Lamba: - Tit mugu orsaka, at eg ikki havi tikið jólagardinurnar niður enn. Eg vænti heilt erliga ikki, at tað verður fyrrenn eftir valið, sigur 25 ára gamla Sunneva við einum brosi. 
Lamba telist ikki millum tær stóru bygdirnar og valstøðini. Her búgva sløk 150 fólk íalt, og hava tey við hetta valið eitt valevni úr teirra egnu bygd. 
Trupult er at siga, hvør flokkur er best umboðaður í Lamba, tí valt verður í ítróttarhøllini í Runavík. 
Við hetta valið er kortini ikki óhugsandi, at fleiri fara at velja Sunnevu sum er uppstillað fyri Javnaðarflokkin. 
Hon er ættað hiðani, er gift við útróðrarmanni, eigur eitt barn og lesur til námsfrøðing á Læraraskúlanum í Havn. 
Umframt hetta er hon politiskt virkin og hevur seinastu vikurnar roynt at gjørt vart við síni sjónarmið og uppskot til broytingar. 
Tá valið er av, kann tann vanligi gerandisdagurin byrja aftur, og tær reyðu jólagardinurnar takast niður. Tann reyði liturin kemur ikki av ongum! 
Javnstøða á mongum økjum
Hóast Sunneva hevur verið á vali ferðir áður, er hetta kortini fyrsta ferðin at hon sjálv stendur fyri vali. 
- Eg komi úr eini javnaðarfamilju, og havi faktiskt hoyrt um flokkin og politikk hansara alt mítt lív. Abbi mín var ein av gomlu tingmonnunum hjá flokkinum, Jørgin Thomsen av Skála. 
- So tú skilir, at tann politiski áhugin kemur ikki av ongum, sigur hon við einum brosi. 
At hon nú sjálv er stillað upp, hevur sínar orsøkir: Hon ynskir at vera við til at fáa javnstøðu á tingi, ikki bert tá talan er um kyn og vælferð, men eisini í aldursbýtinum. 
- Eg kann tosa fyri tað yngra ættarliðið, tí eg haldi so avgjørt, at eg hugsi øðrvísi um nógv viðurskifti, enn hvat t.d. ein eldri maður ger. 
- Mínar hugsjónir kunnu tí verða at gagni fyri føroyska samfelagið, slær Sunneva fast. 
Kann bara royna aftur
Tað var kortini ikki einfalt at fáa Sunnevu sannførda um, at hon eisini kundi gera mun á listanum hjá Javnaðarflokkinum. 
Í fyrstuni avvísti hon blankt fyrispurninginum um at gerast valevni. Men so líðandi kom hon til ta sannføring, at hon kortini skuldu taka við áheitanini. 
So er bara spurningurin, hvat veljarin fer at siga leygardagin. 
- Eg veit sjálvandi ikki, um eg verði vald. Men, um eg ikki trúgvi uppá meg sjálva, hvør skal so?! Nú havi eg so bjóðað meg fram sum valevni, tí eg trúgvi at eg kann gera mun á løgtingi. 
- Hinvegin verði ikki skuffað, um eg ikki verðið vald hesaferð. Tað eru so nógv sum stilla upp fleiri ferðir, áðrenn tey verða vald, sigur Sunneva við einum brosi. Og hon leggur aftrat: 
- Eydnast tað ikki hesaferð, so kann eg bara royna aftur næstu ferð! 
Hørð og bleyt virði
Sum ung kvinna á bygd er Sunneva greið um, at mong evnir og viðurskifti liggja hennara hjarta nær og sum hon ynskir at varpa ljós á, serliga tey bleytu virðini. 
Hon hugsar serliga nógv um børn við serligum tørvi, viðurskiftini hjá teimum eldri, teimum við skerdum førleika og um støðuna í skúlanum. 
- Eg seti kortini ikki alt hetta upp ímóti teimum hørðu virðunum. Men samfelagið má útbyggjast enn meiri, eisini á tí sosiala økinum, sigur hon. 
Tað munnu kortini vera teir einligu forsyrgjararnir sum hava hennara stóra áhuga. Teirra umstøður eru sera vánaligar og har er langt á mál til at teirra viðurskifti koma í rættlag. 
Sunneva hevur sjálv gjørt sær sína hugsan um, hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskifti teirra. Millum annað skulu hesar kvinnur fáa dupultan lestrarstuðul, tær skulu fáa lagaligari skattaviðurskifti og betri møguleika at útvega sær egnan bústað. 
- So her er nokk at fara í holt við, sigur Sunneva at enda. 









