líka sum ikki ordiliga at foreina meg við hetta, tó at vit sjálvi høvdu valt at halda jól á henda hátt. Johan sigur, at eins og tey áður hava byrjað á null-punktinum, gjørdu tey tað eisini hesaferð. Tá [...] í fjør áttu tey ikki skeytið upp á garðin. Tey sluppu kortini at vera á garðinum á jólum og nýggjárinum í fjør. - Eingin hevði búð her í fleiri ár. Her var einki inni, og vit máttu í skógin at finna okkum [...] einki inni. Kortini valdu Rakul og eg at halda jól og nýggjár her. Einasti hiti var brenniovnurin, og tey noyddust tískil í skógin at finna sær okkurt at brenna, so tey ikki sótu køld á jólum og nýggjárinum
eisini vanligari og vanligari, at menn ikki duga at brúka útgerðina, hóast hon er umborð. Á Fiskiveiðieftirlitinum eru tey ikki ósamd í hesum at tað er ein trupulleiki, at trygdin verður skúgvað til viks [...] m er fyrst og fremst, at bátar og skip svara ikki aftur, tá ið kallað verður á tey. ?Tað er mangan ómetaliga trupult at fáa samband við bátar og skip, hóast tað er kravt, at tey skulu lurta eftir rás 16 [...] Højgaard. ? Men tað tykist sum um at teir gloyma at lurta, og tað kann fáa óhepnar avleiðingar , tekur ein neyðstøða seg upp. Hann sigur, at teir hava lagt til merkis, at støðan versnaði í so máta, tá ið
var ættaður millum Garðarnar á Oyri). Tey áttu sjey børn. Ingrid og Henry giftust í 1933. Tey bygdu á Geilalið í Svínoy, og í 1960 fluttu tey til Havnar, har tey búðu í raðhúsum í Langatúni, inntil teirra [...] roknar Dánial seg framvegis at vera føroying og serliga at vera svínoying og tað við stóra S. Hetta hóast hann bara var fimtan ára gamal, tá ið hann fór úr Svínoy og til Havnar at ganga í framhaldsskúla. Dánial [...] á Åbjergskolen síðani 1987. Føðingardagin er hann í summarhúsunum, sum tey í mong ár hava havt við Sejrøbuktina. Dánial hevur so at siga alla tíðina, síðani hann fyri umleið fjøruti árum síðani fór niður
ber hinvegin til at lata bæði foreldur varðveita foreldramyndugleikan, um tey verða mett at vera egnað foreldur. Tí haldi eg tað vera av alstórum týdningi, at føroyingar ikki fara at kopiera ta núverandi [...] dina hjá børnunum og rætt teirra at kenna bæði síni foreldur. Danir ætla at broyta lógina, sum samgongan ætlar at seta í gildi Tí áttu vit heldur arbeitt fram ímóti at yvirtikið familjurættarlóggávuna [...] samgongan ikki heldur at arbeiða fram ímóti at yvirtaka hetta málsøkið, tá hon hevur sett sær fyri at yvirtaka onnur málsøki í hesum valskeiðnum, so ein føroysk lóg kann gerast? Er tað tí, at ov nógv sokallað
tal í støddfrøði. Lív dugur óføra væl at orða seg, og hon forklárar, at millum næmingarnar er ein sunn kapping um at fáa bestu úrslitini. Og tey brúka nógva tíð til at hjálpa hvørjum øðrum, eisini aftan á [...] fakligar og persónligar trupulleikar at dragast við. Úrslitið var, at Lív sum 13 ára gomul varð tikin úr heiminum og sett í fosturfamilju úti á bygd. Tá dugdi hon nóg illa at skriva sítt egna navn. Heldur ikki [...] lítil bati at hóma nakrastaðni. Men Lív var ikki býtt. Hon var ein still og góð genta, sum kláraði seg væl sosialt og í fimleiki og í køki. Tað var bara hetta, at hon hevði ikki frið í sinninum at læra. Kortini
