Tvey ár og tríggjar mánaðir fyri eldáseting

Dómur fall í gjár í málinum móti tveimum ungum monnum, sum í høvuðsheitinum vóru ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús, men sum eisini høvdu fleiri aðrar ákærur at standa til svars fyri

Í gjár var prosedura í sakarmálunum móti einum 26 ára gomlum og einum 19 ára gomlum manni, sum saman vóru ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús í Hamarsgøtu 2 í Havn, og annars vóru ákærdir fyri fýra onnur lógarbrot.

Málið var útsett, tí tað bar ikki til hjá einum brunaserfrøðingi at møta, tá málið upprunaliga var fyri í rættinum fyri einum 14 døgum síðani. Men meðan teir báðir hava sitið varðhaldsfongslaðir, hevur hin 19 ára gamli fingið fleiri ákærur aftrat ímóti sær, og nú málið varð uppaftur tikið, var tað við tveimum nýggjum ákærum, onnur um harðskap og hin um deyðshóttanir móti einari kvinnu í arrestini.

Seinnapartin var so proseduran, og ikki óvæntað varð størstur dentur lagdur á eldásetingina í Hamarsgøtu.

Ákærin, Linda Hesselberg, gjørdi kortini eisini nógv burtur úr hóttanunum frá tí 26 ára gamla mótvegis løgreglumonnunum, og vísti á, hvussu álvarsligt hetta málið var.

Hini málini móti hesum eldra manninum tóktust ikki so álvarsom, sjálvandi burtursæð frá eldásetingini.

Móti yngra manninum gjørdi ákærin nógv burtur úr, og hansara lógarbrot tóktust eisini meiri álvarsom. Eitt var hendingin uppi á Oyggjarvegnum, har tann 19 ára gamli saman við øðrum hevði noytt ein annan ungan mann at taka doyvandi heilivág. Teir høvdu í kvittanum at »sorla hann sundur«, men endaðu við at koyra hann yvir. Tað var tó ikki ákærdi, ið hevði sitið við rættið, tá hetta hendi.

Fýra onnur mál um harðskap vóru eisini móti tí 19 ára gamla. Eitt í Steinatúni, har ungi maðurin sá tað sum sína uppgávu at hevna okkurt, sum hann ikki heilt visti hvat var. Har hevði hann framt harðskap móti tveimum monnum við at sláa og sparka teir.

Síðani var tað hendingin í Hamarsgøtu, sum kvøldið eftir førdi til eldásetingina. Har var tann 19 ára gamli farin at krevja eina, sambært ákæranum imaginerað hassj-skuld á 500 krónur. Tá ungi maðurin í Hamarsgøtu ikki vildi gjalda hesa skuldina – sum hann segði seg ikki skylda – gjørdist handfast, og sambært unga manninum hevði hann handlað í sjálvverju, tá hann við einum havasaksi skaddi annan av monnunum, sum gjørdu seg inn á hann.

 

Kravdi harða revsing

Tríggjar ákærur eru reistar móti 19 ára gamla manninum eftir, at hann varð varðhaldsfongslaður dagin eftir eldásetingina 12. november í fjør.

Fyrsta var ákæran um harðskap móti fongsulslæknanum, sum hann sparkaði í ryggin, tá hesin var á veg niður trappurnar í arrestini. Síðani varð hann ákærdur fyri síðsta leygardag at hava framt harðskap móti einari kvinnu, sum situr fongslað fyri smugling av rúsevnum. Eisini setti hann fram deyðshóttan móti hesi kvinnuni mánadagin.

Ákærin kravdi ákærda dømdan í tilsamans 3 ár og tríggjar mánaðir fyri hesi sjey lógarbrotini.

Í førinum móti tí 26 ára gamla var ákærin ikki so kravmikil. Linda Hesselberg metti ikki, at hann í eins stóran mun var sekur. Sambært einari sálarfrøðingskanning liggur tann 26 ára gamli á markinum til »mentala retardering«, og tað tók ákærin við í sínum metingum.

Dentur varð lagdur á, at teir báðir ákærdu ikki høvdu tryggja sær í nóg góðan mun, at eingin var inni í húsunum, áðrenn eldur varð settur á, og talaði ákærin fyri, at paragraf 180 skuldi leggjast til grund fyri ákæruni. Hendan paragraffin umrøður eldáseting, har menniskjalív verða sett í váða.

Ført varð fram, at tá eldur varð settur á húsini so seint á kvøldi – klokkan gott 11 – so mátti roknast við, at fólk var inni. Eisini førdi ákærin fram, at tað var ógjørligt hjá teimum ákærdu at síggja inn í stovuna, tí gardinurnar vóru drignar fyri, og ikki sást ígjøgnum tær. Eisini varð ført fram, at bukað kundi ikki verða serliga hart upp á, tá eingin av grannunum hevði hoyrt nakað.

Ákærin kravdi tí, at tann 19 ára gamli varð dømdur fongsulsrevsing í trý ár og tríggjar mánaðir, meðan tann 26 ára gamli skuldi sita í tvey ár og tríggjar mánaðir.

 

Lítið upp á seg

Jógvan Páll Lassen, sum var verji hjá tí 26 ára gamla, vísti hinvegin á, at ungu menninir høvdu tryggjað sær, at eingin var inni. Útsøgnin »fáa vit ikki mannin, so fáa vit húsini« vísti sambært verjanum, at teir báðir vóru sannførdir um, at eingin var inni.

Hóttanin móti lívinum hjá trimum løgreglumonnum skuldi ikki takast fyri annað enn tað, hon var, nevniliga fullamannatos. Tann ákærdi var sambært verjanum skítfullur, og hann metti, at løgreglumenninir vóru erkvisnir at taka slíkt í álvara.

Eisini hini lógarbrotini høvdu sambært Jógvan Páll Lassen lítið upp á seg, og hann helt ikki tað kundi koma upp á tal at døma eftir paragraf 180 í spurninginum um eldáseting.

Hann viðgekk tó, at talan var um lógarbrot, men at hesi í mesta lagi kundu revsast við fongsli í eitt ár tilsamans fyri alt.

Eisini Óla Jákup Kristoffersen, sum var verji hjá tí 19 ára gamla, niðurspældi týdningin av teimum lógarbrotum, ákærdi hevði framt.

Hann førdi fram, at ákærdi mest sum hevði verið statistur til hendingina á Oyggjarvegnum, og einasta hann í tí førinum kundi dømast fyri var, at hava lokkað órættaða at taka doyvandi heilivág.

Hendingarnar í Steinatúni og á Hamarsgøtu vóru sjálvandi truplari at burturforklára, men hann metti tað ikki vera prógvað, at ákærdi hevði gjørt seg sekan í tann mun, ákærurnar søgdu.

Heldur ikki í harðskapsmálunum í fongslinum metti verjin, at hendingarnar høvdu serliga nógv upp á seg, og hann mælti tí til, at samlaða revsingin í mesta lagi kundi gerast hálvtannað árs fongsul, harav ein partur varð treytaður.

Dómur fall beinanvegin eftir prosedururnar, og dómarin dømdi tann 19 ára gamla í fongsul í tvey ár og tríggjar mánaðir, meðan tann 26 ára gamli fekk eitt ár og níggju mánaðir. Báðir hava longu sitið í knappliga seks mánaðir.

Hvørgin teirra hava enn tikið støðu til, um teir fara at kæra dómin inn fyri hægri rætt.