Heimkærur toskur

Visti tú, at vit eiga Mykinestoskar og Svínoyartoskar? At toskurin er staðbundin, og kann leita langan veg fyri at koma aftur, har hann hoyrir heima

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, Fiskirannsóknarstovan
???????????????????????????????????????????????
Nú tá várróðurin á Norðhavinum er, er tað óivað onkur, sum undrast á, hvaðani allur hesin toskurin kemur.
Merkingarroyndir vísa, hvussu fiskur flytir frá einum øki til annað. Eg skal í hesari greinini greiða frá nøkrum av merkingarroyndunum undir Føroyum.
Staðbundin smáfiskur
Longu í 1909 komu danskir fiskifrøðingar til Føroya at kanna, hvussu toskur (Mynd 1) ferðast. Við góðari hjálp frá føroyingum merktu teir fleiri túsund smáfiskar, sum vóru 35-50 cm til longdar. Mest merkt teir í Nólsoyarfirði og eystan fyri Nólsoynna, men nakað varð eisini merkt við Suðuroynna, vestan fyri Sandoy og norðan fyri Vágoy. Umframt at merkja smáfisk merktu teir eisini tosk á Sandoyarbankanum og á Føroyabanka.
Umstøðurnar at merkja vóru ikki so góðar sum í dag. Teir nýttu smábát ella størri deksbát og fiskaðu við snøri. Tað hevur verið eitt óført stríð at fiska, máta fiskalongd, skriva niður og sleppa fiskinum útaftur, alt í einum lítlum báti og kanska í ringum veðri.
Í Nólsoyarfirði var ikki óvanligt at fáa 50% av teimum merktu fiskunum aftur, og í onkrum føri heili 75%. Tað var sjáldsamt at fáa merktan tosk aftur, sum hevði verið longri enn eitt ár í sjónum. Ein onnur orsøk var óivað, at onglendingar og skotar, sum royndu við trolara útiá, ikki lótu merkir inn í sama mun sum føroyingar.
Smáfiskurin helt seg fyri tað mesta á sama staði, har hann var merktur (Mynd 1). Tað var galdandi fyri øll støð, har merkt var. Tað var ógvuliga sjáldsamt at fáa ein smáfisk longri enn 10 fjórðingar (19 kilometrar) frá tí staði hann var merktur. Men var ein smáfiskur fyrst farin út at reika, kundi hann ferðast 20, 30 ella kanska 50 fjórðingar.
Tann størri toskurin ferðaðist nógv meira enn smáfiskurin. Toskur, sum var merktur á Sandoyarbankanum, varð fingin aftur í einum stórum øki (Mynd 1). Tá hendan merkingarroyndin varð gjørd, kendu menn lítið til ferðingina hjá toski til og frá Norðhavinum, sum er týdningarmesta gýtingarøkið hjá toski á føroyska landgrunninum.
Ferðing í samband við gýting
Merkingarroyndirnar í 1909-13 vístu ikki, hvussu gýtingarførur toskur ferðast, tí toskurin var ov lítil. Vit vita í dag, at tað eru tvey høvðusgýtingarøkir á føroyska landgrunninum: Á Norðhavinum (norðan fyri Norðuroyggjar og Eysturoy) og í Vágahavinum (sunnan fyri Vágoy). Granskarar tá á døgum vistu lítið um gýtingarøkið í Vágahavinum; teir merktu bert tosk á Norðhavinum.
Danskir fiskifrøðingar merktu í 1927-37 yvir 1000 toskar á Norðhavinum, sum vóru í miðal 80 cm langir. Hetta var í mars-mai, tvs. umleið ein mánað seinni enn í dag. Eisini var fiskurin umleið 10 cm størri, enn hann er í dag. Teir fingu knappar 200 aftur, tvs. knøpp 20%. Í dag er vanligt at fáa 20-35% aftur.
Gýtingartoskur ferðast munandi meira enn smáfiskur. Beint eftir merking (í apríl) vóru toskarnir fingnir nær við gýtingarøkið, meðan teir í mai-desember vóru spjaddir um allan landgrunnin (Mynd 2). Lesarin við einum vaknum eyga leggur til merkis, at heldur fáir toskar eru fingnir suður-vestur úr Føroyum, har tað er grynri enn 200m, tvs. vestan fyri Suðuroynna og Sandoynna. Vit vita í dag, at toskur á hesum leiðum fyri tað mesta gýtir í Vágahavinum og tí ikki er fingin við í hesari merkingarroyndini.
Í januar-februar byrjar toskurin at fara aftur til gýtinarøkið og í mars-apríl er hann komin fram og gýtir (Mynd 2). Nakrir toskar eru annahvørt longu lidnir at gýta ella heldur seinir ávegis.
