seinur á sjóvarfallinum og fekk ikki fatur á arminum á Heina fyrr enn hann var farin fram við, og tað kostaði. Hann fekk reyða kortið og H71 ein dyggan frammaná. Støðan var tá 24-24 og við brotskastinum beint [...] armin, og tað sá heldur ikki út til at hann var ósamdur. Hann mótmælti í hvussu er ikki avgerðini og fór av vøllinum, sum tað sømir seg góðum ítróttamanni. Hann tók nevniliga í hondina á Heina og bæð hann [...] úrslitið. Neistin hevði bóltin og royndi at koma ígjøgnum uttan at tað eydnaðist. Heini fekk bóltin og fann eitt hol í verjuni beint har, sum venjarin hjá hoyvíkingum stóð, og hann smeyg sær ígjøgnum. Hans
á føtur, og so varð bæði sungið við og klappa. Tríggjar abbadøtrar, Vanja, Laila og Barbara, sungu eisini nakrar sangir, og tað er eyðsýnt, at tónleikur er gingin í arv í familjuni. Faðir og dóttir úr [...] Mørkøre hevði mannað til konsetina. Teir spældu væl, og sangirnir vóru fangandi og spennandi. Nógvir góðir tónleikarar spældu undir, og bæði samanspælið og kórið var gott. Hendan bólk høvdu nógv ivaleyst viljað [...] Jens og Kristel Lisberg hava áður framført saman á konsertum og hava eina á skránni í Havn komandi vikuskiftið, og tey sungu eisini í Christianskirkjuni. Ungu songkvinnan hevur eitt stórt talent, og tað
løtuni. Teir hava tikið trolið inn og reinsa tað fyri osti. Ostur er ymiskt rusk, sum samlast í trolinum av og á. Tá Tjaldrið kemur fram á Sjagaklett verður skipið tikið, og skiparin verður síðani ákærdur [...] dekkinum. Sjálvur sigur hann, at nógv annað hendur umborð, og tí kundi tað gott vera ósamsvar millum, hvat var skrásett, og hvat veruliga hendi. Kanska var eitt frávík upp á eitt korter, hálvan tíma onkuntíð [...] síðani kós móti Sjagakletti og varnast, at trolarin nakrar tímar seinni aftur er inni í kassanum. Tá ringir skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen, umborð á trolaran og minnir skiparan á, at kassin
gað í Gundadali seg um ein fínan fótbóltsdyst við stórum spenningi, góðum spæli og fýra málum, tá grannafeløgini B36 og HB hittust í seinnu semifinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Sutt fyri leiklok [...] taka seg úr dystinum við skaða í økslini. Dómarin bríkslaði fyri frísparki til B36 og gav Allani Mørkøre gula kortið, og í frágreiðing til FSF sigur hann, at kortið varð givið fyri at ?koma brøkpartar av [...] sum hann sá, og tey vóru uppøst, tí tey hildu, at tað var heilt eyðsýnt, at HB maðurin var so nógv ov seinur við sínari roynd. Tomislav Sivic, venjarin hjá B36, tók søkina í egnar hendur. Venjarin var
verður givin, tá fólk órógva og hótta við at fara til hendurs. Men hetta lat maðurin sær ikki lynda og gjørdist meira harðligur – og so harðligur, at hann varð handtikin og skuldsettur fyri at harðskap [...] Havn, tí eigarin vildi hava ein mann burtur, sum órógvaði uttan fyri bústaðin. Løgreglan kom á staðið og burturvísti mannin. Seinni í nátt, klokkan fýra, varð løgreglan boðsend, tí órógv var uttan fyri eina
andstøðuni í fíggjarnevndini, sum eru teir, sum eru teir ágangandi og royna at pilka uppskotið hjá samgonguni sundur og koma við broytingum og grundgevingum fyri at broyta uppskotið. Men hesuferð er tað beint [...] rættiliga veit, hvat hon hevur gjørt og at tað er komin fjáltur á samgongumenn fyri at finna sparingar. Samstundis situr limirnir hjá andstøðuni fyribils mestsum hendur í favn og eygleiða, hvussu leikur ferð, [...] Sosialinum. Hesuferð er tað samgongan sum kemur við umfatandi ætlanum um broytingar -og tað er fyri tað mesta sparingar, og sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, hevur samgongan givið almennum stovnum boð
ið vaskar hendur og vil bara blanda seg, tá kreppan og orrustan er fullkomin, eins og við fyrru hálvfinalunum. Hesa ferð er ein partur av trupulleikanum, at Smyril siglir norð klokkan 18, og tá skulu [...] Í gjár skuldi seinna hálvfinalan millum Suðringar og B36 spælast mikudagin 13. juni klokkan 16. Fyrr í dag bleiv dysturin ásettur til klokkan 14.30, men nú er dysturin settur til klokkan 15. Les eisini:
kunnum broytast (til dømis í sambandi við havnaútbyggingar), og tí er umráðandi, at kortini alla tíðina eru dagførd. Til hetta krevjast bæði útgerð og førleikar. Men undanfarna samgonga sum valdi at yvirtaka [...] komið á føroyskar hendur frá 1. januar, men enn mugu danir gera ein stóran part av arbeiðinum, tí undanfarna landsstýri spardi tær neyðugu fyrireikingarnar burtur. Umhvørvisstovan og Geodatastyrelsen hava [...] Føroyar so við og við skulu yvirtaka sjókortmyndugleikan, meðan Umhvørvisstovan byggir upp eina fyrisiting av økinum. Sirið Stenberg kann fegnast um enn eina yvirtøku eftir Heimastýrislógini, og alt gott um
Margarinfabrikkini í Havn og skipaði fyri tiltøkum sum asfalt og Náttin er ung. Hon sær Kvinna sum arbeiðspláss sum nakað heilt serligt, tí Kvinna er einasta kvinnublað í Føroyum og røkkur út til eina stóra [...] vildi tó ikki fara, fyrr enn hon visti, at blaðið fór í góðar hendur. Tí setti hon seg í samband við Siri Hansen, sum arbeiddi í Danmark, og Siri Hansen var beinanvegin fús. - Hetta er mítt dreymastarv [...] pedagogisk útbútbúgving sosiologi, og hon hevur arbeitt sum verkætlanarleiðari við ungum fólkum við sosialum trupulleikum. Slík størv hevur hon havt bæði í Valby og í Ishøj í Danmark. Áðrenn tað arbeiddi
síggja tað stuttliga í ymiskum umstøðum, og hetta var á góðari leið. Hómaði Elina, meðan dampurin bylgdi fram og aftur upp og niður, og vit prátaðu um líkt og ólikt gjøgnum greytatjúkka mjørkan. Knappliga [...] Achyutashtakam Mantru, og var í ferð við at finna sítt innara eg og koma í javnvág við universið, og at her skuldi friður og griður valda. Ups. Eg slepti mær út um mjørkatámið og yvir í vanliga dampbaðið [...] í rasshaft og tað við lít. Mintist knappliga aftur á eina aðru ferð, tá eg og ein starvsfelagi vóru á skeiði í Keypmannahavn. Eitt kvøldið fóru vit út at eta, og sjálvandi høvdu vit stíl og tóku taxa.