Okkurt bendir sostatt á, at tað er vinnulívið og ikki kvinnurnar, sum skulu broytast. Ikki tí kvinnurnar eru lýtaleysar. Tær áttu millum annað at lagt seg nógv meir eftir at skapa eitt sínamillum netverk [...] og fyri at tryggja báðum kynum somu rættindi til øll øki í okkara høvuðsvinnu. Men hetta áttu politikarar at havt hugsað um, áðrenn loyvisskipaninar vórðu settar í verk, tí tað ber ikki til at koma af [...] í Føroyum. At kvinnur ikki síggjast aftur í leiðslunum í vinnulívinum er sum so onki nýtt. Hvørki her heima ella aðrastaðni, minti Ingvør á. Og tað er eyðsæð, at okkurt má broytast fyri at venda skeivu
skitna vápnið undir valstríðnum seinast, og er í skrivandi løtu farin at kunna okkum um, at tey í javnaðarflokkinum eru farin at taka dagar millum propagandakynstrið hjá Hitler og tað hjá dr. phil, Joseph [...] Flensborg Avis, tá 5.000 fólk fylgdi eftirmanni Hitlers til gravar tann 6. januar 1981. Tey áttu heldur at havt krógva seg, enn at vakt upp gomul minni, segði Karl Otto, sum er ein kendur stríðsmaður móti nazismuni [...] seinastu árini sæð seg noyddan at brúka nazistisku oddafiskarnar í stríði sínum fyri at verða hoyrdur í føroyskum politikki. Sjálvur floksformaðurin kendi seg kallaðan at brúka hetta ótespiliga og skitna
láglønarlond fyri at varðveita kappingarførið, heldur hann líka lítið um. ? Hetta er tann skeiva gongdin og føroyingar áttu at verið meiri at sær komin, enn at útnytta armóðina hjá øðrum til at varðveita eitt [...] hann fyri, at hetta fer at fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri allar løntakarar og hann væntar eisini, at hetta fer at at elva til nógv meiri ófrið á arbeiðsmarknaðinum, serliga tá ið tað fer at vísa seg [...] eisini, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini áttu at viðgjørt meiri, áðrenn nakað verður boðað frá, sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað. Hann sigur, at fakfeløgini hava samstarvað so frægt, at tey hava kunnað
valdømi, so varð yvirornað sagt, at nú fór politikkurin at verða rikin á hægri støði. Tað vil siga, at nú fóru viðgerðirnar í tinginum at vera eyðkendar av, at tingmenn fóru at hugsa landspolitiskt og ikki [...] tríggjar vikur, er ikki tann, sum hon plagdi at vera, og í tinginum er floksagin minni, enn hann plagdi at vera. Hjá tí einstaka snýr tað seg um at markera seg fyri at møguleikin fyri afturvali skal verða størri [...] relevant at sammeta býtið av umboðan fyri tey einstøku økini. Fyri fýra árum síðani varð skeivleikin í lutfallinum millum fólkatal og politiska umboðan ikki upprættaður. Talvan vísir, at tey bæði størstu
haldi veruliga, at løgmaður megnaði ta uppgávuna sera væl. Men um Edmund Joensen framvegis var sannførdur um, at vit einki høvdu við bankabjargingarnar at gera, so áttu vit ikki heldur at verið áhugaðir [...] Tað, sum undrar meg, er, at løgmaður gevur sær stundir til at gera viðmerkingar til eitt bræv frá einum floksformanni til annan floksformann, men uppaftur meir undrar tað meg, at løgmaður ger viðmerkingar [...] eisini fyri danir, at hoyra røðu løgmans, men serliga tá løgmaður bað menn reis-ast og skála fyri ríkisfelagsskapinum. Ein stóran part av røðuni brúkti hann til at sannføra gestirnar um, at bankamálið var