Góðtaka ikki stakroyndir

Eystari Landsrættur viðgjørdi í gjár málið um frátøkuna av fiskiloyvinum hjá línubátinum Sigmundi, sum Fiskiveiðieftirlitið tók í 14 dagar, men sum Føroya Rættur ásetti til 10 dagar.

5. november í fjør møtti Fiskiveiðieftirlitið upp á Toftum, tá línubáturin Sigmundur kom á Landingarmiðstøðina á Toftum at leggja veiðina upp.
Teir høvdu roynt í átta dagar vestan fyri Suðuroynna, og høvdu góð 15 tons av toski umframt annan fisk, men tað var toskurin, ið Fiskiveiðieftirlitið var áhugað í.
Toskurin varð ísaður í 60 kilo kassum, og eftirlitið tók tríggjar ferðir 10 kassar. Hesar stakroyndir vístu 38, 43 og 50% ov nógv av ungfiski.
Royndirnar vóru tiknar á tann hátt, at 10 kassar vórðu tiknir frá degi eitt og tvey, 10 kassar frá degi trý og fýra og 10 kassar frá seinastu fýra døgunum.
Fiskiveiðieftirlitið hevur ta innanhýsis mannagongd, at um ein skipari ikki heldur sína plikt at boða frá ov nógvum ungfiski einaferð, verður fiskiloyvið tikið í 10 dagar, hendir hetta upp til tríggjar ferðir á sama túri, verður loyvið tikið í 14 dagar, og forsømir hann fráboðannarskylduna fleiri enn tríggjar ferðir á sama túri, missir skipið fiskiloyvið í tríggjar vikur.
Av tí at allar tríggjar stakroyndirnar vístu meiri enn tey loyvdi 30% av ungfiski, tók Fiskiveiðieftirlitið fiskiloyvið frá Sigmundi í 14 dagar.
Hetta góðtók reiðaríið ikki, og málið endaði tí í Føroya Rætti, sum lækkaði dagatalið úr 14 niður í 10 dagar. Men heldur ikki hetta góðtók reiðaríið, og tí endaði málið í Eystara Landsrætti.

Vitnir
Ákæruvaldið krevur, at dómurin í Føroya Rætti verður staðfestur, meðan verjin krevur frídøming. Tvey vitni vórðu førd í Eystara Landsrætti, reiðarin og ein gamal línuskipari.
Bæði ákæri og verji løgdu dent á at fáa málið so gjølliga útgreinað, so donsku dómararnir skiltu, hvussu línuveiða og eftirlit gongur fyri seg.
Reiðarin greiddi frá, at kunngerðin, sum Fiskiveiðieftirlitið nýtir í sambandi við stakroyndir, í veruleikanum er ein sáttmáli millum keypara og seljara og er grundað á vekt. Men tá Fiskiveiðieftirlitið kannar longdina á fiskinum, er hendan skipanin ikki sannbærilig.
Ákærin segði, at ákæruvaldið ongantíð hevði pástaðið, at tað var ovn ógvur ungfiskur hvørja setu, men at stakroyndir vístu, at tað var ov nógvur ungfiskur í teimum stakroyndum, tiknar vórðu av lastini.
Verjin segði í sínum lag, at kunngerðin týðiliga sigur, at talan skal vera um eina setu, og tað hevur ákæruvaldið tí ikki prógvað.
Verjin hevði eisini kalla inn ein royndan línuskipara at greiða frá, hvussu línufiskiskapur gongur fyri seg. Skiparin greiddi frá, at tað í nógvum førum veldst um veður og vind og ikki minst streym, men sum oftast verður roynt at seta línuna í einum U-skapi.
Hetta verður gjørt fyri at spara tíð. Tá sett verður upp á hendan mátan, endar tú at seta nær við, har tú byrjaði, og harvið sparir tú siglingstíð, greiddi skiparin frá.

Eftirkanning
Hann segði eisini, at botnurin undir Føroyum er ógvuliga skiftandi, og tað er eisini ógvuliga skiftandi, hvussu fiskiskapurin er.
Strekkið, sum sett verður, er umleið 60 kilometrar, so tað verður sjálvandi ójavnt, hvussu fiskur er á. Og tað letur seg saktans gera, at okkurt strekkið hevur meira av ungfiski enn okkurt annað.
Ákærin vildi hava at vita, hvussu mannagongdin hjá reiðarínum er við at kanna eftir, um ov nógvur ungfiskur er ímillum. Til hetta svaraði reiðarin, at um skiparin hevði illgruna um, at ov nógvur ungfiskur er millum veiðina, bað hann rullumannin um at kanna næstu 100 fiskarnar, og helst endutaka hetta tvær ella tríggjar ferðir.
Skiparin, sum vitnaði í rættinum í gjár segði, at hann vanliga bað menninar um at telja fiskarnar í kassunum. Hetta gav eisini eina góða ábending um ov nógvur ungfiskur var ímillum.
Hann segði eisini, at tað er ójavnt, hvussu fiskurin er fyri, alt eftir árstíðini.
Annars er tað vert at taka við, at toskurin á túrinum var býttur upp soleiðis: 2% var toskur I, 10% var toskur II, 30% var toskur III, 47% var toskur IV og 11% var toskur V. 50 sentrimetrar er markið fyri stødd av ungfiski, og toskur IV hevur eina vegleiðandi longd á 45-60 sentrimetrar.
Hetta merkir, at 2/3 av toski IV er innan fyri lógliga markið, og tað merkir, at eitt stað millum 15% og 16% av teimum 47% er undir 50 sentrimetrar. Verða tey 11% so løgd aftrat verður eitt stað millum 26% og 27% undir 50 sentrimetra markinum. Hagtalsliga, altso.
Dómur í málinum fellur í seinasta lagi 29. Mars.