Frustratiónir Tjóðveldisfloksins

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Bleiv eitt sindur skakkur henda dagin, tá Torbjørn Jacobsen umvegis ein fyrispurning til Jógv­an á Lakjuni legði eina heildarætlan fyri framtíðar skúlabygg­ingum í Føroyum

Slíkar ætlanir eru jú altíð vælkomnar, og eiga at verða viðgjørdar javnan.
Tað sum gjørdi meg skakk­an, var »timingin«, og at ætlanin stóð andsøgn til allar tær politisku telv­ing­arnar, sum í seinastuni hava verið innan skúlabyggingar í Føroyum.
Men Torbjørn er nú eina­ferð Torbjørn, og orðatakið »sum fílur í eini glasbúð« fellur lættast á sinni.
Men nú traðkar næsti maður á Tjóveldislistanum fram og bakkar upp! Finn­ur Helmsdal valdur í Suð­ur­streymi hevur somu áskoðan sum Torbjørn. Niðurlegg tekniska skúla í Havn og flyt hann til Klaksvíkar!
Nú líkist hetta einum floks­máli meira enn einum Tobba-syndromi.

Tekniski skúli í Havn     
Í meira enn 30 ár hevur tekniski skúli í Havn liðið undir illvilja løgtingsins. Skúlin hevur snøgt sagt havt allar ringastu umstøður. Nógvar royndir hava verið gjørdar hesi nógvu seinastu árini fyri at betra umstøðunar hjá skúlanum men nei!
Hetta hóast at skúlin í øll árini hevur havt góða og mennandi útbúgving til ta handverksvinnuna, sum eigur, og altíð hevur átt sítt høvuðvirksemi í Havn. Tað er í Havn, at hand­verks­vinnan eigur sítt grund­støði tað er í Havn, at hand­verksmetropolurin er, og tað er her næmingarnir virka og halda til.
Men skúlin skal allur liggja í Klaksvík?

Svik Tjóveldisflokksins
Fyri góðum tveimum árum síðan kom eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at veita Handilsskúlanum og Tekniska Skúla í Havn fígging til skúlabygging eftir vinnuskúlalógini. Ætlanin var tá at byggja ein minni skúladepil úti í Marknagili, sum skuldi húsa hesum báð­um skúlunum.
Uppskotið var gott, og hóast Sambandsflokkurin var í andstøðu, ætlaði eg mær saman við Javnaðar­flokk­in­um at atkvøða fyri upp­skotinum.
Her var endiliga ein møgu­leiki at koma eitt fet víðari í skúlabyggi­málin­um.
Tjóðveldisflokkurin var ikki fegin um hesa ætlan mína. Høgni Hoydal helt, at besta loysnin var at finna í einum skúladepli, sum umframt at skula hýsa hand­ils- og tekniskum útbúgv­ingum, eisini skuldi hýsa studentútbúgvingini og HF-skeiði. Skúlavirksemi í Hoydølum skuldi so flytast í Marknagil.
Mær hevur altíð dámt ætlanina um at byggja ein skúladepil í Marknagili ein depil, sum hýsir eini fjøl­broyttari frálæru og sum er eitt gott boð upp á fram­tíðarinnar skúla.
Í teirri trúgv at Tjóð­veld­isflokkurin stóð aftan fyri skúladepilin í Marknagili, og at politiska baklandið aftan fyri skúladepilin tí var rættiliga trygt, valdi eg so at stuðla hesi ætlan heldur enn at taka undir við uppskotiðnum hjá Sambandsflokkinum um eina loysn fyri Handilsskúlan og Tekniska Skúlan.
Nú er so sjón fyri søgn Tjóðveldisflokkurin er als ikki aftan fyri skúla­dep­ilsætlanina í Marknagili í hvussu so er ikki ein depil, sum hýsur tekniska skúla í Havn hann samb. Tor­bjørn Jacobsen og Finnur Helms­dal skal flytast til Klaks­víkar.

