Tað vóru kend nøvn á plakatini, tá ið konsertir fyri gøtubørn í Suðurafrika vórðu hildnar í Klaksvík og í Havn farna vikuskiftið.
MC Restorff, Finnur Hansen, I AM, Brandur Enni, Kristel Lisberg og Torkil Mørkøre vóru millum tónleikararnar og sangararnar, sum vildu taka eitt tak fyri einum vælgerandi endamáli.
Konsertin í Christianskirkjuni leygardagin savnaði nógv fólk. Allar tríggjar hæddirnar í kirkjuni vóru fyltar við fólki, og hóast okkurt einstakt setur var tøkt, so var talan um eina mest sum stappaða kirkju.
Um tað var nakað serstakt sum dró hesi mongu fólk á konsert, er ilt at siga. Kanska var tað blandið av tónleikarum og sangarum, sum vóru á skránni, sum lokkaðu tey mongu fólkini.
Nýggjur sangari í I AM
Konsertin var hugalig og sjarmerandi. Alt sat ikki, sum tað skuldi reint tónleikaliga, men tað vóru fólk við góðum gávum, sum spældu og sungu.
MC Restorff legði fyri, og hann var ein góða byrjan. Hann innleddi við einum sangi hjá Roberti Joensen, og nú hann var farin so langt av heimalið, so hevði hann fingið ein klaksvíking í Eysturoynni, Eyðun Jacobsen, at spæla saman við sær.
Rockbólkurin I AM hevur verið eitt tað heitasta navnið í føroyskum tónleiki seinastu vikurnar, og teir vóru eisini til konsertina ? í hvussu er teir flestu av teimum.
Sangarin í bólkinum, Birgir Sigurðsson, sum er búsitandi í Danmark, kundi ikki verða við til konsertina, og tí var tað vanligi keyboard-spælarin í bólkinum, Heðin Olsen, sum sang fyri á tveimum sangum, og síðani var Brandur Enni gestasangari til sangin Friðsæla stund.
Torkil fangaði
Tað kann kanska verða líkamikið at taka dagar ímillum tær ymsu framførslurnar tá ið talan er um slíka vælgerandi konsert, har endamálið vigar tyngri enn nakað annað. Men tað ber illa til at sleppa út um bólkin, sum Torkil Mørkøre hevði mannað til konsetina.
Teir spældu væl, og sangirnir vóru fangandi og spennandi. Nógvir góðir tónleikarar spældu undir, og bæði samanspælið og kórið var gott. Hendan bólk høvdu nógv ivaleyst viljað hoyrt til eina nýggja konsert, har teir fingu meira pláss.
Millum tónleikararnar í bólkinum vóru Mikkjal Hvannastein, Ingi Isaksen, Kristoffur Mørkøre og Leivur Vitalis, og teir eru kendir úr nógvum øðrum tónleikaligum samanhangum.
Finnur fekk fólk á føtur
Finnur Hansen og familja løgdu veruliga nakað eftir seg á konsertini í Christianskirkjuni. 75 ára gamli Finnur Hansen er kendur sum ein góður og inniligur gospelsangari, og hóast hann er komin nakað upp í árini, so spardi hann seg ikki á konsertini.
Hann sang av hjartað, og tá ið sangurin »Undurfulla land« var á skránni, fóru fólk á føtur, og so varð bæði sungið við og klappa.
Tríggjar abbadøtrar, Vanja, Laila og Barbara, sungu eisini nakrar sangir, og tað er eyðsýnt, at tónleikur er gingin í arv í familjuni.
Faðir og dóttir úr einari aðrari familju sungu eisini. Jens og Kristel Lisberg hava áður framført saman á konsertum og hava eina á skránni í Havn komandi vikuskiftið, og tey sungu eisini í Christianskirkjuni. Ungu songkvinnan hevur eitt stórt talent, og tað man hon hava arvað frá pápa sínum, sum hevur verið kendur sangari í nógv ár.
Fjølbroytt men gott
Magni Christiansen hevði mannað ein bólk til konsertina, og hann var síðstur at spæla. Magni spældu kristnan gospeltónleik, og tað ger hann væl. At hann so er íðin Manchester United viðhaldsmaður, og felag hansara júst hevði tapt ein dyst, áðrenn hann skuldi spæla, forðaði honum ikki.
Konsertin var frálík sum vælgerandi konsert. Nøvnini og tónleikurin vóru fjølbroytt, og allar framførslurnar vóru sjarmerandi á hvør sín hátt. Hóast tónleikaligi teinurin kanska var drúgvur millum tey ymsu nøvnini, so ber tað til hjá tónleikarum at taka saman hendur til eitt slíkt vælgerandi endamál og samstundis fáa nakað gott tónleikaligt burturúr.










