Eg havi eitt lívsjáttandi arbeiði

Uttanlands er siðurin at nýta biðimenn til jarðarferðir gamal. Í Føroyum kom fyrsti biðimaður fyri seks árum síðani. Tað er Herman Eysturoy, sum byrjaði at selja kistur, og síðani víðkaði virksemið til eisini fata um hjálp við jarðarferðini.
? Í hesum starvinum verður ein allatíðina mintur á at liva nú, sigur hann

Ein lítil kista stendur í vindeyganum á Snikkaravirkinum við Marknagilsvegin. Eg kikki eftir ondini - ein kista, helst ein lítil - vekjur kenslur.

Tá eg og myndamaðurin koma innum dyrnar, verða vit standandi eina løtu. Kistur í ymiskum støddum, kistulok og krossar eru stáplað oman á hvørt annað.

Hetta er arbeiðið hjá Hermani Eysturoy. Fyri hann eru kisturnar trækassar, sum skulu lakerast, polstrast og pyntast.

- Man skal ikki altíð gera alt sum hini. Aftan á kreppuna í 1990-unum fór eg at veita kistur, og fyri seks árum síðani startaði eg »Gravarhjálp«, sum eisini hjálpir til við jarðarferðini.

Herman er blíður maður. Grátt hár, fýrakantaðar brillur og stórt smíl. At fólk líta á hann er ikki torført at skilja.

- Tey avvarðandi ringja til mín fáar tímar eftir, at onkur av teirra nærmastu er deyður. Eg fari oftani heim og vitji tey, og so práta vit ígjøgnum alt - frá byrjan til enda, greiðir Herman frá.


Ervið størsta útreiðslan

Tænastan hjá honum fevnir um alt frá kistuveitan, blómum, ervi, sangarum, gravstaði osfr.

Fólk, sum vilja nýta hansara tænastur, gera sjálvi av, hvussu nógv tey vilja gera sjálvi, og hvørja hjálp tey vilja hava.

- Tá eg havi tosað við tey, fáa tey oftani einar tvær, tríggjar uppgávur, sum eru yvirkomuligar. Tey hava tá meira tíð at tosa við familju og at taka ímóti teimum, sum vilja vísa samkenslu, sigur Herman Eysturoy.

Hansara tænasta kostar um 3.500 krónur. Um kistan skal útflytast til annað land má líkpass við, og tá verður kostnaðurin størri.

Størsta útreiðslan við eini jarðarferð sigur Herman Eysturoy vera ervi.

- Um tað skal verða smyrjibreyð á hotelli til eini 150-200 fólk, kann ein jarðarferð lættliga koma uppá 30-40.000 krónur.

Fyritøkan hjá Herman Eysturoy fær meiri og meiri at gera. Sum tað er nú eru tað umleið 50 jarðarferðir um árið, men talið er støðugt vaksandi.

- Tað eru mest fólk úr Havn, sum nýta mína tænastu. Men tað kemur fyri, at eg eri úti á bygd eisini.


Egnar sangarar

Herman er við, tá kistan fer av sjúkrahúsinum, í kirkjuni og á grøvini. Hann hevur egnar sangarar, sum syngja í kirkjuni.

Í Føroyum eru grøvirnar um 1,80 cm djúpar. So at siga øll verða grivin. Einast eini 3-4 fólk um árið verða flutt niður at kremerast.

Herman Eysturoy hjálpir eisini teimum, sum flyta kistur úr Danmarkar til Føroya at gravast.

- Eg eri javnan hjá danska bedemanninum Kim Smedegård til starvsvenjing. Tey sum arbeiða har kenna til mín og seta seg í samband við meg, um onkur er deyður í Danmark og skal flytast til Føroya, greiðir Herman frá.

Nakað óbehag av, at hava eitt slíkt starv, hevur hann ikki.


Grætur tú nakrantíð?

- Nei, tað ger eg ikki, men tað kemur meir enn so fyri, at eg verið rørdur.


Hvat er tað keðiligasta við hesum arbeiðnum?

- Tað er tá fólk doyggja ónatúrligan deyða. Og tá tað eru børn og ung sum doyggja.


Fær tú nakrantíð nøkur øðrvísi ynski?

- Tað hendir, at fólk ikki vilja hava kross á kistuna.


- Hetta er eitt fantastiskt starv. Fólk koma fram til mín á gøtuni og takka við báðum hondum fyri at eg hjálpti teimum, sigur Herman.

Hansara besta ráð til tey, sum møta syrgjandi fólki er at lata tey fáa frið. Vís samkenslu, men lata tey gráta og ver bara nærverandi.

- Prátið má vera virðiligt, men tað er ongin grund at gera tað meiri syrgiligt enn tað longu er, sigur hann.