Tjørnuvík: Tjørnuvíksfólk syngja Kingo. Sum tey einastu í heiminum. Og tí fara tey til Danmarkar á páskum at syngja gomlu Kingoløgini fyri dønum, sum hátíðarhalda, at tað eru liðin 300 ár síðan Thomas Kingo doyði.
? Som den gyldne sol frembryder, syngja tey trý tjørnuvíksfólkini, sum eru komin í kirkjuna við okkum at vísa og lata okkum hoyra, hvat tað er, tjørnuvíksfólk fara til Danmarkar at syngja á páskum.
? Tað virkar eitt sindur óveruligt, at vit, sum bara eru amatørar úr eini bygd við færri enn 70 fólkum, skulu vera boðin av Keypmannahavnar biskuppi til Danmarkar at syngja á staðnum, har Kingo virkaði og doyði. Tað fer at hava árin á nógv av teimum eldru fólkunum, sum eru við í bólkinum, sigur ein av fyrireikarunum og sangarunum, Asbjørn Djurhuus í Tjørnuvík.
Tey siga í Tjørnuvík, at tað man vera fyrrverandi prestur teirra, Martin Restorff Jacobsen, sum mestsum hevur spunnið hetta í. Hann er áhugaður í tí sangi, sum har verður sungin og spyr javnan eftir, hvussu gongur, sigur Asbjørn Djurhuus. Hann hevði vist sæð í Kristeligt Dagblad, at hetta hátíðarhaldið skuldi vera í Danmark.
? Eg havi hann mistonktan fyri at hava ein fingur við í spælinum, nú biskuppurin í Keypmannahavn hevur boðið okkum við.
Tað kostar nakað av peningi at gera eina slíka ferð, og søkt er eisini um stuðul, ymsastaðni frá, siga tey í Tjørnuvík.
Men vónir eru fyri, halda tey, at tað fer at bera til at fíggja hesa ferðina. Farið verður við flogfari úr Føroyum til Billund tann 14. apríl, og komið verður so aftur tann 22. sum er triði páskadagur.
Umframt at sungið verður í Fraugde á Fyn, har Thomas Kingo búðu seinastu ár síni, veður eisini vitjað í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn, har onkur framførsla eisini verður. Har er tað føroyska kirkjuliðið við Bergi Jacobsen sum presti, sum er vertur, siga tjørnuvíkingarnir.
Tey leggja skrá í Tjørnuvík í hesum døgum. Hon verður nokk ikki so long, halda tey. Men so mikið, at tað fer at bera til at geva dønum eina hilling á, hvussu gamli sálmasongurin helst hevur ljóðað í Danmark eisini á døgum Kingo eini hundrað ár eftir trúbótina.
Í dag meta tey, at tað er gamli, gregorianski sangurin, sum mest líkist kingosanginum í Tjørnuvík.
Tað hevur ikki altíð verið líka lætt at sungið Kingo ella fyri tann skuld at lisið lestur heldur í føroyskum kirkjum í gomlum døgum, veit ein av sangarunum, Jens Jensen, at siga. Hann vísir okkum eina lestrarbók hjá Brockmann og eina sálmabók hjá Kingo, sum báðar eru prentaðar við gotiskum stavum.
Sálmabókin hjá Kingo letur einki vera tilvildarligt. Sálmarnir eru settir upp soleiðis, at viðmerkt er ikki bara hvønn dag, teir skulu syngjast. Nei, eisini nær í sjálvari guðstænastuni, teir skulu verða sungnir. Fyri ella eftir prædiku, fyri at eingin ivi skal vera.
? Nú veit eg ikki, hvussu tey hava skilt hetta fyrr, sigur Jens, men hjá okkum var tað ov torført. Vit hava tí skrivað teir sálmarnar av, vit ætla at syngja, soleiðis at vit nú hava teir á nútíðarskrift.
?????????
Stutt um Thomas Kingo
Thomas Kingo varð føddur í 1634 og doyði í 1703. Hann vaks upp í Slangerup á Sjællandi og fór 15 ára gamal á Frederiksborg Latinskole, sum bar orð fyri at hava sera góða tónleikaundirvísing. Hann las guðfrøði í Keypmannahavn og var eftir lokið embætisprógv fyrst húslærari og síðan, í 1661, kappelanur í Helsinge kirkju. Í 1668 gjørdist hann prestur í heimbygdini Slangerup, og orsakað av stóra sálmaskaldskapi sínum, har hann hálovaði bæði kongi og sjálvandi Guði, varð Thomas Kingo biskuppur yvir Fyns Stift í 1677.










