Starvsmannafelagið: Kortanei til at lækka lønirnar fyri at fáa skattalætta

Formaðurin í Starvsmannafelagnum ávarar harðliga ímóti útspælinum frá Havnar arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag um at góðtaka lønarsteðg afturfyri at fáa skattalætta

Lønarsteðgur og skattalætti

? Hatta má eg harðliga ávara ímóti!
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, ávarar staðiliga ímóti nýggjasta útspælinum frá teimum stóru fakfeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Í útvarpinum nú um ársskiftið, hava bæði formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag og forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag boða frá, at tey eru opin fyri at gera eina avtalu, sum ber í sær, at lønirnar skulu ikki hækka meiri, men afturfyri skal skatturin lækka, so at keypiorkan ikki minkar.
Hetta er ein rættiliga kollveltandi hugburðsbroyting hjá fakfeløgunum, tí higartil hava tey blankt víst hesum tankanum frá sær, tí tey hava ført fram, at skattapolitikkur og samráðingar á arbeiðsmarknaðinum hava onki við hvørt annað at gera.
Arbeiðsviðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum ávirka øll hvørt annað, so hóast talan í hesum føri bara er um ein part av privata arbeiðsmarknaðinum, er ongin ivi um, at tað eisini hevði ávirkað alemnna arbeiðsmarknaðin, eins og allan arbeiðsmarknaðin annars.
Men formaðurin í størsta almenna fakfelagnum, Starvsmannafelagnum, er ikki so heilhugaður fyri hugskotinum um lønarsteðg fyri skattalætta sum tey á privata arbeiðsmarknaðinum eru.
Tvørturímóti ávarar hann harðliga harðliga ímóti ætlanini.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at útspælið frá Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag, er alt ov illa umhugsað.
?Reaktiónin frá arbeiðsgevarunum átti at sagt Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, alt.
Tað, hann sipar til, er tann skjóta reaktiónin frá Vinnuhúsinum, har Jan Mortensen, eisini í Útvarpinum, boðaði frá, at teir fóru ikki at leggjast á boðini, men fóru skjótt at seta seg í sambandi við fakfeløgini um málið.
?Arbeiðsgevararnir vóru rættiliga á gosið beinanvegin og tað er ikki so løgið, tí hetta er ógvuliga kærkomið hjá teimum.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at er trupulleikin tann, at vinnulívið ikki er kappingarført, heldur hann, at vinnan skuldi tikið í egnan barm og kanna eftir, um leiðslurnar eru nóg góðar, heldur enn at leggjast eftir lønunum.
? Ella er endamálið at bjarga kappingarførinum við at draga livistøðið í Føroyum niður, tí hetta verður endin, vinnur hesin tankin frama.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at vit vita, at treytin fyri at varðveita samfelagið á høgum støði, er, at útbúgvingarstøðið er høgt.
?Skulu vit gera Føroyar til eitt láglønarland, verður alt støðið í samfelagnum hareftir, tí útbúgvin arbeiðsmegi leitar ikki í láglønarlond at fáa arbeiði.
Og at útflyta arbeiðsplássini til láglønarlond fyri at varðveita kappingarførið, heldur hann líka lítið um.
? Hetta er tann skeiva gongdin og føroyingar áttu at verið meiri at sær komin, enn at útnytta armóðina hjá øðrum til at varðveita eitt høgt livistøðið í Føroyum. Heldur skuldu vit roynt at hjálpt láglønarlondunum og hjálpt teimum upp á sama støði, sum vit eru á.
Gunnleivur Dalsgarð vísir á dømini um, ar rækjuskip eru farin undir fremmant flagg.
?Vit siga, at vit klára okkum ikki í kappingini. Fyri at klára okkum, aftra vit okkum ikki fyri at útnytta tey, sum eru nógv verri fyri enn vit. Hetta er onki annað enn at útnytta neyðina hjá øðrum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Hann sigur, at føroyingar ætla at verða eitt sjálvbjargið samfelag, tí vit vilja ikki danskar vaskikonur og dosnk verkafólk at betala fyri okkum. Men tá ið tað sansar at, fara vit til eitt land, sum er nógv fyri enn Danmark, til at fáa okkum fyrimunir.

