Fíggjarlógin 2003
Tað er stórur spenningur um, hvussu uppskotið til fíggjarlóg fer at síggja út, nú tað kemur aftur úr fíggjarnevndini.
Í øllum førum er tað greitt, at viðgerðin í fíggjarnevndini er rættiliga nógv øðrvísi, enn hon plagar at vera.
Keldur, sum eru inni í málinum, siga fyri Sosialinum, at vanliga plaga tað at vera limirnir hjá andstøðuni í fíggjarnevndini, sum eru teir, sum eru teir ágangandi og royna at pilka uppskotið hjá samgonguni sundur og koma við broytingum og grundgevingum fyri at broyta uppskotið.
Men hesuferð er tað beint øvugt.
?Hesuferð hendir tað merkiliga, at tað eru limirnir hjá samgonguni sjálvari, sum royna at pilka uppskotið hjá sínum egna Landsstýrið sundur, sigur ein kelda fyri Sosialinum.
Hesuferð er tað samgongan sum kemur við umfatandi ætlanum um broytingar -og tað er fyri tað mesta sparingar, og sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, hevur samgongan givið almennum stovnum boð um at spara 200 milliónir komandi ár.
?Hetta er ein rættiliga margháttlig viðgerð og er í grundini ein staðfesting av tí, sum hevur verið sagt um, at tað er eitt rættiliga ófullfíggjað uppskot, sum Landsstýrið hevur lagt fram og at samgongan langt frá er samd um uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.
?Tað tykist sum um samgongan ikki rættiliga veit, hvat hon hevur gjørt og at tað er komin fjáltur á samgongumenn fyri at finna sparingar.
Samstundis situr limirnir hjá andstøðuni fyribils mestsum hendur í favn og eygleiða, hvussu leikur ferð, tí teir síggja tað als ikki sum sína uppgávu at hjálpa samgonguni við sparingum, sum teir í mongum førum halda vera heilt burturvið og órealistiskar.
Keldur vísa á fyri Sosialinum, at nógv tað mesta av almennu útreðslunum eru ásettar við lógum og sáttmálum, ikki minst lønir. Í summum førum eru yvir 80% av útreiðslunum hjá almennum stovnum lønir, so tað er ringt at hugsa sær, hvussu tað skal bera til at spara nakað munandi, uttan at tað fer víttfevndar avleiðingar við hópuppsagnum á nógvum økjum.
? Tað, sum samgongan heldur skuldi havt syrgt fyri, er, at hon skuldi ikki havt latið almennu umsitingini vaksið so nógv, seinastu árini, sum hon er gjørd.
Men nú almenna umsitingin er vaksin so nógv, er ómetaliga trupult at minka hana aftur nakað munandi.
Men ein meting sigur, at Óli Breckmann hevur grundfest ein stóran part av sínum politiska lívi upp á at almenna umsitingin er ov stór.
Og nú hann situr við ábyrgd, sum formaður í fíggjarnevndini, er hann noyddir at halda kósina í hvussu so er at síggja til og at boða frá almennum sparingum í stórum stíli, sama, hvussu órealistiskt tað er, tí hann veit, at Løgtingið helst fer at taka um endan og so gongur hann sjálvur fríur, tí so kann hann siga, at hann royndi, men Løgtingið vildi ikki.
Sí eisini greinina ?Krevja sparingar fyri 200 milliónir næsta ár?










