Lív fekk lívið aftur við Áir

22 ára gamla Lív Poulsen dugdi hvørki at skriva ella at rokna, tá hon fór úr fólkaskúlanum. Men nú hon hevur gingið í skúlanum við Áir í hálvtannað ár, fær hon bæði 10 og 11 tøl.

- Eg eri so glað, at eg havi ikki orð fyri tí. Nú kann eg fáa eina útbúgving, og tað hevði eg ongantíð droymt um, at eg nakrantíð fór at fáa, sigur ein ovurfegin Lív Poulsen, sum er ein rættilig sólskinssøga

Lív er eitt av hesum børnunum, sum ongantíð hevði yvirskot til at læra. Uppvaksin í einum heimi við vanrøkt og rúsdrekkamisnýtslu, blokeraði lítla Lív fyri læring, bæði á dagstovni og seinni eisini í skúlanum. Heima varð hon ikki stimbrað, og foreldrini høvdu nógvar sosialar, fakligar og persónligar trupulleikar at dragast við.

Úrslitið var, at Lív sum 13 ára gomul varð tikin úr heiminum og sett í fosturfamilju úti á bygd. Tá dugdi hon nóg illa at skriva sítt egna navn. Heldur ikki kendi hon mánaðirnar í árinum, dagarnar í vikuni ella klokkuna, og hon kundi ikki fortelja, nær hon hevði føðingardag.

- Eg minnist meg sjálva sum bangna. Og eg var ein sannur meistari í at látast og fann upp á allar møguligar útvegir, so ongin skuldi avdúka, hvussu illa eg í veruleikanum var fyri. Tí vóru tað bara tey, sum kendu meg allarbest, sum vistu av tí, sigur Lív Poulsen. Í dag gongur hon í Alv skúlanum við Áir, har fólk yvir 18 ár kunnu taka 9. flokk og FHS.


Bjargað av góðum fólki

Tað er eisini her vit hitta Lív Poulsen til eitt prát. Hon hevur valt at siga okkum søgu sína, tí hon vónandi kann geva vón til teirra, sum av einhvørjari orsøk ikki fingu tað burturúr skúlanum, sum krevst fyri at fáa eina útbúgving.

- Í mínum føri endar søgan væl, tí eg havi havt nógv góð fólk um meg. Bæði pedagogar, lærarar, vinir, starvsfelagar og fosturfamiljan hava øll verið so ótrúliga góð við meg. Men eg lærdi onki, og tað var ikki tí, tey ikki royndu, sigur Lív Poulsen, sum tó heldur, at størsta stuðulin hevur hon fingið frá samkomuni Kelduni, har hon hevur verið virkin síðstu árini.

- Har havi eg upplivað ein serligan stuðul, sum heilt sikkurt hevur ment og búnað meg nógv, so eg nú kann taka ímóti lærdómi, sigur Lív Poulsen, sum hevur arbeitt og ferðast nógv, síðan hon bleiv liðug í skúlanum.

Sum 15 ára gomul fekk hon arbeiði á Sjómansheiminum í Havn, og síðan eisini Hotel Hafnia. Í dag arbeiðir hon í Lampubúðini í Havn, og alla staðni hevur hon klárað seg strálandi, tí hon er sera ábyrgdarfull og dámar væl at arbeiða.

- Eg kundi gera alt tað praktiska, og so leingi eg ikki skuldi skriva ella rokna gekk tað fínt, sigur hon, og fegnast um góðu stjórarnar, sum hon hevur arbeitt undir.

- Teir hava verið heilt fantastiskir, tí teir hava víst mær álit, og hjálpt mær við tí bókliga, tá eitthvørt hevur verið, sigur hon.


Ringast var bólkaarbeiði

Men øll árini í fólkaskúlanum kendi Lív Poulsen seg sum eina byrðu. Hóast skúlin vildi henni tað besta og gav henni eykatímar, stuðlar, serlærarar, sálarfrøðingar og talupedagogar var lítil bati at hóma nakrastaðni.

Men Lív var ikki býtt. Hon var ein still og góð genta, sum kláraði seg væl sosialt og í fimleiki og í køki. Tað var bara hetta, at hon hevði ikki frið í sinninum at læra. Kortini hevur hon onki at seta á skúlan sum so, tí, sum hon sigur, tey royndu veruliga at hjálpa, men har rein millum lítið og onki við.

- Tað var serliga ringt, tá vit høvdu bólkaarbeiði, tí tá var tað altíð ein spurningur um, hvør bólkur nú skuldi dragast við meg, sigur Lív Poulsen, sum ofta ivaðist í, um hon í veruleikanum var menningartarnað.


Millum tey bestu

Í skúlanum við Áir upplivdi Lív Poulsen fyri fyrstu ferð í skúlahøpi fullkomnan tryggleika, tíð og frið at læra.

- Her sleppur tú ikki at sita fyri onki. Lærararnir spyrja inn til tín og hava veruliga hjartað við í tilgongdini, sigur Lív Poulsen, sum í fjør tók 9. flokk og fekk bæði 10 og 11 tøl í prógvið. Í ár tekur hon FHS, sum er støðisár til Hægri Handilsskúla, har hon ætlar sær næsta ár.

- Eg skilji als ikki, at eg ikki havi lært nakað fyrr. Nú fellir tað mær so lætt, og eg eri ein av teimum bestu næmingunum í flokkinum, sigur Lív Poulsen, sum herfyri bleiv eitt sindur vónbrotin, tí hon “bara” fekk eitt 9 tal í støddfrøði.

Lív dugur óføra væl at orða seg, og hon forklárar, at millum næmingarnar er ein sunn kapping um at fáa bestu úrslitini. Og tey brúka nógva tíð til at hjálpa hvørjum øðrum, eisini aftan á skúlatíð.

- Her eru vit øll í sama bási, og tá er nógv lættari at læra, sigur hon.


Fordómarnir fánaðu

Áðrenn Lív fór í skúlan við Áir hevði hon somu fordómar, sum nógv onnur helst eisini dragast við.

- Eg helt, at tey sum gingu her við Áir bara vóru sovorðin klikkað fólk, og eg vildi ikki setast í bás við tey, sigur hon. Men tíbetur yvirtalaði ein vinmaður hana, og nú, hon hevur gingið her í hálvtannað ár, veit hon, at hetta eru heilt vanlig fólk, sum av einari ella aðrari orsøk hava brúk fyri at verða umskúlað ella at fáa endurbúgving.

Lív er í øllum førum eitt skínandi dømi um eina unga kvinnu sum vendi vanlagnuni til vón.