kom dramatiskt til heimin. Longu í móðurlívið trokaðist hon við tvíburðasystrina Mallu, sum seinni giftist í Skálabotn og tær kíndu hvørjari aðrari sum tari í sjónum í flógvum fosturvatni, meðan søt sevja [...] mín Mia í Hálvmørk í Oyndarfirði er deyð næstan 87 ára gomul. Hon læt eyguni stillisliga aftur týskvøldið, eftir at hon hevði fingið ein vatnsopa frá starvsfólkunum úti á Ellis og Røktarheiminum í Runavík [...] brekaðum í kristna føroyska happarasamfelagnum, og sum tíbetur nú er um at hvørva. Faktisk skuldi hon hoyrt til tann veldiga skaran av deyðføddum børnum, sum vórðu borin í heim, tá ið bygdirnar í Føroyum
stylistur bara letur fólk í út frá sínum egna smakki. Endamálið er at fáa fólk at kenna seg væl og at trívast í klæðunum, tey eru í, sigur Sunneva Thorsteinsson við Rákið. Fyri at fáa fólk at trívast, er neyðugt [...] tey finna útav, hvat klæðir teimum, og hvussu tey skulu lata seg í. Ein stylecoach kann hjálpa fólki við at finna bestu síðurnar av útsjóndini fram og vísa á, hvussu tær verða gagnnýttar sum best. Hinvegin [...] Sunneva Thorsteinsson, sum er leiðari á deildini Stíl & Snið á Tekniska Skúla í Havn, er bæði hárfríðkari og kosmetologur. Fyrsta dagin verður hon liðug sum stylecoach, sum hon hevur lært hjá donsku m
á Frælsinum í Havn. Gift við Erlingi Høgnesen, 35 ár, sivilverkfrøðingur úr Klaksvík. Børnini eru Ronja 6 ár og Boas 5 ár. Leiðari í Barnahúsinum Margit og í útibarnagarðinum Fjallafípan í Klaksvík. Elskar [...] tsk. av salti Verða bakað í 200 stigum í 15-20 minuttir. -- Tekstur til málningar: Hedvig hevur innrættað sær eitt málikamar í húsinum. Hendan myndarøðin av familjuni hongur í gongini. Hon hevur lært at [...] gravhund. Besti sangurin er ”Í tínum trygdarskugga" við Martin Joensen. Postboðið bankar á dyrnar og handar henni ein stóran bjálvaðan brævbjálva við gávu í frá svigarinnuni í Filipsoyggjunum. Hedvig Jo
kallaður Dia á Vertshúsinum, kendur skipari og Essemi, sum øll búðu í Havn Ervi í 1920 Tað er neyvan nógv vitað um gerandisdagin á hotellinum. Men í búgnum hjá Jens Christian Djurhuus, pápabeiggja Christian [...] Hetta hevur verið nokk so nógv fólk, tá hugsað verður um, at Jens Christian hevur verið heilt ókendur í Føroyum. Hann hevði verið burtur alt sítt vaksna lív og hevði bert verið í Føroyum fáar mánaðir, tá [...] giftuna. Hon stóð nú eftir við trimum smábørnum, og sum einsamalt konufólk at dríva hotellið, ið tá var einasta gistingarhús í Havn, var meira enn at siga tað. Men Katrina var ikki tann, ið leivdi sær
Í gjár var prosedura í sakarmálunum móti einum 26 ára gomlum og einum 19 ára gomlum manni, sum saman vóru ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús í Hamarsgøtu 2 í Havn, og annars vóru ákærdir fyri [...] gjørt seg sekan í tann mun, ákærurnar søgdu. Heldur ikki í harðskapsmálunum í fongslinum metti verjin, at hendingarnar høvdu serliga nógv upp á seg, og hann mælti tí til, at samlaða revsingin í mesta lagi kundi [...] einari kvinnu í arrestini. Seinnapartin var so proseduran, og ikki óvæntað varð størstur dentur lagdur á eldásetingina í Hamarsgøtu. Ákærin, Linda Hesselberg, gjørdi kortini eisini nógv burtur úr hóttanunum
