Eg fór eftir sigrinum

? Eg fór eftir sigrinum, og tað eydnaðist. Eg eri eisini væl nøgdur við tíðina hjá mær, segði ein sera lúgvaður Cecil Weihe eftir maraton-renningina leygardagin

Leygardagin skipaði Bragdið fyri tí fyrstu maraton-renningini í Føroyum síðan Oyggjaleikirnar í 1989, tá toftamaðurin Absalon Hansen fór avstað við gullmerkinum.
Kappingin eydnaðist væl, og 26 menn og tríggjar kvinnur fullførdu teinin og komu aftur á málið.
Vinnarin leygardagin var 38 ára gamli skálamaðurin Cecil Weihe, og hann var sjálvsagt glaður um sigurin. Cecil nýtti tíðina 2 tímar 55 minuttir og 54 sekund uppá teinin, sum er 42,195 kilometrar.
Sigurð B. Justinssen úr Bragdinum í Havn kom á mál sum nummar tvey, og hann var umleið tíggju minuttir aftanfyri Cecil.
Sigurð og Cecil fylgdust teir fyrstu tólv kilometrarnar, men so valdi Sigurð at seta ferðina eitt vet niður, og hetta hevði við sær, at Cecil rann einsamallur ein stóran part av teininum.

Leggur ferðina beinanvegin
Cecil greiðir frá, at ein maraton rennari skal leggja ferðina frá byrjan.
? Tú leggur ferðina beinanvegin. Ein maraton rennari rennur at kalla í somu ferð frá byrjan til enda, greiðir Cecil frá.
Tí er tað sera umráðandi ikki at leggja ov hart út. Gert tú tað, verður tú revsaður móti endanum av teininum, tá beinini heilt einfalt ikki orka at bera teg meira.
? Tú skalt ikki kenna nakra møði eftir 20 kilometrar. Eftir 30 kilometrar fer møðin so spakuliga at merkjast í beinunum, sigur Cecil Weihe, sum tríggjar ferðir áður hevur luttikið í maraton kappingum. Tvær ferðir í Keypmannahavn og einaferð í Odense.
Besta tíðin hjá honum er 2 tímar og 49 minuttir. Hetta var á einum nógv slættari strekki enn hesuferð, og tí er hann nøgdur við tíðina sum heild.
? Hetta er óivað tað besta maratonið, eg nakrantíð havi runnið, leggur Cecil afturat.

Fleiri brekkur
Vanligt er at renna maraton á einum so sløttum strekki sum gjørligt, men á hesum teininum vóru fleiri brekkur, sum gjørdu tað nærum ógjørligt hjá rennarunum at halda somu ferðina allan vegin.
Tá rennararnir nærkast Havnini, skulu teir vinna upp tríggjar brekkur, og hetta var sera hart.
Tann fyrsta brekkan var við el-verkið inni á Sundi, tann næsta var beint eftir Sandvíkahjalla og tann triðja brekkan var niðan frá Hvítanesi. Slíkar brekkur eru sera krevjandi, og tað tók hart uppá fleiri av rennarunum. Torført er tó at finna eina heilt slætta rutu í Føroyum.
? Tá eg havi runnið maraton í Danmark hevur tað sum oftast verið sól, og tí er lætt at blíva dehydreraður. Her í Føroyum hevur tú tó brekkurnar at berjast ímóti, sigur Cecil.
Undan eini slíkari kapping er tað umráðandi at eta rættan kost og at drekka nógv vatn.
? Hesar síðstu tríggjar dagarnar havi eg drukkið 2-3 koppar av vatni um tímar fyri at fylla kroppin við vætu. Teir seinastu fimm dagarnar havi eg etið kost við nógvum kolhydrati, so sum breyð, rís og pasta, greiðir Cecil frá.

Fá ung
Eitt merkisvert við kappingini leygardagin var, at sera fáir ungir rennarar vóru við. Yngsti rennarin var 23 ára gamal, og tað vóru rennarar um 40 ára aldur, sum gjørdu seg galdandi.
? Tað er kanska ikki nóg attraktivt hjá ungum fólki at íðka renning. Nú er Bragdið tó farið undir kappingar fyri tey yngru, so møguliga gerst undirtøkan størri, sigur Cecil.
Hann fýlist tó á umstøðurnar hjá renning og frælsum ítrótti sum heild í Føroyum.
? Tað eru fleiri evnaríkir ungir føroyingar, sum ikki hava møguleika at menna síni evnir innan frælsan ítrótt, og tað er spell.
Umframt maraton kappingina var eisini skipað fyri kapping í hálvmaraton og á 5 kilometra teininum.