gullmerkinum. Kappingin eydnaðist væl, og 26 menn og tríggjar kvinnur fullførdu teinin og komu aftur á málið. Vinnarin leygardagin var 38 ára gamli skálamaðurin Cecil Weihe, og hann var sjálvsagt glaður um sigurin [...] minuttir og 54 sekund uppá teinin, sum er 42,195 kilometrar. Sigurð B. Justinssen úr Bragdinum í Havn kom á mál sum nummar tvey, og hann var umleið tíggju minuttir aftanfyri Cecil. Sigurð og Cecil fylgdust [...] kappingum. Tvær ferðir í Keypmannahavn og einaferð í Odense. Besta tíðin hjá honum er 2 tímar og 49 minuttir. Hetta var á einum nógv slættari strekki enn hesuferð, og tí er hann nøgdur við tíðina sum heild
sum doyggja av smittuni, og tey, sum doyggja, eru eldri fólk og smittan vísir seg ikki at raka børn og ung serliga meint. Hinvegin doyrt eitt barn hvønn einasta minutt í hungri og tosta. Tí mælir hon staðiliga [...] tilbúgving í slíkum førum, og hesa tíðina hevur tilbúgvingar-bólkurin verið sama – og tað er fyrstu ferð í eini sjey ár. Men annars fylgja vit leiðbeiningunum frá danska heilsustýrinum. Og Danmark verður mett [...] hava at vita, hvussu støðan er í Føroyum, skuldi smittan komið hendavegin. Og tað er ikki yvir at dylja, at hon nærkast í hvørjum, og nú er eisini tann fyrsti danskarin smittaður. Eitt, sum órógvar løgtingsmannin
til nakað í dag. Og altíð eru tey so móð og so stressað. Hóast tey hava maskinur til at gera alt fyri seg. ?Nei, tað var øðrvísi fyrr, tá alt varð gjørt við handakraft, sigur Alma og minnist aftur á eina [...] aftur til gongu til hús og bant hina ermuna á vegnum. Og tá torvið varð ført heim, var tað upp í eitt tíggjumannafar av turum torvi, sum hon hevði borið burtur hendan dagin. Og soleiðis hevur verið hjá [...] eru ikki so fáar skipstroyggjur, hon hevur bundið, sigur hon. Og alt hevur hon seymað sjálv. At kalla hvørt plagg til bæði vaksin og børn. Og upptakið hevur ikki altíð verið so lítið, tá lívið var upp á
mikið at hava stór og flott hús og nýsligna grasplenu, tá ið húsini og heimini eru skralltóm, bæði so og so. - Hesi børnini føla seg mangan hálvgum kasserað, tí tey kenna ikki varman og tryggleikan, sum [...] verið. Longu tá ið hann var blaðungur, fór hann at drekka og tað vant meiri og meiri upp á seg. Sum tíðin gekk var rúsdrekka ikki nóg mikið og hann fór eisini at taka rúsevni. Men nú hevur hann verið edrúur [...] imi, har hann varð illa forsømdur og tað kom hann sanniliga at svía fyri. Bæði foreldrini doyði í bestu árum og hjá Martin gekk bara ein veg og tað var niðureftir og tað var skjótt. Longu tá ið hann var
brillur og stórt smíl. At fólk líta á hann er ikki torført at skilja. - Tey avvarðandi ringja til mín fáar tímar eftir, at onkur av teirra nærmastu er deyður. Eg fari oftani heim og vitji tey, og so práta [...] Hvat er tað keðiligasta við hesum arbeiðnum? - Tað er tá fólk doyggja ónatúrligan deyða. Og tá tað eru børn og ung sum doyggja. Fær tú nakrantíð nøkur øðrvísi ynski? - Tað hendir, at fólk ikki vilja hava [...] ein kista, helst ein lítil - vekjur kenslur. Tá eg og myndamaðurin koma innum dyrnar, verða vit standandi eina løtu. Kistur í ymiskum støddum, kistulok og krossar eru stáplað oman á hvørt annað. Hetta er
