3. juli í 2016 varnast Tjaldrið, at trolarin Sjagaklettur liggur inni í kassa a á syðra kanti á Føroya Banka, sum er stongdur fyri trolveiðu um summarið.
Tjaldrið leggur síðani kós móti Sjagakletti og varnast, at trolarin nakrar tímar seinni aftur er inni í kassanum. Tá ringir skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen, umborð á trolaran og minnir skiparan á, at kassin er stongdur.
Skiparin svarar aftur, at teir hála ikki í løtuni. Teir hava tikið trolið inn og reinsa tað fyri osti. Ostur er ymiskt rusk, sum samlast í trolinum av og á.
Tá Tjaldrið kemur fram á Sjagaklett verður skipið tikið, og skiparin verður síðani ákærdur fyri at hava gjørt fleiri hál inni í stongda kassanum. Plottarin og dagbókin umborð siga, at skipið átta ferðir hevur verið inni í stongda kassanum, meðan trolið hevur verið úti.
Skiparin er tí ákærdur fyri at í seks ymiskum hálum at hava fiskað á stongdari leið. Dagbókin vísir greitt, nær hann hevur skotið trolið og hálað tað inn aftur, og á plottaranum sæst, at hann í hesum tíðarskeiðnum fleiri ferðir hevur verið inni á stongdum øki.
Skiparin noktar seg sekan. Hann játtar, at hann hevur verið inni á stongdari leið, men tvíheldur um, at hann ikki hevur trolað, meðan hann hevur verið inni í kassanum.
Hann hevur ymiskar frágreiðingar um, hví tað kann síggja soleiðis út, um hugt verður at plottaranum og dagbókini.
Hann viðgongur, at hann ikki altíð hevur ført dagbókina júst eftir leiðreglunum. Tær siga, at skrásetast skal neyvt nær trolið verður skotið og nær tað aftur er á dekkinum. Sjálvur sigur hann, at nógv annað hendur umborð, og tí kundi tað gott vera ósamsvar millum, hvat var skrásett, og hvat veruliga hendi. Kanska var eitt frávík upp á eitt korter, hálvan tíma onkuntíð.
Í øðrum hálum vísir dagbókin, at Sjagaklettur hevur siglt inn í kassan kanska miðskeiðis í hálinum. Tá sigur skiparin, at áðrenn teir koma inn í kassan, hevur hann drigið trolið inn.
- Botnurin er so vánaligur í økinum, at tað ofta kemur skaði á trolið. Tí hála vit tað av og á inn at kanna. Tað er í hesum løtum, at vit eru farnir inn í kassan, men farnir út aftur, áðrenn trolið er skotið út aftur.
Sjagaklettur var á svartkalvaveiðu og skiparin heldur, at hetta kanska er besta prógvið fyri, at teir ikki fiskaðu, meðan teir vóru í kassanum.
- Har er eingin svartkalvi. Kassin er bara stongdur um summarið, men vit fiska als ikki har, heldur ikki, tá kassin er opin, sigur hann.
Ætlanin var, at málið skuldi gerast liðugt í dag, men verjin heitti á dómaran um at spyrja serkøn fólk um nakað av tí, sum skiparin hevði ført fram. Hann vildi millum annað hava betri lýst, hvussu skiparar annars føra dagbøkur, um allir gera eftir leiðbeiningini ella um fleiri gera sum skiparin. Harnæst vildi hann hava serkøn fólk at meta um, hvørt tað mundi bera til at venda skipinum so skjótt, um trolið hekk úti.
Ákærin mótmælti hesum, men dómarin tók umbønina hjá verjanum til eftirtektar og útsetti tí málið. Hesa avgerð kærdi ákærin til Eystara Landsrætt, sum tí skal taka støðu til, um verjin sleppur at kalla hesi vitni inn ella ikki. Hvussu víkir og vendir, so má skiparin bíða eina løtu afturat, áðrenn hann veit, hvør dómurin verður.
Les meiri í Sosialinum, sum veður borin í hvørt heim í morgin.