...] endaði tí í Føroya Rætti, sum lækkaði dagatalið úr 14 niður í 10 dagar. Men heldur ikki hetta góðtók reiðaríið, og tí endaði málið í Eystara Landsrætti. Vitnir Ákæruvaldið krevur, at dómurin í Føroya Rætti
in var í andstøðu, ætlaði eg mær saman við Javnaðarflokkinum at atkvøða fyri uppskotinum. Her var endiliga ein møguleiki at koma eitt fet víðari í skúlabyggimálinum. Tjóðveldisflokkurin var ikki [...] eg als ikki taki undir við uppskotinum. Eg eri í prinsippinum fyri, at skúladeplar vera í øllum størri økjum í Føroyum. Deplarnir skulu kunna bjóða nær um øll tilboð innan miðnámsútbúgvingar. Møguliga [...] allar tær politisku telvingarnar, sum í seinastuni hava verið innan skúlabyggingar í Føroyum. Men Torbjørn er nú einaferð Torbjørn, og orðatakið »sum fílur í eini glasbúð« fellur lættast á sinni. Men
okkara, og sum ikki eru loyvdar í Føroyum. Hesar maskinur vóru alla staðni har tú ferðaðist umborð, so tað var straks at vit máttu tosa við børnini um vandan við at seta seg við hesar maskinur, sum hava gjørt [...] tað sá út á Viking bar. Alt fleyt í lorti. Og var tað spesielt á veg til Danmarkar. So eru tað starvsfólkini um borð. Tey eru jú flest fitt, men mín stóri trupulleiki var, at eg aldri visti hvat mál eg skuldi [...] spurdi so, hví hesir upplýsingar stóðu á ferðseðlinum, var svarið, at tað stóð í einum katalogi. Men hvør hevur eitt katalog við sær at ferðast í ein mðr.? So um eg taki um tað heila, so skilji eg ikki
sannførdar um, at hetta var rætta verkætlanin fyri okkum. Vit hava brúkt landslagið í Føroyum til teir flestu av okkara filmum, og vit eru bergtiknar av tí ráða, vakra og reina í nattúruni. – Nátturan er [...] stuttfilmar. Seinastu árini hava tær arbeitt við eini filmsrøð, sum er upptikin í Føroyum, og sum síðani hevur verið sýnd úti í heimi. Og tað hevur nú latið fleiri hurðar upp. Bretskt samstarv Marianna og [...] møguleikar at nýta landslagið í listini. Rannvá leggur afturat, at bæði rørslur, búnar, tónleikur og landslagið hava ein týðandi leiklut í nýggja filminum. – Tað, sum er í fokus, skiftir sum filminum líðir
sannførdir í dag um hesa ætlan, sum vit vóru tá. Símun sigur, at bólkurin hevur leitað sær sakkøna hjálp uttanlands, og eitt nú hevur stjórin fyri tunnlinum um Hvalfjørðin í Íslandi vitjað í Føroyum, og teir [...] aftur í tí, hann hevur sagt um tíðarbilið. Enn hevur bólkurin sjálvsagt ongan møguleika at áseta eitt neyvt áramál fyri hesa verkætlan, tí ein slík avgerð liggur í fyrsta lagi hjá myndugleikunum í Føroyum [...] skulu fíggja verkætlanina. Tað var 18. februar í fjør, at bólkurin við Símuni, Martini, Niclasi og Tummasi legði fram ætlanina á fundi á Svangaskarði á Toftum. Stórur áhugi var fyri fundinum, og nógv fólk
Keypmannahavn og var eftir lokið embætisprógv fyrst húslærari og síðan, í 1661, kappelanur í Helsinge kirkju. Í 1668 gjørdist hann prestur í heimbygdini Slangerup, og orsakað av stóra sálmaskaldskapi sínum, har [...] hetta í. Hann er áhugaður í tí sangi, sum har verður sungin og spyr javnan eftir, hvussu gongur, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann hevði vist sæð í Kristeligt Dagblad, at hetta hátíðarhaldið skuldi vera í Danmark [...] føddur í 1634 og doyði í 1703. Hann vaks upp í Slangerup á Sjællandi og fór 15 ára gamal á Frederiksborg Latinskole, sum bar orð fyri at hava sera góða tónleikaundirvísing. Hann las guðfrøði í Keypmannahavn
vóru í miðal 80 cm langir. Hetta var í mars-mai, tvs. umleið ein mánað seinni enn í dag. Eisini var fiskurin umleið 10 cm størri, enn hann er í dag. Teir fingu knappar 200 aftur, tvs. knøpp 20%. Í dag er [...] hann var merktur (Mynd 1). Tað var galdandi fyri øll støð, har merkt var. Tað var ógvuliga sjáldsamt at fáa ein smáfisk longri enn 10 fjórðingar (19 kilometrar) frá tí staði hann var merktur. Men var ein [...] báti og kanska í ringum veðri. Í Nólsoyarfirði var ikki óvanligt at fáa 50% av teimum merktu fiskunum aftur, og í onkrum føri heili 75%. Tað var sjáldsamt at fáa merktan tosk aftur, sum hevði verið longri
verður útgoldin sambært grein 9.1 í forsorgarlógini. Í oktober í fjør fingu 66 fólk í Føroyum, 3 í Suðuroynni, 10 í Eysturoynni, 6 í bygdum nær við Havnina og 47 í Havn peningaveiting, tí tey einki s [...] forkvinna í sosialu nevnd. Lógarbundnir pengar Kanningin var send Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, og Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn, 27. november í fjør. Kortini [...] Í sambandi við nógva og áhaldandi kjakið í fjølmiðlunum um stóra tørvin á stovnsplássum til børn runt alt landið, gjørdi Lene Rauff Nielsen, sosialráðgevi í Havn, av sínum eintingum eina kanning av, hvussu
nevndirnar verða valdar av nýggjum. Í hesi vikuni hevur fokus verið sett á ójavna kynsbýtið í nevndunum, í sambandi við fyrispurning frá undirritaða til landsstýrismannin í javnstøðumálum. Hetta átti at verið [...] ikki at verða ein diskvalifikatión í sær sjálvum. Hetta vóni eg, at landsstýrið tekur í álvara, nú fokus er sett á málið. Landsstýrismaðurin í javnstøðumálum lovaði so í løgtinginum mikudagin, at hann vildi [...] tingkvinna Tjóðveldisfloksins. ???? 35 nevndarsessir verða í valdir í hesum døgum. Talan er um nevndarsessirnar hjá teimum almennu partafeløgunum, sum í dag eru mannaðir við 28 monnum og 7 kvinnum. Tað almenna