Tilhaldinum í Havn. Hann vísti teimum vitjandi í Tilhaldinum hvussu hornarbeiði fór fram. Tað var so mikið áhugavert fyri Almu og hini í Tilhaldinum, at tey vildu hava hetta tilboðið inn í Tilhaldið. Tey gjørdu [...] seti eg meg heldur við stokkunum. Eitt prógv um hvussu nógv hon bindir, eru teppini, sum liggja á reolini í Tilhaldinum í Havn. Saman við hinum dámunum í Tilhaldinum, bindir hon teppi, ið verða send av [...] øðrum pensionistum í landinum. Mann kemur at kenna so nógv fólk, og tað haldi eg er stuttligt. Ja, Alma er virkin og glaður pensionistur. Hon er trúgvur gestur í Tilhaldinum í Havn, har hon hevur gingið tey
og May í Túni Højgaard, sum búgva við Regnaveg 9 á Toftum. Vit sita í hugnaliga køkinum í húsunum, sum May keypti fyri nøkrum árum síðan, og sum tey bæði fluttu inn í, tá tey giftust 6. august í 2005. May [...] til. Sjálvur ásannar Jan, at nógv var og framvegis er at seta seg inni í. - Eitt er tey forrit, sum vit hava í bókhaldinum og í hagtalsskipanini í felagum. Annað og ikki minni týðandi eru øll tey viðurskifti [...] góð og dugnalig fólk á skrivstovu síni á Bryggjubakka. Onkur mist móti Jan hevur verið í nøkrum orrustum, síðan hann gjørdist formaður í FF, og longu tá hann hevði sitið í starvinum í minni enn eitt ár
nir og marsjera fleiri hundrað í tali, og eisini fleiri hundrað skótar, bæði dreingir og gentur. Nógvir menn ganga og spæla uppi í havn(ini). So her er nógv at síggja í dag. Men nú skulu vit fara avstað [...] menn. Hann fór við Doru í 1905. Teir, sum áttu Doru, vóru beiggjarnir hjá honum Tummas, Kristoffur og Pól og so tveir aðrir menn. Pápi tók skiparaprógv hjá Jens í Dali í 1912. Í 1913 fór hann at føra Doceu [...] landað fiskin í fíggindalandinum Bretlandi er skipið deyðadømt, og tað verður søkt, eftir at manningin er sloppin í bátarnar. Teir høvdu 52 tímar til lands. Í 1918 førdi pápi Guiding Star, og í 1919 og 1920
handilsskúlanum í Havn í morgin Tey sum ynska at fara við felagsskapinum ?Global Contact? og finna út av, hvussu nógv heimurin hevur brúk fyri fólki sum vilja hjálpa ? og hvussu nógv fólk hava brúk fyri [...] Contact. Mándagin 4. mai kl. 15.15 verður kunnandi fundur í kantinuni á Handilsskúlanum á Kambsdali um Global Contact. Hin kunnandi fundurin verður í Miðlahúsinum mikukvøldið 6. mai kl. 20.00. Á fundunum fara [...] Amalia Danielsen, Alda Egilstrøð Magnussen og Ása Dam á Neystabø at fortelja um teirra upplivingar í ávíkavíst Tanzania, Kenya og Ghana. Møguleiki verður eisini at hoyra um møguleikar at ferðast til Asia
arbeiðsloysi í marsmánaði komin, og tey vísa, at arbeiðsloysið í Føroyum er omanfyri trý prosent, sum í búskaparfrøðini verður nevnt at vera eitt náttúrligt arbeiðsloysi í einum landi, sum eru fólk, sum flyta [...] at vísa á, hvussu stóran mun arbeiðsloysið ger, tí tað hevur verið so øgiliga nógv tos um kreppu, sum eisini hevur við sær, at fólk nýta minni pening. – Hevði tað ikki verið so øgiliga nógv tos um kreppu [...] galdandi fyri Føroyar í løtuni. – Londini kring okkum hava nógv størri arbeiðsloysi, og tí verður kappingarføri hjá okkum ikki betri enn, sigur hann. Tí metir hann, at vaksandi arbeiðsloysið í Føroyum bara er