Tær hava í fleiri ár støðugt ment teirra sermerktu filmslist, og eftirhondini eru tær vorðnar viðurkendir filmsskaparar úti í heimi. Tær hava verið við á óteljandi filmsfestivalum og hava vunnið hópin av heiðurslønum fyri teirra eksperimenterandi og abstraktu stuttfilmar.
Seinastu árini hava tær arbeitt við eini filmsrøð, sum er upptikin í Føroyum, og sum síðani hevur verið sýnd úti í heimi. Og tað hevur nú latið fleiri hurðar upp.
Bretskt samstarv
Marianna og Rannvá hava seinastu mánaðirnar samstarvað við Northumberland County Council, sum er býráðið fyri eitt økið í landnyrðings-Onglandi.
– Filmurin skuldi taka støði í veðurlagsbroytingunum. Harumframt skuldi hann varpa ljós á fylgjurnar av teimum veðurlagsbroytingunum, sum væntandi fara at oyðileggja strandarøkið í Northumberland í 2050.
Marianna sigur, at tær gjørdust sera fegnar, tá tær fingu fyrispurningin um samstarv.
– Vit tóku av beinanvegin. Vit gjørdu research um økið og fingu eisini nógvar upplýsingar frá einum, sum granskar í veðurlagsbroytingunum í Northumberland.
– Umframt hetta fóru vit til Berwick nakrar ferðir, har vit millum annað gjørdu »location hunting« og høvdu upptøkuroynd fyri leikarum, greiðir Marianna frá.
Rannvá leggur afturat, at tað var sera spennandi at sleppa at arbeiða við eini bílagdari uppgávu.
– Sjálvt um vit ikki kendu nakað til økið frammanundan, so vistu vit, at landslagið í norður-Onglandi líkist nógv tí føroyska. Vit fingu eisini góða hjálp frá fólki frá kommununi, sum vístu okkum tey ymsu økini og settu okkum í samband við røttu fólkini, sigur Rannvá.
Spennandi við umbidnum arbeiði
Marianna greiðir frá, at tað vóru eitt sindur av samráðingum, áðrenn komið var á mál við ítøkiligu ætlanunum, men báðir partar vóru sannførdir um, at verkætlanin skuldi fremjast og semja skuldi finnast.
– Vit fingu eina sera góða samstarvsavtalu í lag, slær Marianna fast og heldur fram - Northumberland County Council ynskti at síggja evnið »Climate Change« í einum nýskandandi høpi, og vit høvdu fullkomið listarligt frælsi til at loysa uppgávuna.
– Climate Change er vorðið eitt stórt evni og ein global hóttan, sum er viðkomandi fyri øll. Og tað, at evnið hevur fingið ein listarligan tilgang, bendir á, at hetta er nakað, sum vit øll skulu hugsa um. Vit eiga ikki at gloyma, at náttúran, veðrið og landslagið fara at broytast fyri okkum og okkara eftirkomarar.
Rannvá tekur undir við Marionnu.
– Vit vóru beinanvegin sannførdar um, at hetta var rætta verkætlanin fyri okkum. Vit hava brúkt landslagið í Føroyum til teir flestu av okkara filmum, og vit eru bergtiknar av tí ráða, vakra og reina í nattúruni.
– Nátturan er stórur partur av okkara úttrykki, og tað eru óendaligir møguleikar at nýta landslagið í listini.
Rannvá leggur afturat, at bæði rørslur, búnar, tónleikur og landslagið hava ein týðandi leiklut í nýggja filminum.
– Tað, sum er í fokus, skiftir sum filminum líðir. Onkuntíð eru tað rørslurnar, aðrar tíðir eru tað búnarnir og so víðari. Viðvíkjandi sjálvum rørslumynstrunum hjá leikarunum, so eru tey bæði humanisk og animalsk.
Rannvá greiðir frá, at rørslurnar hava íblástur frá livandi verunum, sum liva í økinum, har upptøkurnar eru gjørdar, og endurspegla sostatt lívið, sum er hótt av veðurlagsbroytingum.
– Rørslumynstrið spælir ein visuellan leiklut, tá tað verður sett saman við tí statiska landslagnum, sigur hon.
Eyðkendi stílurin
Hóast hetta er ein umbiðin filmur, so er hann gjørdur í tráð við eyðkenda stílin hjá Marionnu og Rannvá.
– Tað hevur verið sera spennandi at arbeitt við støðið í veðurlagsbroytingum, og vit vóna, at vit kunnu samantvinna okkara filmslist við onnur tílík viðkomandi evni, sum vanliga ikki verða sett í samband við filmslist, slær Marianna fast.
Rannvá er samd.
– Tað er bæði spennandi og mennandi at arbeiða á hendan hátt, og vit hava lært nógv av hesi verkætlanini. Tað er gevandi at fáa ymiskar uppgávur og at sleppa at royna seg í nýggjum arbeiðsumhvørvi.
– Nú gleða vit okkum nógv at møta øllum teimum aftur, sum hava verið við í arbeiðnum, og vísa teimum endaliga úrslitið.
Eisini til Føroya
Nýggi filmurin »Mare« verður frumsýndur sunnudagin 25. september í The Maltings Theathre & Cinema, men harumframt verður hann sýndur fram sum installatiónsverk í The Town Hall Prison Cells, og har verður hann sýndur fram longu fríggadagin 23.september, og sýningin heldur á allan festivalin.
Marianna vissar tó um, at føroyingar eisini fáa høvið at síggja úrslitið av nýggja samstarvinum.
– Filmurin verður sjálvandi vístur í Føroyum eisini, men enn duga vit tó ikki at siga, júst nær tað verður.
eydnaskaale@hotmail.com
--------
Fakta:
• Mare eitur nýggi stuttfilmurin hjá filmslistaduoini Rammatik við Rannvá Káradóttir & Mariannu Mørkøre.
• Filmurin er eitt nýskapandi listarligt samstarv við Northumberland County Council, sum vil varpa ljós á veðurlagsbroytingarnar í økinum.
• Allir leikarnir í filminum eru frá Youth Dance and Drama Company í Berwick upon Tweed.
• Upptøkurnar eru gjørdar við Super8, ið er eitt serligt eyðkenni við filmunum hjá Rammatik.
• Mare hevur heimsfrumsýning sunnudagin 25.september á stóra enska filmsfestivalinum Berwick Film & Media Arts Festival.
• Frumsýningin er gjørd í samstarv við Berwick Film & Media Arts Festival og The Malting Theatre & Cinema, sum húsar filmsfestivalinum.
• Verkætlanin er stuðlað av Arts Council England
• Lesið meira um festivalin her: www.berwickfilm-artsfest.com
• Lesið meira um verkætlanina her: www.rammatik-mare.blogspot.com