Hetta eru onnur jólini hjá hjúnunum, Rakul og Johan í Kollafirði á bóndagarðinum í Havndrup á Fjóni. Men, á jólum í fjør áttu tey ikki skeytið upp á garðin. Tey sluppu kortini at vera á garðinum á jólum og nýggjárinum í fjør.
- Eingin hevði búð her í fleiri ár. Her var einki inni, og vit máttu í skógin at finna okkum brenni til hita.
Tað sigur Johan í Kollafirði, sum vísir á, at tað var táverandi eigarin av bóndagarðinum, sum læt hjúnini sleppa at búgva á garðinum fyri einum ári síðan.
- Her vóru eingir møblar, ongar lampur, og her var snøgt sagt einki inni. Kortini valdu Rakul og eg at halda jól og nýggjár her.
Einasti hiti var brenniovnurin, og tey noyddust tískil í skógin at finna sær okkurt at brenna, so tey ikki sótu køld á jólum og nýggjárinum.
Johan í Kollafirði greiðir í stuttum frá, hvussu tey sluppu at vera á garðinum onkrar dagar, eitt vikuskifti og síðan á jólum og nýggjárinum í fjør, áðrenn tað endaliga gjørdist greitt, at tey fingu møguleikan at ogna sær skeytið upp á garðin stutta tíð eftir.
- Bóndagarðurin stóð til sølu, men tað var ómøguligt at fáa bankafígging. Vit vóru ógvuliga áhugaði og spurdu tí eigaran, um vit kundu sleppa at gista á garðinum í eina nátt. Seinni spurdu vit, um vit kundu gista eitt vikuskifti, og at enda sluppu vit at gista her á jólum og nýggjárinum í fjør.
Hann sigur, at tað var ikki fyrr enn í januar í ár, at tað eydnaðist teimum at ogna sær skeytið upp á bóndagarðin.
- Seljarin, sum er granni hjá okkum, hjálpti okkum at fíggja keypið við seljarapantibrævi, tí tey sóu, at vit veruliga meintu nakað við tað, sigur Johan í Kollafirði.
Sjálvur ásannar Johan, at jólini í fjør gjørdust rættiliga serstøk og undarlig í hansara verð - ja, hann heldur, at hetta vóru eini keðilig jól, har hjúnini vóru einsamøll á garðinum, har eingin hevði búð í fleiri ár.
- Men, Rakul er so sera jólalig, og tað smittaði í ein ávísan mun eisini á meg, tó at umstøðurnar hesi jólini vóru rættiliga serstakar. Fyri konu mína kendust jólini ivaleyst sum jól, men eg dugdi líka sum ikki ordiliga at foreina meg við hetta, tó at vit sjálvi høvdu valt at halda jól á henda hátt.
Johan sigur, at eins og tey áður hava byrjað á null-punktinum, gjørdu tey tað eisini hesaferð. Tá er bara ein vegur, og tað er frameftir.
- Tá tað leið móti midnátt nýggjársaftan í fjør, gleddu vit okkum at fara út í tún at vita, um vit sóu nakað fýrverk. Vit ætlaðu nevniliga at hyggja at, meðan onnur skutu fýrverk. Men, vit sóu hvørki eitt ella annað. Vit skutu einki sjálvi, og vit sóu ikki eina rakett, ei heldur fýrverk av nøkrum slag. Her var bara bølamyrkur.
Men, í ár er alt øðrvísi hjá Rakul og Johan í Kollafirði. Tey eru fýra fólk á garðinum, sum nú sær út, sum um fólkið altíð hava búð her. Tey, sum halda jól á bóndagarðinum hjá Johan og Rakul í ár, eru hjúnini bæði, Rúni og ein føroyingur aftrat.