1973) Mongum brestir ætlan og soleiðis var eisini hjá undirritaðu. Sukk! Var av landinum í fjør og stóð ein dagin í Kastrup floghavn. Eg skuldi hava fatur á einari vinkonu og fór málbevíst yvir móti te [...] var í komuhøllini, og eg sá ein so fryntligan ungan mann skamt ífrá. Hann gjørdi tað, sum flest øll ung gera: Tosaði í telefon. Eg fann mær eina tjúgukrónu, pikkaði hann á økslina og spurdi á mínum gøtudanska: [...] pikka fólk á økslina og tosa gøtudanskt, so eg mátti gera skarvin yvir og fara avstað. Komin í íbúðina hjá dóttrini á Fredriksberg, helt eg væl standa til, tí nú var eingin vandi á ferð, og eg kundi ringja
Eftir hetta vóru nógvar venjingar og vitjan hjá fysioterapeuti. – Eg hevði skinnarar fyri at rætta upp á føturnar. Eg gekk ikki sum onnur, og hetta løgdu onnur merki til, og so varð flent eftir mær. Eg minnist [...] keðiligar upplivingar á stovni og í skúla, so hevur hann eisini nógv góð minni har frá. Hann sigur seg hava fingið góðan stuðul heimanífrá, og hann heldur eisini, at lærarar og pedagogar í ein ávísan mun gjørdu [...] ein onnur í dag í mun til tá. Eg rokni við, at pedagogar og lærarar royndu at gera tað besta, sum teir dugdu og vistu fyri at umgangast happing og fyri at hjálpa mær. Vit vóru nokk ein eitt sindur óróligur
eftir, hvat rúsdrekka ger við fólk. Tað er óhoyrt, tí jú atkomiligari rúsdrekka er, jú fleiri drekka. Tað vita øll. Um ongar avleiðingar vóru av rúsdrekka, drukku vit kanska øll. Rúsdrekka hevur eina dragandi [...] hendan veruleika og børnini verða offrað fyri fløskuna. - Rúsdrekka kemur mangan sum ein sníkjandi sótt inn í lívið hjá familjum og oyðileggur alt. Børnini eru sorgarbundin, uppgevandi, og verða illa fyri [...] komin inn um gáttina súsar av lívi og virksemi. Roykurin av góðum døgverðamati møtir tær. Fólk sita í bólki og práta. Onkur er komin inn um dyrnar á fyrsta sinni og verður móttikin av starvsfólki. Tey
náttúrligt at lesa teologi, og í fyrsta umfari var tað bara teologi og ikki neyðturviliga at gerast prestur. Men eg havi trú á Gud alt mítt lív, og havi stóran áhuga fyri máli og filosofi og kristindómi í heila [...] Klemensen er fødd og uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi og hevur fýra systrar, men ongan bróður. Hon er fødd 14. juli 1980, og er tískil júst fylt 30 ár. Hon er gift Leif Hansen úr Nólsoy, og saman eiga tey [...] er fimm og Helga, sum er trý ár. Anne Mette sigur, at tað er ógvuliga hugaligt sum nýklæktur prestur at fáa starv beinanvegin, og hon var sum nevnt innstillað sum nummar eitt bæði í Fuglafirði og í Hvalvík
við einum brosi. Og hon leggur aftrat: - Eydnast tað ikki hesaferð, so kann eg bara royna aftur næstu ferð! Hørð og bleyt virði Sum ung kvinna á bygd er Sunneva greið um, at mong evnir og viðurskifti liggja [...] útróðrarmanni, eigur eitt barn og lesur til námsfrøðing á Læraraskúlanum í Havn. Umframt hetta er hon politiskt virkin og hevur seinastu vikurnar roynt at gjørt vart við síni sjónarmið og uppskot til broytingar [...] gamla Sunneva við einum brosi. Lamba telist ikki millum tær stóru bygdirnar og valstøðini. Her búgva sløk 150 fólk íalt, og hava tey við hetta valið eitt valevni úr teirra egnu bygd. Trupult er at siga