Bocciavenjarin úr Nólsoy

82 ára gamla Alma Poulsen úr Nólsoy kemur hvønn dag úr Nólsoy til Havnar. Hon vitjar hvønn dag Tilhaldið í Tórsgøtu, har hon hevur verið partur av at fáa útgerð til hornarbeiði til høldar, og er hon við tíðini vorðin fastur venjari hjá boccia liðnum í Tilhaldinum í Tórsgøtu

Hvønn týsmorgun er sangur á skránni í Tilhaldinum í Havn. Tá er uppihaldsrúmið á tremur við fólki, ið skjótt dugir allar sangir úr Songbók Føroya Fólks uttanat. Tann, ið situr við klaverið, avgerð hvør sangur skal syngjast. Er onkur ónøgdur við valið, verður atkvøtt fyri sangunum. Í gjár var evnið hóskandi vár, hóast kavaælingur júst í gjár hótti við at oyðileggja tann annars so góða várdagin.

Ein av teimum 50 fólkunum, ið trúliga møtir upp til sang í Tilhaldinum, er Alma Poulsen úr Nólsoy. Hon sigur, at hon er 82 ár, men er ikki meir enn helvtina av tí aldrinum í sinni. Hon er kropsliga væl fyri, og letur seg ikki steðga av at skula við báti til Havnar, sum hon ger brúk av hvønn gerandisdag. Hvønn gerandisdag ferðast hon úr Nólsoy til Havnar, og brúkar hon sínar dagtímar í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

- Tað er so deiligt at koma her. Og hvønn týsdag seinnapart arbeiði eg í Ichtys, sigur hon.

Í Ichtys ger Alma vælgerðararbeiði í kristiliga handlinum, ið tekur inn og selir brúkt klæðir, og er tað sostatt ólønt arbeiði.

Alma Poulsen arbeiddi fyrr við fiski Nólsoy, tá virksemi var til tað í oynni. Annars hevur hon verið heimagangandi. Hon eigur tveir synir og tvey ommubørn, men er einsamøll í húsi í Nólsoy.

- Tað hevur nógv at siga fyri meg at kunna koma út millum fólk. Tað er deiligt at kunna fara til arbeiðis í Icthys ein seinnapart um vikuna, og at koma her at hitta hini í Tilhaldinum, sum í morgun.


Pannukøkur fíggjaðu slípingarútgerð

Fyri tveimum árum síðan var ein grønlendingur á vitjan í Tilhaldinum í Havn. Hann vísti teimum vitjandi í Tilhaldinum hvussu hornarbeiði fór fram. Tað var so mikið áhugavert fyri Almu og hini í Tilhaldinum, at tey vildu hava hetta tilboðið inn í Tilhaldið. Tey gjørdu tí av at fara undir at savna inn pening til útgerð til hornarbeiði. Peningur varð fingin til vega við at selja kaffi og pannukøkur Mentanarnáttina og á ólavsøku, lagt afturat tí, ið kom inn av jólasøluni hjá Tilhaldinum. Og nú stendur øll útgerðin í niðastu hædd húsinum, har undirvíst verður í hornarbeiði hvønn mánadag og mikudag. Í morgun gjørdu tey klárt til at sýna tað fram, tey hava arbeitt við í vetur.

- Hetta er ótrúliga stuttligt at fáast við. Eg havi gjørt ymiskar smúkkur burturúr hornunum. Tað ætli eg mær avgjørt at halda fram við eftir summarfrítíðina, sigur hon og vísir fram hálssmúkkur, armbond, brosjur, slipsanál og ringar, hon hevur evnað burtur úr horni. Sjálv hevur hon havt seyð í Nólsoy, og kann hon nú nýta hornini, ið annars høvdu verið koyrd burtur, til part av sínum frítíðaritrivi.

- Fyrr gekk eg til fimleik eisini, men tað er sama dag sum hornarbeiði, so eg mátti velja tað frá, sigur hon og smílist.


Eingin undirsjóvartunnil neyðugur

Alma Poulsen er ættað úr Skálavík, men flutti fyri nógvum árum síðan til Nólsoyar, har hon giftist. Tað sama gjørdi systir hennara, og búgva tær báðar framvegis í Nólsoy. Hóast hon er einsamøll í húsi, fellur tíðin ikki long fyri hana. Eitt tilhald er eisini heima í Nólsoy, men har er hon bara mánadag. Har fer tíðin millum annað við at spæla sjavs.

- Sjónvarpið tendri eg sjáldan. So seti eg meg heldur við stokkunum.

Eitt prógv um hvussu nógv hon bindir, eru teppini, sum liggja á reolini í Tilhaldinum í Havn. Saman við hinum dámunum í Tilhaldinum, bindir hon teppi, ið verða send av landinum. Hartil bindir hon troyggjur, hosur og annað.

Alma hevur altíð okkurt at gera í Tilhaldinum, og hevur hon hug at steðga eina løtu í Havn, heldur enn at fara aftur til Nólsoyar, hevur hon nakað av familju í Havn, hon kann fara inn á gólvið hjá.

- Ferðasambandið til Nólsoyar er so gott, at tað er eingin trupulleiki at koma so ofta aftur og fram, sigur lítillætna Alma.

- Sjey túrar um dagin ger Ritan, og onkran dag átta. Vit fáa neyvan nakran undirsjóvartunnil til Nólsoyar, og tað er helst ikki neyðugt. Mamma mín var ættað úr Vágum, og tá eg sum barn kom úr Skálavík og skuldi vestur at vitja familju hjá henni, mátti eg gista í Havn. So viðvíkjandi ferðasambandinum skal eg ikki klaga.


Hans Andrias er yndisyrkjarin

Alma Poulsen dámar væl at ferðast. Gjøgnum árini hevur hon ferðast nógv til Danmarkar og Noreg, har hon hevur familju. Næstu ferð hon pakkar taskurnar, gongur leiðin aftur til Danmarkar, hagar hon fer 11. juni. Tað er við pensionistafelagnum, hon ger hendan túrin. Hon er limur í pensionistafelagnum í Havn, og saman við hinum limunum hevur hon verið og ferðast í Týsklandi, Pólandi, Svøríki og Bornholm.

- Umvegis pensionistafeløgini koma vit nógv saman við øðrum pensionistum í landinum. Mann kemur at kenna so nógv fólk, og tað haldi eg er stuttligt.

Ja, Alma er virkin og glaður pensionistur. Hon er trúgvur gestur í Tilhaldinum í Havn, har hon hevur gingið tey seinastu átta árini, og hevur hon við tíðini fingið onkra serliga ábyrgd í húsinum.

- Hvønn hósdag seinnapart skipi eg fyri boccia venjingum í kjallaranum. Tá verður hølið til hornarbeiðið ruddað, og vit gera okkum til at spæla boccia. Og so hava vit eisini kappingar móti øðrum pensionistum í Føroyum.

Alma sang nógv sum barn, og sang hon eisini fleiri ár í kóri. Henni dámar framvegis væl at syngja. Serliga er tað yrkjaran Hans Andrias Djurhuus, henni dámar væl.

- Hann yrkti so heimligar og vakrar sangir um náttúruna, sigur hon.