Tíbetur er málið
komið aftur á beint
Eg eri sera harmur um, at ætlanin um at byggja skúla­depilin í Marknagili ikki gerst veruleiki á hesum sinni.
MEN eg kann staðfesta, at hetta skyldast at Javnað­ar­flokkurin ogTjóð­veldis­flokkurin IKKI taka undir við ætlanini, og tá er ætlanin ikki borðbar longur.
Hinvegin eri eg sera fegin um, at samgongan stendur aftan fyri lógaruppskot nr 112, sum landsstýrismaðurin í mentamálum legði fyri ting­ið herfyri. Uppskotið játtar Handilsskúlnum og Tekniska Skúla í Havn fígging til at byggja eina skúlabygging fyri 150 mill, og at ætlanin hýsir møguleikanum hjá Studentaskúlin í Hoydølum at byggja seg inn í ætlanina seinri.
Handlisskúlin og Tekniski Skúli í Havn fáa nú virði­ligar karmar og sostatt eis­ini høvi at mennast út­búgv­ingarliga og gerast týð­andi lutir í framtíðar útbúgving­arpolitikki samgongunar.

Frustratión
Helt at tramanskapur Tjóð­veld­isflokksins í deplamál­inum í Marknagili helt upp­at í royndini at forkoma teknisku útbúgvinginin í Havn. Men nei !
Nú undirmáar Anita á Fríriksmørk og Høgni Hoydal úr Tjóðveldisflokkinum so sanni­liga lógina um vinnu­skúlabygging (løgtingslóg nr106 frá 1998) við at halda uppá, at lógin er ófor­svar­lig, og hevur til enda­máls at fremja kaos í fíggjar­stýringin.
Sjálvur haldi eg, at lógin um fígging av vinnuskúlum er væl brúkulig. Fyri tað fyrsta er lógin bert gald­andi fyri sjálvseigandi vinnu­skúlar. Hesir skúlar eru sera avmarkaðir og tí ongin trupulleiki at halda skil á. Fyri tað næsta, so er roknistykkið sera einkult talan er um at seta eina ávísa upphædd av á fíggjarlógini í eitt ávíst áratal t.v.s áratal ganga upphædd er hetta so trupult at rokna út?
Roknistykkið kann ikki vera trupulleikin! Talan er allarhelst um stórar frustra­tiónir nú skúlanir í Markna­gili fáa nøkta sín tørv? Og dupultspælið hjá Tjóð­veldisflokkinum í skúla­depl­in­um í Marknagili er av­slørað?

Uppskotið hjá Torbirni Jacobsen
Hvat viðvíkur uppskotinum hjá Torbirni Jacobsen um at endavenda øllum skúla­byggiætlanum, so taki eg als ikki taki undir við upp­skotinum.
Eg eri í prinsippinum fyri, at skúladeplar vera í øllum størri økjum í Føroyum.
Deplarnir skulu kunna bjóða nær um øll tilboð inn­an miðnámsútbúgvingar. Møgu­liga er hetta ikki bílig­asti skúlarakstrarháttur, men hinvegin so verður hvør undirvísingargrein væl røkt í kappingini millum skúlarnar. Næmingarnir kunnu í sínum heimliga skúladepli velja tær útbúgvingar, sum teimum dáma best og ikki velja eina útbúgving bert tí at hon er einasta útbúgvingin, sum hevur at bjóða.
Eg ivist tó í, um skipanin við økisskúlum við fjøl­broyttum tilboðum er dýrari skipanin enn hon sum savnar undirvísingina í serskúlar har næmingarnir skulu fjakka á úr egnum øki til annað fyri at nema sær útbúgving.
Ongin regul uttan undantak tað finnast undirvísingar, sum eru so avmarkaðar, at rættast er at savna hesa á ein skúla.
Eitt er tó víst at ein økis­skúli við fjølbroyttum undir­vísingartilboðum, verður ein kraftdepil í økismenningini og størsta trygdin undir lokala trivnaðinum.