4.800 ov nógv

   

Javnaðarflokkurin hevur nú í fleiri umførum seinastu árini sæð seg noyddan at brúka nazistisku oddafiskarnar í stríði sínum fyri at verða hoyrdur í føroyskum politikki.
Sjálvur floksformaðurin kendi seg kallaðan at brúka hetta ótespiliga og skitna vápnið undir valstríðnum seinast, og er í skrivandi løtu farin at kunna okkum um, at tey í javnaðarflokkinum eru farin at taka dagar millum propagandakynstrið hjá Hitler og tað hjá dr. phil, Joseph Goebbels.
Sum skilst, so er tann seinni meiri átuligur og viðkomandi at brúka í føroyskum politikki heldur enn tann fyrri. Hann er jú bæði dr. phil og eitur Joseph, frættist nú av sosialdemokratiska fjallinum.
Vit onnur halda nakað heilt annað um hesi bølmenni og eru hvørki upp á for- ella eftirnavn við tey, og taka harafturat størst møguligu frástøðu tí politikki, sum legði alt Evropa í oyði.
Umrøðan av føroysku fíggjarlógini avmarkaði seg so heldur ikki til bara at grava hesi viðtýggi upp úr eiminum. Nýggjari og meiri viðkomandi samanberingar vóru eisini neyðugar fyri at allýsa og flokka okkum tjóðveldisfólk saman nøkrum av teimum verandi bølmennunum eitt nú í ETA.
Ein tingmaður javnaðarfloksins fekk so eisini átalu frá formanninum í einum seinni umfari, tá ið hann fyri aðru ferð kendi seg kallaðan og endurtók skuldsetingar sínar um sambandið millum Tjóðveldisflokkin og ETA.
Eftir mínum tykki var tað ein undanstøkking at siga, at talan var um ein spurning, ið ikki skuldi átalast. Talan var púra greitt um eina niðurstøðu og staðfesting av eini samanrenning millum ein útlendskan yvirgangsfelagsskap og ein føroyskan flokk, og tað er álatuvert, tá tað verið borið fram á løgtingsins talarapalli. Eisini tá ið niðurgerandi ákæran er ílatin eitt spurnartekin.
Lættliga kann eitt og annað gleppa tingmonnum av munni, sum betri var ósagt, og ikki ber til at tiga við afturvirkandi kraft.
Sjálvur fekk eg lítlan tíma frammanundan átalu frá formanninum fyri at siga Andrass Samuelsen, fyrrverandi formann sambandsfloksins, hava forðað fyri at 2.000 kr. vóru latnar Føroya Fólkaháskula við teirri grundgeving, at tað var betri at hjálpa føroyingum á danskar háskúlar. Hetta var í 1927, og varð hetta sagt í einum aftursvari til annan tingmann.
Løgtingsformaðurin helt tað vera skeivt at endurgeva deyðar menn, sum ikki fingu svarað fyri seg.
Sum tingmaður eigur tú at fylgja formansins átalum, hóast tjakið á tingi gerst í so tannleyst, um deyðir menn verða dripnir uppaftur, og okkum ikki unnist møguleika at endurgeva teir upp á gott og ilt.
Eg haldi framvegis mína útsøgn vera rímiliga sámuliga, og ta hjá javnaðarmanninum í so niðrandi. Mín útsøgn er átalað og sostatt vánaligur tingsiður, meðan orðalag javnaðarfloksins hevur vunnið sær hevd á tingi eftir avgerð formansskapsin, og sostatt vert at taka uppaftur. Sig so tað.
Skuldsetingarnar móti tjóðveldisflokkinum hava nú nøkur ár á baki, og hava hesir ótespiligu hógvar javnan stungið seg upp, tá ið andaligi førningurin hjá mótstøðufólki okkara hevur skotið seg.
Vit minnast soleiðis formann javnaðarfloksins, og onkran sambandsmannin eisini, hava syft ákærur av hesum slag eftir okkum undir valstríðnum, og stásið verður hildið við líka enn dagin í dag.
Mær vitandi hevur tjóðveldisflokkurin einki havt við nazistarnar at gera, og einki í floksins politikki ber brá av nøkrum samanhangi tann vegin. Meðan vit í tjóðveldisflokkinum stutt sagt einki hava ella høvdu til felags við hesi bølmenni, ið týndu 6 mió fólk undir 2. heimsbardaga, stóð danski javnaðarflokkurin teimum munandi nærri, tá høvið beyðst.
Tá brúk var fyri at hevda suverenitetin, ella fullveldi yvir Føroyum, vóru trygdarviðurskifti okkara slept upp á fjall, meðan danski forsætismálaráðharrin, Stauning, bjóðaði nazistunum vælkomnum til Danmarkar at vera, og álegði dønum at meta hesar sum egnu vinir teirra.
Hesin Stauning var javnaðarmaður og stóð høgt í metum millum føroysku lagsbrøður sínar.
Hóast ríkilig høvi, so kundi eingin okkara droymt um at kasta føroyska javnaðarflokkinum nakað sum helst fyri í so máta, og vónandi gerst tað seinur dagur, at nakar okkara ger tað.
Tað mest tragiska í øllum hesum rokinum er, at talan var ikki um tilvildarlig mistøk, ella at nakað glapp nøkrum úr munni í sinnismuni.
Boðskapurin var væl fyrireikaður og festur á blað í skrivaðari talu. Tjóðveldisfólk skuldu í sama posa sum hópdrápsmenn, mordarar og yvirgangsmenn av ringasta slag.
Rætthugsandi javnaðarfólk hava sjálvandi nógv hægri mið og mál, men floksformaður teirra hevur tíverri í fleiri umførum vart avstumpaða boðskapin sum sín egna.
Vanligi føroyingurin trýr sjálvandi ikki einum orði av hesum perfidu skuldset-ingum teirra, men ein eftirmetingin er so sjálvandi, at javnaðarflokkinum onkursvegna hvítvaskar nazistar og onnur yvirgangsfólk í samanberingum sínum við friðarligar føroyingar.
4.800 vóru ov nógv til jarðaferðina hjá Karl Dönitz, skrivaði Karl Otto Meyer í Flensborg Avis, tá 5.000 fólk fylgdi eftirmanni Hitlers til gravar tann 6. januar 1981.
Tey áttu heldur at havt krógva seg, enn at vakt upp gomul minni, segði Karl Otto, sum er ein kendur stríðsmaður móti nazismuni og fyri donskum áhugamálum á marknaleiðini Danmarkar Týskland millum.
Nú kenna vit so nøkur afturat, ið áttu at krógva seg burtur.