Álvarsligar avleiðingar
Gunnleivur Dalsgarð leggur enn dent á, at skattapolitikkur og samráðingar um løn, skulu skulu ikki tengjast saman, tí hetta eru tvey mál, sum, ikki hoyra saman.
?Hetta er rættiliga grundleggjandi og hetta er ein aðalregla, sum vit ikki víkja frá.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at øðrumegin er hetta ein spurningur um at løntakarar fáa rættvísaløn fyri tað arbeiðið tey gera.
?Men at leggja skatt á fólk er ein politiskur spurningur. Hinvegin er tað ómoralskt at leggja meiri skatt á borgararnar, enn tað er brúk fyri, fyri at samfelagshjólini kunnu mala og at vit hava tað vælferðarstøðið, vit vilja hava.
? Halda politikarar, at teir taka ov nógvan skatt frá borgarunum, ella halda teir, at samfelagið er ov dýrt í rakstri, er at gera nakað við tað.
Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tankin um lønarsteðg afturfyri skattalætta er alt ov illa umhugsaður.
?Tá ið vit tosa um lønarsteðg, ella lønarlækking, verður helst hugsað um sáttmálalønirnar,
? Men hvat við øllum, teimum, sum fáa meiri enn sáttmálaløn. Veruleikin er, at tað eru heilt nógv, sum fáa meiri enn sáttmálaløn. Hvat gera vit tað?, spyr Gunnleivur Dalsgarð.
? Samstundis er nógv at hoyra um at vit hava ikki nokk av pengum til heilsuverk, heimarøkt, skúlaverk, strandferðslu og hvørt av sínum, tí øll eru rakt av spariknívium.
?Skal skatturin lækka, samstundis sum peningur longu nú manglar til øll hesi økini, hvussu skulu vit so fíggja teyt frameftir?
Gunnleivur Dalsgarð vísir á, at nógv hevur verið funnist at ymsum brúkaragjøldum, sum eru sett í verk.
?Skal skatturin lækka, síggi eg fyri mær, at so má hvør einstakur borgari betala fleiri og fleiri tænastur sjálvur og so mugu brúkaragjøld leggjast alt møguligt fyri at halda samfelagshjólini malandi.
? Hvussu skulu vit annars fíggja allar tær felags ábyrgdir vit hava í vælferðarsamfelagnum. Lækkar skatturin, verður sjálvandi ov lítið onkustaðni.
? Avleiðingin verður, at antin mugu vit lækka vælferðarstøðið, ella mugu vit áleggja brúkaragjøld fyri at fíggja tað, sum tann felagsskatturin annars fíggjaði.
Og Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hóast skattatrýstið er høgt, heldur hann, at skatturin er væl farin, tá ið hann fer til at fíggja nakrar tænastur, sum vit øll fáa gleði og gagn av.
? Samstundis eru tað nógv viðurskifti, hava fíggjarliga ávirkan á hvønn einasta borgara, sum ikki broytast fyri tað um lønin lækkar.
Gunnleivur Dalsgarð hugsar um, at vit hava onga sum helst ávirkan á prísin á byggitilfari, olju, ella øðrum, so ein lønarlækking kann føra verri umstøður.

Onki álit á politikarum
At gera sáttmálar um løn er ein spurningur ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar. Men tað eru hvørki fakfeløg ella arbeiðsgevarar, sum gera av, hvussu stórir skatturin skal vera. Tað er tað eina og alein Løgtingið, sum ger av.
Skal avtala um skattalætta og lønarsteðg gerast, krevst tískil eisini, at ein avtala verður gjørd við politikarar um skattapolitikkin.
Men Gunnleivur Dalsgarð ásannar eisini, at hann hevur ikki so frægt álit á politikararnar, at hann hevði hættað sær at gjørt eina avtalu við teir um skattalætta afturfyri lønarsteðg.
? Tí stúrir hann fyri, at hetta fer at fáa heilt álvarsligar avleiðingar fyri allar løntakarar og hann væntar eisini, at hetta fer at at elva til nógv meiri ófrið á arbeiðsmarknaðinum, serliga tá ið tað fer at vísa seg, at lyftini frá politikarunum ikki vera hildin og at teir fara at áleggja brúkaragjøld fyri alt møguligt fyri at vinna tað innaftur, sum teir missa við skattlættanum.
Formaðurin í Starvsmannafelagið sigur, at hetta er eitt so mikið stórt og grundleggjandi mál, at tað er óhugsandi at tað verður framt uttan so, at full semja verður um tað.
? Alt annað er at provokera partarnar á arbeiðsmarknaðinum til ófrið.
Men Starvsmannafelagið góðtekur ikki eina slíika mannagongd.
Hann heldur eisini, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini áttu at viðgjørt meiri, áðrenn nakað verður boðað frá, sum ikki er nóg væl gjøgnumhugsað.
Hann sigur, at fakfeløgini hava samstarvað so frægt, at tey hava kunnað tosað seg til semj um tey grundleggjandi málini.
Tí heldur hann eisini, at fakfeløgini eiga at seta seg saman at tosa um hesi viðurskiftini, áðrenn lopið verður framav, heldur Gunnleivur Dalsgarð.