Føroyskur toskur nýtir sama gýtingarøki ár undan ári. Tað sæst týðiliga á Mynd 2, tí eingin toskur er farin í Vágahavið at gýta.
Heimkærur toskur
Merkingarroyndirnar í 1909-13 og 1927-37 vístu, at smáfiskur var støðufastur og at gýtingarførur toskur ferðaðist til og frá gýtingarøkjunum.
Seinni er komið fram, at toskur er "heimkærur".
Tað ber til at tosa um t.d. "Mykinestoskar" og "Svínoyartoskar". "Mykinestoskurin" heldur til vestan fyri Mykines og gýtir um várið á Norðhavinum (ella vestan fyri Mykines) og fer síðan heim aftur til økið vestan fyri Mykines. "Svínoyartoskurin" heldur til eystan fyri Svínoynna og gýtir eisini á Norðhavinum um várið; kanska hevur hann møtt "Mykinestoskinum" har. Eftir gýting fer "Svínoyartoskurin" heim aftur til økið eystan fyri Svínoynna.
Um vit flyta tosk frá Mykinesgrunninum norður á Mýlingsgrunnin (norður-vestur úr Steymoynni), leitar hann sær í stóran mun heim aftur suður á Mykinesgrunnin og øvugt. Vit hava eisini flutt tosk út á djúpt (300 m dýpi) og teir fara beinan vegin inn aftur á "rætt" dýpi og lutvíst eisini á rætta pláss. Eisini toskur, sum er fluttur inn til lands og sleptur á t.d. Skálafirði, fer út aftur á "rætt" dýpi.
Hví toskur er staðbundin
Vit vita lítið um, hví toskur er staðbundin. Ein skuldi trúð, at tað hevði nakað við føðina hjá toskinum at gera, men enn eru ongar greiðar niðurstøður um tað. Tað tykist ikki vera nakar munur á føðini hjá toski, sum heldur til á Mykinesgrunninum ella á Mýlingsgrunninum. Í báðum førum er føðin nebbasild og krabbadjór. Men tað kann vera, at tann einstaki toskurin má kenna sítt umráði gjølla fyri at kunna fáa fatur á føðini. Hann má kanska vita, at tað viðhvørt plagar at sita ein krabbi undir júst hasum steininum.
Ein annar møguleiki er, at toskurin vil verja seg ímóti rovfiskum ella øðrum vandum. Um t.d. ein hemari skuldi komið framvið, er lívsneyðugt at kenna goymistøðini.
Hvussu finnur toskurin veg?
Vit vita lítið um, hvussu toskur finnur vegin fram. Sýnið í sjónum er sera avmarkað og er sjáldan meira enn 20 metrar. Toskur kann tí ikki síggja tað endaliga málið, eins og vit menniskju kunnu síggja t.d. Slættaratind, meðan vit enn eru langt burtur.
Tann einstaki toskurin kann til dømis fylgja við hinum toskunum, um onkur teirra longu kennir vegin. Tað kann kanska vera ein gamal toskur, sum hevur lært leiðina uttanat. Reinsdjór nýta hendan háttin.
Tað kann leggjast aftrat, at menn hava eisini flutt tosk í Eystursjónum, men tað vísti beint tað øvugta: At hann ikki fór heimaftur. Teir vórðu fluttir nógv longri strekki og eisini eru viðurskiftini í Eystursjónum ólík okkara.
Ferðing til onnur havøki
Føroyskur toskur fer sera sjáldan til onnur havøki ? umleið 1 av 1000. Føroyskur toskur er fingin við Ísland, Hetland, Orknoyggjar, í Norðsjónum, við miðnorsku strondina (har Tróndheimur liggur) og í Barentshavinum. Toskurin, sum heldur til á Íslandsrygginum, er møguliga fyri tað mesta íslendskur.
Tað er eisini sera sjáldsamt, at toskur ferðast ímillum føroyska landgrunnin (har Føroyar liggja) og Føroyabanka, sum er suður-vestur úr Føroyum. Tó kann nevnast, at menn í 1910 fluttu fýra toskar frá Føroyabanka og sleptu teimum á Vágsfirði. Ein av teimum varð seinni fiskaður aftur á Føroyabanka. Tað má roknast fyri at vera eitt bragd, tí toskurin er komin sær framvið Føroyabankarennuni, sum er umleið 800 metrar djúp og har sjógvurin er ísakaldur. Hann kann tó hava uppi í sjónum (ikki niðri við botnin).
?????????????

Ein serstøk tøkk til teirra, sum hava latið fiskamerkir og fiskar inn til Fiskirannsóknarstovuna. Við tykkara hjálp hava vit fingið til vega upplýsingar um ferðingarmynstrið hjá toski, sum er serstakt í granskingarhøpi