Annleyg Lamhauge hevur verið blaðstjóri á blaðnum Kvinnu. Arbeiðið hevur verið áhugavert, men nú helt hon løtuna vera komna, til at onkur onnur skuldi taka yvir.
Hon vildi tó ikki fara, fyrr enn hon visti, at blaðið fór í góðar hendur. Tí setti hon seg í samband við Siri Hansen, sum arbeiddi í Danmark, og Siri Hansen var beinanvegin fús.
- Hetta er mítt dreymastarv, sigur Siri Hansen.
Hon byrjaði í gjár at arbeiða á Kvinnu, men tekur ikki við sum blaðstjóri fyrr enn á nyggjárinum. Annleyg Lamhauge verður blaðstjóri á teimum bløðunum, sum aftrat koma út í ár.
Nýggi blaðstjórin er cand. pæd. soc., sum er ein hægri pedagogisk útbútbúgving sosiologi, og hon hevur arbeitt sum verkætlanarleiðari við ungum fólkum við sosialum trupulleikum. Slík størv hevur hon havt bæði í Valby og í Ishøj í Danmark.
Áðrenn tað arbeiddi hon á Margarinfabrikkini í Havn og skipaði fyri tiltøkum sum asfalt og Náttin er ung.
Hon sær Kvinna sum arbeiðspláss sum nakað heilt serligt, tí Kvinna er einasta kvinnublað í Føroyum og røkkur út til eina stóra fjøl.
- Kvinna lýsir, hvat føroyskar kvinnur gera, hvat liggur teimum á hjarta og so víðari. Spurningurin, hvør føroyska kvinnan er, haldi eg vera sera áhugaverdan, sigur Siri Hansen.
Hon gjørdi serritgerð um stakar uppihaldarar í Føroyum og tá kom hon væl inn í, hvussu kvinnurnar hava tær. Kvinnur í Føroyum hava nógvar ymiskar leiklutir.
- Eg gleði meg til at skula viðgera ymisk evni um kvinnur, og eg gleði meg eisini til tað kreativa arbeiðið. Sjálv haldi eg meg vera sera kreativa, sigur Siri Hansen.
Hon hevur frammanundan skrivað ymist til Kvinnu.
Fimm kvinnur arbeiða á Kvinnu, men fleiri aðrar kvinnur skriva í blaðið. Sansir eiga Kvinnu, og Kvinna kann tí brúka ekspertisuna hjá Sansum.
Kvinna er komin út í átta ár. Upplagið er 6.000. Málbólkurin er tann etableraða kvinnan, men eisini nógvir menn lesa Kvinnu, serliga teir millum 25 og 40 ár, vísir ein kanning.